mánadagur 23. januar 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 16 - 23. januar 2006
Samráðingarnar við B36
um nýggjan sáttmála
slitnaðu, og nú verður
Pól Thorsteinsson aftur
at síggja í gulu og svørtu
NSÍ-troyggjuni
Pól aftur
í NSÍ
Fríggjadagin skriv
aðu NSÍ og Pól
Thorsteinsson
undir avtalu, sum
ber við sær, at
fyrrverandi B36
liðformaðurin nú
skal umboða NSÍ
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup¨sosialurin.fo
Maðurin, sum í oktober
sum B36 liðformaður tók
móti FM steypinum, fer
í ár ikki at vera at síggja
í hvítu og svørtu B36
troyggjuni.
Seinasta mánadag skriv
aðu vit her á síðuni, at stígur
var komin í samráðingarnar
millum Pól og B36. Onnur
lið høvdu áður liðið fram
við í royndunum at knýta
spælaran at felagnum,
og hesar royndir gjørdust
ikki minni ítøkiligar, nú tað
tóktist vónleyst hjá honum
at halda fram í B36.
Fríggjadagin kundu
runavíkingar so boða frá,
at teir høvdu vissað sær
undirskriftina hjá fyrr
verandi landsliðsspæl
aranum.
Pól Thorsteinsson er ikki
heilt ókendur í Runavík. Í
2002 umboðaði Pól felagið
í Runavík. Hetta árið vann
NSÍ steypakappingina, og
eins og teir fyri fyrstu og
higartil einas tu ferð vunnu
silvur í landskappingini.
Samanlagt gjørdist hetta
besta árið, sum NSÍ hevur
havt, og tí er einki at siga
til, at tey í felagnum eru
fegin um, at Pól nú aftur er
tøkur at styrkja um liðið.
NSÍ fór hósdagin í
síðstu viku undir leiðslu
av Trygva Mortensen
undir aftur venjingarnar
á vøllinum við Løkin.
Heldur ikki hesa ferð
eydnaðist Kyndli at
fáa nakað við sær av
Skála, har StÍF enn
hevur greiðar vónir
um pláss í bæði FM-
og steypafinaluni
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Fyri aðru ferð innan tíggju
dagar var Kyndil á Skála. Og
fyri aðru ferð innan tíggju
dagar mátti havnarliðið
ásanna, at teir í løtuni ikki
fáa gjørt stórvegis við strand
ingarnar, sum aftur hesa ferð
vunnu tryggan sigur.
Greið yvirvág
Eftir kiksaran móti KÍF sein
asta vikuskiftið var trýstið
á StÍF annars stórt undan
dystinum. Enn eitt tap bar
við sær, at liðið fyribils var
koblað av oddastríðnum í
deildini, og tað var í øllum
førum ikki tað, sum strand
ingarnar ætlaðu.
Hinvegin hevði liðið
kanska ein sálarligan fyri
mun móti júst Kyndli, sum
fyri stuttum fekk av at vita
frá einum illa skerdum StÍF-
liði í fyrru hálvfinaluni í
Coca-Cola kappingini.
Í mun til tann dystin
hevði StÍF nú aftur Marian
Cirloganescu í málinum,
eins og Sveinur Justinussen
var aftur á vøllinum.
Tað styrkti StÍF liðið,
meðan tað neyvan hevur
styrkt fokus hjá Kyndli, at
teir seinastu vikuna hava nýtt
bæði tíð og orku at ilskast inn
á dystarflytingina, sum eina
longu tunga viku enn tyngri
fyri teirra viðkomandi.
Og sæð burtur frá allar
fyrstu løtuni, so var heldur
ikki stóvegis, sum bendi á,
at Kyndil skuldi venda tungu
gongdini, sum liðið tykist
vera í í løtuni. StÍF fekk skjótt
eyðkenda verjuspælið at
koyra, og við einum sera væl
spælandi Marian í málinum,
varð sjálvsálitið at kalla pilk
að úr skotroyndunum hjá
gestunum. Tað hjálpti eina
løtu, tá Jónleif Sólsker kom
inn á vøllin at loysa Høgna
Klein av sum spælskipara,
men StÍF hevði ongan hug
at sleppa takinum. Teir settu
fulla ferð á seinastu løtuna
undan steðginum, og við 13-
7 á talvuni tóktist uppgávan
mest sum vónleys at loysa
hjá Kyndli, tá farið varð inn
til seinna hálvleik.
