Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-23, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. januar 2006síða 24

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 16 - 23. januar 2006 Í hesum døgum er estiska Anu Mölder í Føroyum og venur fimleikarar hjá Støkk. FIMLEIKUR Lív Reinert Kjeld liv@sosialurin.fo Rútmiski fimleikurin í Før­ oyum hevur verið fyri eini rættari kollvelting seinastu árini. Fyri tveimum árum síðani var vanligt, at bestu føroysku liðini í rútmiskum fimleiki fóru til Danmarkar sum gestalið at kappast um Danmarksmeistaraskapin. Men tað, sum fyrr var van­ ligur rútmiskur fimleikur, er í dag estetiskur fimleikur; og føroysku liðini, sum fyrr kappaðust í Danmark, fara nú enn longur burtur at kappast. -Og hóast tað enn er langt upp til heið­urs­ merkjaplássini, eru vit nú við í kappingini um heims­ meistaraskapin. Kappingin millum før­ oysku fimleikafeløgini er sera jøvn, og feløg, venjarar og fimleikarar gera sítt til, at støðið ikki lækkar. FM kappingin í estetiskum fim­ leiki fyri gentur verður um ein góðan mánað, 3. mars, og HM kappingin verður 23.-26. mars í Tallin í Est­ landi. Hini liðini, pinkur, smá­gentur og kvinnur kapp­ast um FM-heitið 6. og 7. mai, og kvinnurnar skulu síðan kappast um heimsmeistaraheitið 8.-11. juni í Finnlandi. Av tí at estetiski fimleikurin er so nýggjur í Føroyum, hevur Støkk fingið estisku Anu Mölder til Føroya í eina heila viku at venja allar estetisku fimleikararnar hjá felagnum, umframt at leggja venjarunum lag á venjing, uppbygnað av serium og tílíkum. Anu Mölder arbeiðir fulla tíð sum venjari hjá Piru­ett í Tallin, sum er eitt av bestu fimleikafeløgunum í Estlandi. Liðini hjá henni hava fleiri ferðir verið við í altjóða kappingum, og sjálv er hon altjóða dómari í estetiskum fimleiki. Hon var í Føroyum seinasta heyst. Tá hevði hon eitt skeið fyri øllum feløgunum, og hon heldur, at hóast vit enn ikki eru við í kappingini um ovastu røkurnar, er støðið á heilt góðari leið. Tað, sum føroysku fimleikararnir mugu venja allarmest, sigur hon, er smidleikin, tí har er stórur munur á føroysku og útlendsku fimleikarunum. Venjararnir hjá Støkk lata sera væl at Anu Mölder. Hon dugir væl at læra frá sær og setir høg krøv til fimleikararnar á ein jaligan hátt. Hjá smágentunum og pinkunum arbeiða tær mest við grundvenjingini. Hjá kvinnunum og gentunum verður størstur dentur lagdur á at ansa eftir, at seriurnar hava rættan uppbygnað og innihalda tær kravdu íðk­ anirnar, umframt at vegleiða fimleikarunum, soleiðis at tær ymisku íðkanirnar og krøvini verða góðkend. Tá Anu Mölder fer heim aftur til Estlands seinni í vikuni, skal hon arbeiða víðari hjá Piruett við at venja genturnar hjá sær. - Tær skulu jú eisini kappast seinni í ár. Enn er matematiska vissan ikki greið. Men úrslitið sunnudagin merkir ivaleyst, at StÍF heldur plássinum í Sunset- kappingini, meðan Tjaldur noyðist eina deild niður komandi kappingarár Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Er hondbóltsfepurin við vest­ ara arm á Skálafjørðinum høgur í løtuni, so er ikki nógv forgjørt í hesum. Steypa­finalan nærkast, og tað plagar at bera við sær, at StÍF skal til Havnar. Tað eru menninir eisini væl ávegis at gera, og í so máta er alt, soleiðis sum tað plagar at vera. Hjá kvinnunum hevur ofta verið nakað lakari, men í vetur hava nógvir og stórir glottar verið at hóma í so máta. Ikki minst takkað verið miðvísa arbeiðinum, sum StÍF støðugt hevur framt í yngru deildunum. Spakuliga men støðugt hava bæði spælarar og lið ment seg, og nú niðara enda­ spælið í Sunset-kappingini er komið hálva leið, tykist eingin ivi vera um, at StÍF eigur sterkasta liðið í hesum. Eisini hóast talan í tveimum av trimum førum hevur verið um heimasigrar. Tann næsti av hesum kom til høldar sunnudagin, tá Tjaldur var á vitjan. Tjaldur hevur í ár fleiri ferðir hótt við at taka stig frá øðrum liðum í deildini, men enn er støðan tann sama. Nevnliga at Tjaldur má hyggja tvey kappingarár aftur í álma­ nakkan, um tær skulu minn­ ast til nakað stig. Sunnudagin var tað allal tíðina StÍF, sum hevði mun­ in. Tær vunnu sær alt fyri eitt eina trivaliga leiðslu, og so var bara at halda fast um hesa tað, sum eftir var av dystinum. Tað var tó um reppið, at Tjaldur fekk fatur aftur á heimaliðnum eftir steðgin. Gestirnir tóktust hava hug veruliga at vinda seg ígongd, og tá eitt korter var eftir, stóða 19-18 á máltalvuni. Men so slapp Tjaldur ikki longur. VÍF táttaði kjaftbandið á pos­anum, sum nú telur seks stig av seks møguligum. Tað vil við øðrum orðum siga, at StÍF nú er mest sum komið upp á turt í stríðnum um framhaldandi sess í deild­ ini. Tað er Tjaldur hinvegin ikki. Skulu tær megna hetta, so er kravið nú, at í tær í minsta lagi skulu hava fýra av seks møguligum stig­um í seinnu hálva av endaspælinum. Og tað verður undir øllum umstøðum ein sera trupult uppgáva. StÍF-Tjaldur 28-20 (14-10): StÍF er bjargað StÍF-Tjaldur 28-20 (14-10) Málskjúttar StÍF: Rebekka Justinussen 10(1), Paula B. Høgnesen 7(3), Ninna K. Johansen 4, Poula D. Olsen 3, Malan Petersen 2, Guðrun Ólavsdóttir 2 Tjaldur: Beinta Joensen 7, Maya Hecimovic 5, Jasmina Devovic 5, Anni Højgaard 1(1), Kristina Ellingsgaard 1, Urd Potts 1 Brotskøst: StÍF 4, Tjaldur 2 Útvísingar: StÍF 2, Tjaldur 4 Dómarar: Petur S. Dahl & Hallur Danielsen FAKTA UM DYSTIN Fyrireikingar til FM og HM í estetiskum fimleiki Gentuliðið hjá Støkk, niðast frá vinstru við klokkuni: Helena Kannuberg, Silja Højgaard, Brynhild Nielsen, Elly Lind Jóanesarson, Kristina Toftegaard, Kirstin Hansen, Eyð Leitisstein, Fríðhild Norðgerð og Sólfríða Lamhauge Bodil Tausen í ring-javnvág