mánadagur 23. januar 2006síða 26
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 16 - 23. januar 2006
Frá at vera bara eitt
brotskast frá FM-
endaspælinum, er
VÍF nú í akuttum
niðurflytingarvanda.
Leygardagin taptu
tær greitt fyri
Søljuni
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakuð@sosialurin.fo
Bara eitt stig skildi VÍF
frá FM-endaspælinum
í Sunset-kappingini, tá
grundspælið var komið
at enda. Somikið lítil var
munurin upp til Kyndil,
at hevði StÍF skorað við
brotskastinum, sum tær
høvdu í seinastu løtu móti
Kyndli, so var tað VÍF, sum
var partur av endaspælinum
ístaðin fyri Kyndil.
Grundað á úrslitini í
grundspælinum, so mundu
fáur tó ivast í, at VÍF veru
liga var eitt av teimum
sterkastu liðunum í niðara
endaspælinum. Eina minst
mundu spælararnir sjálvar
ivast í hesum, og kanska
høvdu tær hug at ilskast
um, at tær skuldu brúka alt
várið upp á nakrar dystir,
sum ikki høvdu stórvegis
uppá seg. Tí niður mundi
liðið ikki fara kortini.
Umberingin um, at dyst
irnir ikki hava nakað upp
á seg, kann tó ikki nýtast
meira. Nú tríggir av teimum
seks dystunum eru spældir
av endaspælinum, er VÍF
næst niðasta liðið, og tí er
vandin fyri niðurflyting
vorðin heilt ítøkiligur.
Leygardagin stóð eisini
greitt, at um ikki okkurt
heilt álvarsligt verður gjørt,
so fer VÍF eina deild niður
til komandi kappingarár.
Frá byrjan vóru tær á heima
liðnum munandi gramm
ari enn gestirnir, sum
als ikki fingu fótað sær.
Viði at taka Ioanu Rápa
úr spælinum, fekk Søljan
skert størstu - og kanska
einastu - álopshóttanina
hjá gestunum, og í verju
partinum megnaði VÍF
ikki at standa ímóti. Málini
snøgt sagt skolaðu inn, og
tá farið var til hálvleiks,
stóð ikki minni enn 16-
5 á talvuni. Ein støða,
sum heimaáskoðararnir á
Giljanesi valla hava sæð,
síðani liðið flutti upp í
bestu kvinnudeidina.
Eftir steðgin raknaði
VÍF nakað við, men tað
var ongantíð soleiðis, at
spenningur av nøkrum
slag stóðst um útfallið.,
Vertirnir kundu nú eisini
taka tað nakað róligari, og
uttan stórvegis hóvasták
hildu tær leiðsluni allan
vegin til dystarlok.
Og so kundu tær á heima
liðnum fegnast. Fleiri
ferðir hava tær mest sum
verið spáddar til beinleiðis
niðurflyting, men higartil
hava tær kortini hildið
fast um sessin í fremstu
deildini. Og við hesum sigr
inum er sannlíkið fyri eini
endurtøku í so máta eisini
rættiliga stórt.
Hjá VÍF er talan av álv
ara farin at líkjast eini
kreppu. Ikki bara skal
liðið vinna sær tvey stig
meira enn Søljan í teimum
trimum seinastu dystunum,
sum eru eftir at spæla. Tær
skulu eisini vinna tey átta
málini aftur, sum Søljan nú
er frammanfyri.
Tí bendir nógv nú á, at
seinasti dysturin á árinum
verður ein sannur gysari,
har VÍF og Søljan bæði tvey
fara at spæla fyri lívinum
í bestu deildini. Ein støða,
sum avgjørt ikki var tað,
sum VÍF hevði ætlað við
kappingarárinum.
Søljan-VÍF 25-17 (16-5):
VÍF í tungum
sjógvi
Søljan-VÍF 25-17 (16-5)
Málskjúttar
Søljan: Heidi Maria Akselsen 10(1), Hertha Simonsen
4, Arnleyg Haraldsen 3, Petra Thomassen 3, Louisa
Niclasen 3, Fía Selma Nielsen 1
VÍF: Torgunn H. Johannesen 4, Fríða Marjunardóttir
3(1), Finngerð Joensen 3, Ioana Rápa 3, Sóleyg
Hórðará 2(1), Linda Johannesen 1, Jacklin Durhuus
1
Brotskøst: Søljan 1, VÍF 2
Útvísingar: Søljan 5, VÍF 1
Dómarar: Hallur Danielsen & Petur S. Dahl
FAKTA UM DYSTIN
Unga Neista-liðið
hevði leingi hug og
dirvi at arga VÍF.
Men seinasta partin
an dystinum settu
meistararnir tó
tingini upp á pláss
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Í mangar mátar mundi
tað tykjast sum ein ótakk
som uppgáva, sum Claus
Rasmussen
fekk,
tá
hann varð settur at taka
sær av mansliðnum hjá
Neistanum undan hesum
kappingarárinum. Liðið var
í endaspælinum í fjør klárt
veikasta liðið í deildlini, og
hóast hetta kappingarárið
byrjaði væl við sigri á StÍF,
so hevur verið púrasta svart
síðani.
