Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-23, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. januar 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 16 - 23. januar 2006 23 Eftir átta umfør í ársins fyrstu Grand Slam talvkapping, eru Veselin Topalov og Viswanathan Anand fremstir Talv Carl Eli Nolsøe Samuelsen carl_eli@hotmail.com Eins og í tennisítróttinum, er talan um fýra Grand Slams í talvi. Tó ikki offissielt, men í øllum førum eru fýra krútsterkar kappingar á hvørjum ári, umframt aðrar sterkar altjóða kappingar. Tær fýra kendastu super­ stór­meistara­kappingarnar eru: Wijk aan Zee, Linares, Mtel Masters í Sofia og Dortmund. Mtel Masters er seinasta skotið á stammuni (Topalov vann tí fyrstu Mtel Masters í fjør) og ætlanin er, at kapp­ ingin skal verða ein varði. Við sama lag Garry Kasparov hevur ný­liga sagt, at tað er eitt enn størri bragd um Topalov vinnur í Wijk aan Zee, enn tað, at hann vann HM-heit­ ið í Argentina í oktobur. Helst hugsar Kasparov um tyngdina av favorittrolluni eftir slíkan knasandi sigur í oktobur. Men Topalov tykist at halda á har hann slepti. Kanska ikki eins sannførandi, men 30 ára gamli heimsmeistarin úr Bulgaria er á odda saman við hinum favorittinum, An­and. Teir hava báðir 5,5 stig av 8 møguligum. Topalov hevur telvað rættiliga kompromileyst við fýra sigrum, trimum javn­leikum og einum tapi. Bretin Michael Ad­­ams vann hegnisliga á heims­meist­ ara­num í 2. umfari, men Topa reistist skjótt aftur. Anand hevur eisini telvað í serklassa, undantikið tá hann bleiv niðurspældur av Gata Kamsky í 6. umfari. 16 ára gamli Sergey Kar­ jakin er óvæntað á 3. plássi við 5 stigum. Eftir tap ímóti Anand í 1. umfari, hevur Kar­jakin telvað sum ein annar superstórmeistari og vunnið fleiri góð talv. Beint í hølunum á Karjakin, koma Boris Gelfand og Vassily Ivanchuk. Av teimum fjúrtan telvar­ ar­unum, eru Gata Kamsky og Etienne Bacrot aftastir. Hóast hesa neiligu støðu, tykist Kamsky at hugna sær óført í Wijk aan Zee við skemtiligum viðmerkingum eftir umførini. Kamsky legði talv á hyllina í 1996, fór í holtur við løgfrøði, men er nú byrjaður aftur at telva. Hann vann eitt nú á Anand og Gelfand, men hevur ein­ ans 2,5 stig. Magnus Carlsen er fremst­ ur í bólki B. Hann hevur heili 6,5 stig í hesum eisini sterka bólki, sum hevur fleiri +2600 telvarar. Vinnarin av bólki B sleppur at royna seg í A-bólkinum komandi ár. Olaf bestur í kviktalvi Seinastu tveir leygar­ dag­arnar, hevur Havnar Telvingarfelag skipað fyri kvikkappingum. Fyrru kapp­ ingina vann Olaf Berg við fullum stigatali, framanfyri Helga D. Ziska og Martini Poulsen. Nú leygardagin vann Olaf aftur, hesaferð eftir umdyst við Martini Poul­sen. Helgi fekk triðja plássið. Kappingarnar hava báð­ ar verið væl mannaðar við sterkum og mongum telv­arum yvir allar aldrar. Serliga var hugvekjandi at síggja grand old man Jústines Hansen av Toftum royna seg ímóti yngra “talvsoninum” hjá Torkili Nielsen, Høgna E. Nielsen. Umleið 70 ár skilja hesar garpar! Høgni vann. Høgu luttakaratølini tala fyri, at