mánadagur 23. januar 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 16 - 23. januar 2006
27
Enski landsliðsvenjarin
Sven-Gøran Eriksson hevur
stevnt enska vikublaðnum
News of the World, eftir at
blaðið hevur kunngjørt eina
samrøðu millum Eriksson
og ein av tíðindamonnum
blaðsins, ið var ílatin sum
ein arabiskur oljusjeikur
Blaðmaðurin billaði Eriks
son inn, at hann var ein
ríkur arabiskur oljusjeikur,
sum hevði ætlanir um at
keypa Aston Villa, og hann
bjóðaði Eriksson starvið
sum venjari í felagnum hjá
sær, tá handilin einaferð
varð endaligur.
Á fundinum teirra millum
segði
Eriksson
eisini
mangt og hvat um teir
ensku landsliðsleikararnar,
sum er fallið fleiri teirra
fyri bróstið. Eitt nú segði
Eriksson, at Michael Owen
ikki var nøgdur við tilveruna
í Newcastle, og at hann fegin
vildi finna annað felag.
Øll samrøðan teirra mill
um er prentað í News of the
World, og tað hevur givið
Eriksson stórar trupulleikar,
nú hann skal vísa aftur og
greiða frá øllum teimum
óhepnu úttalilsinum.
Advokaturin hjá Eriksson
metir, at hetta er greitt brot
á privatlívið hjá enska
landsliðsvenjaranum, og
at fleiri av úttalilsum hans
ara eru tikin út úr saman
hanginum.
-SíS
Hoyvíkingarnir vóru
um reppið at missa
trygga leiðslu, tá KÍF
noktaði at geva seg í
vonleysari støðu
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Er tað nakað, sum hevur
eyðkent avrikini hjá KÍF
seinastu nógvu árini, so
man tað vera stríðsviljin. Ein
striðsvilji, sum núverandi
venjarin hjá liðnum, Vagnur
Johannesen, í mangar mátar
var eksponentur fyri. Og
sum hann nú eisini roynir at
yvirføra á spælarar sínar.
Tað gav at bíta, tá KÍF fyri
viku síðani vann útidystin
móti StÍF, og tað var um
reppið, at tað eisini gav
úrslit, nú kollfirðingarnir
tókust við oddaliðið, H71.
Talan var fyri tað nógva
um ein javnan dyst, har
hoyvíkingarnir tó tóktust
hava munin. Men rættiliga
leysir sluppu teir ikki av
álvara. Í seinna hálvleiki
kom tó meira glið á, og tá
gestirnir eina langa løtu
spældu við einum manni í
undirtali, tóktist hetta gerast
avgerandi vendin í dystinum.
Hoyvíkingar vunnu sær ein
fyrimun á seks mál, og við
bara 12 minuttum eftir á talv
uni, kundi hetta mest sum
ikki kiksa.
Tað gjørdi tað heldur
ikki - men tað var nær við.
Oddafiskarnir steðgaðu
mest sum fullkomuliga upp
seinastu løtuna. Kanska
tí teir kendu seg ov vísar
í sigrinum. Ella kanska
tí teir gjørdust bilsnir av
áhaldandi stríðsviljanum frá
mótstøðuni.
Seinastu fimm minuttirnar
gjørdist spenningurin mest
sum ov nógv av tí góða fyri
heimaáskoðararnar, sum sóu
munin minkað niður í tvey
mál. Við at taka eitt time-out
fekk Hannis tó frið yvir sínar
menn, soleiðis at seinasti
minutturin varð koyrdur
heim uttan tað heilt stóra
hóvastákið.
Við sigrinum hildu hoy
víkingar fast um oddasessin,
har teir framvegis hava
vestmenningar undir liðini
á sær.