Við góðum treysti hevur
Claus tó arbeitt við liðnum,
og onkra tíð hava hampuliga
stórir glottar verið at hóma í
spælinum.
Bitu frá sær
Og
heimaáskoðararnir
sunnudagin høvdu eisini
nakað at fegnast um fyrstu
longu løtuna, tá Neistin
sunnudagin tók ímóti VÍF.
Hóast dómaraseðilin hjá
VÍF borgaði fyri veruligum
klassamuni á liðunum, so
var hesin munurin ikki ser
liga sjónligur fyrstu løtuna.
Neistin fylgdi væl við. Teir
tordu at fara út at tackla
skotsterku bakketuna hjá
gestunum, og teir høvdu
bæði hug og dirvi at pressa
upp, tá teir vóru í álopi.
Ikki minst var tað ein fragd
at síggja Trónd Kragesteen,
tá hesin ferð eftir ferð herj
aði á gardarahøgu mót
støðuverjuna. Og í Magnus
Matras hevði Neistin eisini
ein málverja, sum fleiri ferðir
kundi seta kvik mótálop
ígongd. Mótálop, sum tó ikki
vórðu nóg væl gagnn‡tt móti
einum væl spælandi Zeljko
Jotic í VÍF-málinum.
VÍF hevði friðin
VÍF hevði soleiðis sínar trup
ulleikar, og í seinna hálvleiki
tóktust hesir heldur ikki at
hvørva. Fyrstu løtuna dróg
Neistin soleiðis leiðsluna hjá
gestunum aftur, og veruligt
lív kom í bláu hallarhálvuna,
tá Neistin skeyt seg upp á
17-16.
Onkur kundi kanska rokna
við, at frustratiónir nú fóru
at geras seg galdandi hjá
gestunum, men tað hendi
tó ikki. Drúgvu royndirnar
á liðnum komu til sjóndar,
tá menn nú slerdu kalt vatn
í blóði. Funnu aftur á slóðina
við at fáa grundelementini
í spælinum at koyra, og so
fekk Neistin ikki vart seg.
Serstakliga tók Áki G.
Olsen nógv á seg, tá Neista-
verjan tóktist leggja doyðin á
at ansa eftir skotstyrkini hjá
Sámali Joensen. Júst hetta er
kanska eisini ein av størstu
styrkunum hjá VÍF. Tí hóast
fáur ivast í skotstyrkini hjá
Sámali, so megna mest sum
allir av hinum spælarunum
eisini at gera um seg, og tí er
trupult at fáa eina veruliga
verju mótvegis samlaðu
breiddini í álopinum. ein
breidd, sum ikki er minni,
nú Ingi Olsen aftur er partur
av liðnum. Hann fær kanska
ikki skotið tað stóra longur.
Men hann dugir framvegis
at fáa spælið at ganga, og
tær ferðirnar, hann slapp
inn um verjuna, legði hann
róliga bóltin fram við mál
verjanum, sum hvørja ferð
varð púrasta seldur.
Halda finalusessinum
Soleiðis fekk VÍF at enda
koyrt ein hampuliga tryggan
sigur til høldar, og sum so
munnu bæði spælarar og
viðhaldsfólk eisini vera
nøgd um hetta. Enn hongur
liðið fast í finalusessunum,
og fram til endan av enda
spælinum er tað fyrst og
fremst hetta, sum er málið.
Hjá Neistanum eydnaðist
tað so heldur ikki hesa ferð
at fáa stig til høldar. Men í
mun til fleiri av undanfarnu
dystunum, so s‡ndi liðið
hesaferð, at menningin í
spælinum hevur verið heilt
ítøkilig. So er spurningurin,
hvørt spælarar og venjari fáa
frið og umstøður at halda
fram í hesi menning, ella
um talan aftur um eitt ella
tvey ár verður um fráfall
av spælarum, ella kanska
ov nógvum styrki uttanífrá,
soleiðis at egnu spælararnir
detta burturímillum. Eitt
fyribrigdi, sum oftani áður
hevur verið at sæð hjá
teimum bláu.
Neistin-VÍF 26-33 (13-16):
Meistararnir áttu meira í sær
Neistin-VÍF 26-33 (13-16)
Málskjúttar
Neistin: Tróndur Kragesteen 9(3), Blagoje Buha 5(2),
Kári Horn 5, Birgir Poulsen 3, Jens Mohr 1, Carl Herup
Olsen 1, Karl Oddmar Rasmussen 1, Jóan P. Horn 1
VÍF: Áki G. Olsen 14(2), Sámal Joensen 4, Ingi Olsen 4,
John Zachariassen 3, Daniel Rápa 3, Harald Bjørgvin
1, Agnar Joensen 1, Rói Lamhauge 1, Regin Joensen
1, Sjúrður Poulsen 1
Brotskøst: Neistin 6, VÍF 2
Útvísingar: Neistin 5, VÍF 8
Dómarar: Kristian Joensen & Karstin Joensen. Tóktust
ikki nóg sannførandi
FAKTA UM DYSTIN
Ungu Neista-menninir hildu leingi eitt gott tak á royndu mótstøðumonnunum. Men í seinasta
enda sigraði rutinan tó kortini
Mynd: Álvur Haraldsen