mánadagur 23. januar 2006síða 25
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 16 - 23. januar 2006
25
Daiva var ikki á
VB-liðnum, sum
eisini hevði aðrar
týðandi manglar. Og
so gjørdist talan um
rættiligt sorl í Hálsi
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Stóri spurningurin, sum
varð settur undan dystinum
sunnudagin, var, hvussu
nógv VB var vert, nú Daiva
Toumaite ikki var við. Tað er
so eingin sum helst ivi um,
at langlimaði litavin hevur
verið týdningarmesti grunds
tuðulin hjá VB seinastu kapp
ingarárini, og tí var reyða
kortið, sum hon fekk seinast,
eitt álvarsligt skot fyri bógvin
hjá VB.
Tað stóð eisini hampuliga
skjótt greitt, at uttan stór
skjúttan var VB so heilt avgjørt
til at tosa við hjá Neistanum.
Eisini hóast tær bláu innan
tvær vikur hava sagt farvæl
við bæði Ásu á Neystabø og
Anniku Ljósstein.
Tað gjørdi heldur ikki
støðuna hjá VB betri, at
Asta Armonavitute als ikki
tykist vera komin seg heilt
eftir heilaskjálvtan, sum hon
fekk fyri viku síðani. Stinni
málverjin var ikki nógv meira
enn ein skuggi av sær sjálvari
hesaferð, og tá VB so eisini
misti Rannvá Augustinussen
miðskeiðis í fyrra hálvleiki,
var ikki nógv eftir á liðnum.
Tað merkti, at álitið í stóran
mun varð plaserað á hálv
skaddu Marynu Zylko og
Christinu Holm, og tað var ikki
nóg mikið. Heldur ikki hóast
fleiri av spælarunum hjá VB
avgjørt longu hava prógvað,
at tær eisini koma at hava
eitt orð at siga í føroyskum
kvinnuhondbólti framyvir.
Og so kundi Neistin av
álvara rulla seg út. Hóast
tær ikki hava vunnið nakað
meistaraheitið í skjótt nógv
ár, so er Neistin í mangar
mátar framvegis sterkasta
kvinnuliðið í landinum. Ikki
minst, tí føroyska breiddin
á liðnum er somikið stór. Tí
merkti fráveran hjá teimum
ikki liðið eins nógv, sum tað
ger hjá so nógvum øðrum, og
so hava teir nú eisini fingið
tann eyka trumfin, sum Katrin
á Neystabø eigur at verða.
Enn er Katrin kanska ikki
í fullgóðari venjing, og eftir
at hava verið uttanlands í
nøkur ár, skal hon sjálvsagt
integrerast á liðið aftur. Men
bara skotstyrkin í sjálvum sær
eigur avgjørt at vera eitt gott
vápn hjá Neistanum, sum nú
av álvara tykist vera til reiðar
at seta endaspurtin inn.
Men tað verður so ikki utt
an kapping. Stjørnan hevur
í ár víst seg sum sterkan fav
oritt, hóast heldur ikki tær
eru ásærligar. Og VB skal so
heldur ikki avskrivast heilt.
Tað veldst tó í stóran mun
um, hvussu snikkaleysar
suðuroyarkvinnurnar sleppa
undan skaðum, tá veruliga
avgerandi dystirnir standa
fyri framman. Sum er, so
er hópurin somikið smalur,
at hvør tann einasta frávera
merkist.
Tann trupulleikin hava
Neistin og Stjørnan ikki í eins
stóran mun, og sunnudagin
var hetta í øllum førum væl
og virðiliga avgerandi fyri
útfallið av dystinum.
Neistin-VB 35-17 (18-9):
Skerda VB fekk av at vita
Neistin-VB 35-17 (18-9)
Málskjúttar
Neistin: Nicoleta Radu Hansen 11, Annika Thomsen
8(1), Unn Kragesteen 6, Katrin á Neystabø 4, Mildrið
Jacobsen 2, Mia Káradóttir 2, Anna Clementsen 2
VB: Laila Jespersen 4, Christina Holm 4, Maryna Zylko
4(1), Sára Samuelsen 2, Svava Vestergaard 2, Rannvá
Augustinussen 1
Brotskøst: Neistin 3, VB 1
Útvísingar: Neistin 2, VB 2
Dómarar: Karstin Joensen og Kristian Joensen. Tóktust
ikki altíð eins avgjørdir.
FAKTA UM DYSTIN
VB hevði ikki Daivu Toumaite við í hópinum, og saman við øðrum skerjingum var hetta nógv
meira, enn tunni hópurin megnaði at bera
Mynd: Álvur Haraldsen