Lykladystur í
Vestmanna
Her eydnaðist heldur ikki
Kyndli at gera stórvegis. Eina
løtu fingu teir verjupartin
at rigga munandi betri, men
skjúttarnir høvdu framvegis
ikki rætta dagin, og tí kom
sigurin hjá StÍF ongan tíð í
vanda.
Við sigrinum fingu strand
ingarnir aftur rættað kósina,
sum var farin nakað av lagi
við tapinum seinast. Og
tað skerst ikki burtur, at
teir framvegis standa í eini
rættiligari góðari støðu, nú
endin av kappingarárinum
so smátt er farin at hómast.
Við fimm málum á odda
skal vilja illa til, um liðið
ikki røkkur steypafinaluni,
sum teir mest sum av vana
plaga at vinna. Og júst tann
eginleikin, at spæla væl í
teimum »stóru« dystunum
tykist eisini at skumpa liðið
fram móti nøkrum, sum líkist
eini favoritt-støðu í FM-
stríðnum.. Enn eru bara tvey
stig upp til finaluplássið, og
koma strandingar somiki
langt, so eru fá lið, sum
standa teimum kurl í dystum
av hesum slag.
Hjá Kyndli tykist talan
í løtuni at vera um sera
tungan sjógv. Eitt er, at teir
longu mikudagin enn eina
ferð skulu takast við strand
ingarnar. Annað er, at teir
bara tríggjar dagar seinni
skulu til Vestmanna at spæla.
Tann dysturin tykist nú av
álvara at verða uppgerðin,
har gjørt verður av, hvørt
Kyndil í føðingardagsárinum
framhaldandi skal verða ein av
FM-biðlunum. Ella um liðið
bara skal sessast við, at hetta
var eitt av teimum árunum,
har heilt illa vildi til.
Eftir tapið fyri VB seinast,
fekk Stjørnan aftur skútuna
á beint, tá tær høvdu vitjan
av Kyndli leygardagin.
Tað var ongan tíð vænt
andi, at Kyndil skuldi gera
nakað heilt stórvegis við
Stjørnuna. Spælararnir á
heimaliðnum høvdu heldur
ikki stórvegis trupulleikar
av dystinum, har tær stútt og
støðugt hildu gestirnar væl
aftan fyri seg, soleiðis at tey
bæði stigini vórðu fingin til
høldar.
Stjørnan er við sigrinum
ájøvn hinum báðum oddalið
unum í FM-endaspælinum
í Sunset-kappingini, meðan
Kyndil við ongum stigi er
niðasta liðið í hesum bólk
inum.
Øll fýra liðini eru tó
vís í hálvfinaluplássum,
men tað er lítil ivi um, at
tey samstundis ynskja sær
oddasessin. Uttan at taka
nakað frá Kyndli, so eru tær
á pappírinum væl veikasta
liðið í bólkinum, og tað
má tí roknast sum greiður
fyrimunur hjá fremsta liðn
um at spæla hálvfinalu
móti grøna havnarliðnum.
Hartil fær vinnarin av teirri
hálvfinaluni fyrimunin av
heimavølli í eini møguligari
triðu hálvfinalu.
Tíverri hava vit ikki mót
tikið dómaraseðilin fyri
dystin, so eingi hagtøl eru
skrásett.
-mørk
Bára Klakstein var aftur við hjá Stjørnuni, eftir at hon var burturstødd seinasta vikuskifti
Mynd: Bárður Lydersen
Stjørnan-Kyndil 29-20:
Stjørnan rættaði kósina
StÍF-Kyndil 24-17 (13-7):
Kyndil tykist uppsteðgað
Annars sterka bakketan hjá Kyndli hevði ilt við at finna meskarnar, tá StÍF aðru ferð á rað vann
tryggan heimasigur á Kyndli
StÍF-Kyndil 24-17 (13-7)
Málskjúttar
StÍF: Alexandur Johansen 9(4), Bent Djurhuus 3, Artur
Johansen 3, Borgar Danielsen 3, Sveinur Justinusen 2,
Bárður Danielsen 2, Leivur Justinusen 1, Martin Hansen
1
Kyndil: Janus Einar Sørensen 6, Ragnar Stakksund 4,
Marius Joensen 2, Ken Zachariassen 2(1), Høgni Klein
1, Hjalti M. Jacobsen 1
Brotskøst: StÍF 5, Kyndil 2
Útvísingar: StÍF 5, Kyndil 2
Dómarar: Petur S. Dahl & Hallur Danielsen
FAKTA UM DYSTIN