telvarar ynskja kvikkappingar. HT legði út og nú er upplagt, at onnur talvfeløg fylgja góða hugskotinum upp. Talvfelagið Føroyar lagt kong Herfyri tók útisetafelagið hjá telvarum í Keypmannahavn seg úr Skakliguni. Avboðini gjørdist ov mong til seinastu dystirnar og tá eingi útlit vóru fyri, at støðan kundi betrast, valdi felagið at leggja kong. Avgerðin varð ikki júst væl dámd av dønum, men útisetarnir vildu ikki gera seg fyri skommum við at møta við hálvum liði, har aftastu telvararnir ikki hoyrdu heima í slíkum høgum støði. Eksistensgrundarlagið hjá felagnum er í vanda. Fyrsta veruliga bowling- kappingin í Føroyum varð hildin hetta vikuskiftið, tá 19 av ídnastu bowlarunum høvdu sett hvørjum øðrum stevnu í bowling-høllini í Havn. Kappast varð soleiðis, at allir luttakarnir fyrst spældu 12 seriur, og teir átta bestu í hesum fóru so undir eina knock-out kapping, við fjórðings- og hálvfinalum, áðrenn sjálv finalan stóð á skránni. Í hesari eydnaðist tað Guð­mund Guðmundsson at vinna fyrstu føroysku bow­ling-kappingina, og hevur hann soleiðis lagt seg á odda í samlaðu FM- kappingini, sum fevnir um tríggjar kappingar, sum skulu haldast í vár. Fólk flest munnu annars kenna Guðmund best frá yrk­ inum sum kokkur, har hann í fleiri vetrar var »okkara kokkur« í sjónvapinum. Men tað er tó ikki bara mat og matgerð, sum Guðmundur hevur tikist við øll árini. Innan ítróttin hevur hann so sanniliga eisini gjørt vart við seg. Eitt nú hevur hann vart málið á íslendska dreingjalandsliðnum í fótbólti, og innan bowlingina hevur hann enntá verið ís­lendskur meistari. Tað gav honum í síni tíð eisini rætt til luttøku í HM-kappingini, har hann saman við íslendska landsliðnum var partur av teirra fyrstu luttøku, tá HM- varð hildið í Barcelona, eins og hann var partur av liðnum, sum eitt ár seinni kappaðist um EM-heitið. Í dag er hann skipskokkur, og tí er venjingarstøðan ikki eins góð, sum hon onkra tíð hevur verið, men hetta helt tó ikki kokkinum aftur í at taka øll steypini, sum vórðu latin hendan fyrsta kappingardagin. Fyri sigurin í finaluni vann hann jálvandi vinnarasteypið. Hartil hevði hann eisini bestu miðalskoruna í kappingini. Og tá hann í seinastu seriuni í finaluni kom upp á 243 stig, gjørdist Guðmundur eisini maðurin, sum hevði bestu einstøku seriuna. -mørk Favorittar á odda 70 ár eru millum hesar báðar telvararnar, sum kappaðust um vikuskiftið. Í hesum førinum vann yngri telvarin Kokkurin vann Bowling-kappingina Wijk aan Zee Støðan eftir 8. umfør 1 Anand, Viswanathan IND 2792 5.5 2 Topalov, Veselin BUL 2801 5.5 3 Karjakin, Sergey UKR 2660 5.0 4 Adams, Michael ENG 2707 4.5 5 Gelfand, Boris ISR 2723 4.5 6 Ivanchuk, Vassily UKR 2729 4.5 7 Van Wely, Loek NED 2647 4.0 8 Leko, Peter HUN 2740 4.0 9 Aronian, Levon ARM 2752 4.0 10 Tiviakov, Sergei NED 2669 3.5 11 Mamedyarov, Shakhriyar AZE 2709 3.0 12 Sokolov, Ivan NED 2689 3.0 13 Kamsky, Gata USA 2686 2.5 14 Bacrot, Etienne FRA 2717 2.5 Eftir fyrstu átta umførini eru Veselin Topalov og Vis­wanathan Anand fremst­ir í Wijk aan Zee super­stórmeistarakappingini.