H71-KÍF 22-20 (11-10):
Mundu mist
oddasessin
H71-KÍF 22-20 (11-10)
Málskjúttar
H71: Piti Negru 6, Halgir Dahl Olesen 5, Tróndur
Vatnhamar 4(2), Johnny Durhuus 3, Bjarni Sørensen
2, Niels Viggo Niclasen 2
KÍF: Arnbjørn Hansen 5(1), Damir Oros 5(1), Karl Jóhan
Djurhuus 4, Teitur Joensen 2, Gert Hansen 2, Mirko
Milinkovic 1, Petur Martin Poulsen 1
Brotskøst: H71 2, KÍF 4
Útvísingar: H71 1, KÍF 4
Dómarar: Kristian Johansen & Sámal Paulason
FAKTA UM DYSTIN
Hóast kollfirðingarnir her
hava takið á Jakob Jónsson, so
eru hoyvíkingarnir framvegis
oddalið í Atlantic Airways-
kappingini í hondbólti
Mynd: Álvur Haraldsen
Danska skattavaldið er av
álvara farið í herna móti
illgrunanum, sum leingi
hevur verið vendir móti
danska fótbóltsheiminum.
Higartil eru 12 feløg
løgd undir sjóneykuna, og
sambært donskum miðlum
eru skeivleikar at finna í
roknskapinum hjá øllum
hesum feløgum.
Fýra superligufeløg eru
higartil kannað, og øll hesi
fáa nú ætlanarskriv við
skattligum broytingum.
Millum feløgini, sum eru
kannað, er AaB, har Jón
Rói Jacobsen og Súni Olsen
spæla.
Umboð fyri danska skatta
valdið sigur við DR, at tey
fyribils hava lagt ætlanir
um at gera eftirlit hjá 36
feløgum.
-mørk
Skattavaldið eftir donskum fótbólti
Claus Bech Jørgensen
var ikki við á liðnum hjá
Coventry, tá teir um viku
skiftið vunnu stórsigur á
Derby.
Ikki minni enn 6-1
gjørdist úrslitið, og styrkti
hetta myndina av Coventry
sum einum liði, ið við
stórum fetum er á veg burtur
frá niðurflytingarstríðnum,
sum fyrsta langa partin av
árinum var ein hóttan.
Tað var tó ikki fyrr enn í
seinna hálvleiki, at Coventry
veruliga fekk gongd á.
Derby hevði longu eftir
einum minutti lagt seg á
odda, men fyri steðgin hevði
Coventry vent hesum til 2-1.
Seinnu trý korterini var tó
eingin ivi. Við fýra málum
rað fekk Coventry tær heilt
stóru yvirskriftirnar fram,
meðan Derby hinvegin
alt meira líkist einum
møguligum niðurflytara.
-mørk
Ein tann evnaríkasti ung
lingaleikarin í Onglandi,
Theo Walcott, hevur gjørt
sáttmála við Arsenal
Walcott er bert sekstan ára
gamal, og fleiri feløg lógu
framvið at keypa hann, men
tað gjørdist nú Arsenal, ið
dróg longsta stráið. Chelsea
hevur eisini víst áhuga fyri
Walcott, men hann metti, at
hann best kundi menna síni
evnir í Arsenal.
Samlaði prísurin fyri Wal
cott kann gerast 130 milli
ónir krónur (12 milliónir
pund), um hann gerst fastur
leikari á besta liðnum hjá
Arsenal, og um hann verður
úttikin til enska landsliðið.
Fyri fyrst hevur Arsenal
latið fimm milliónir pund,
men væntandi skulu teir av
við minst tvífalt so nógv
seinni.
Meðan
Walcott
og
Wenger fegnast um nýggja
sáttmálan, iðrar stjórin í
Southampton seg um at
hava mist ein so evnaríkan
leikara. Hóast Southampton
hevur fingið heilt fitt av
peningi fyri Walcott, var tað
ongantíð ætlanin hjá teim
um at selja hann so tíðliga.
-SíS
Evnaríkur unglingaleikari til Arsenal
Stórsigur uttan Claus
Eriksson dregur vikublað í rættin