mánadagur 23. januar 2006síða 28
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 16 - 23. januar 2006
Trý stið á
Souness
økist
Spurningurin er nú, hvussu
leingi Graeme Souness
sleppur at sita í heita stól
inum í Newcastle. Í dag
hevði Newcastle vitjan av
Blackburn, og tað gjørdist
útiliðið, sum fór við
sigrinum. Norðmaðurin
Morten Gamst Pedersen
skoraði einasta málið í
dystinum eitt korter fyri
leiklok.
Botnuppgerðin millum
Birmingham og Portsmouth
gjørdist málrík, og tað var
heimaliðið, ið veruliga
gjørdi bart í hesum dyst
inum. Birmingham vann
nevniliga 5-0 og fór
harvið av næstaftasta plássi
framum Portsmouth.
Tottenham hevði ein
gyltan møguleika at leggja
enn meira sjógv millum seg
og Arsenal, men Spurs fekk
bert javnt 0-0 á heimavølli
ímóti Aston Villa.
Middlesbrough tapti
aftur hetta vikuskiftið eftir
lemjandi 7-0 ósigurin síðsta
vikuskiftið. Middlesbrough
tók ímóti Wigan, sum vann
3-2. Neil Mellor skoraði
sigursmálið í 93. minutti.
Hetta var samstundis
fyrsti dystur hjá Mellor
fyri nýggja felagið, eftir
at hann varð leigaður úr
Liverpool.
Bolton vann 2-0 á
heimavølli ímóti Man
chester City, sum ikki megn
aði at endurtaka bragdið, tá
teir síðsta vikuskifti vunnu
á grannunum, United.
-SíS
---
Premier League úrslit
Leygardagin
Everton-Ars enal
1-0
Birmingham-
Portsmouth
5-0
Bolton-
Manchester City
2-0
Middlesbrough-Wigan 2-3
Newcastle-Blackburn 0-1
Tottenham-Aston Villa 0-0
WBA-Sunderland
0-1
Sunnudagin
Chelsea-Charlton
1-1
Manchester Utd-
Liverpool
1-0
Tað hevur tikið
sína tíð. Men Rio
Ferdinand er nú
av álvara um at
prógva, at tað var
ikki burtur úr vón
og viti, tá Sir Alex á
sinni gjørdi hann til
dýrasta verjuspælara í
heiminum
Premier League
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Bert ein minutt undan leik
loki gjørdist Rio Ferdinand
dagsins hetja í reyða partinum
av Manchester. Liverpool
hevði annars havt munin, og
allar helst átti Djibril Cissé
at avgørt dystin, tá hann
skammiliga sendi returin
eftir stórbjargandi Van der
Saard upp um málið.
Og so kundi Manchester
United gera, sum teir so ofta
hava gjørt undir leiðsluni av
treiska Ferguson, sum eisini
hevur potað hetta treisknið
inn í spælarar sínar. Giggs
sendi fríspark innfyri, og har
kundi Ferdinand við pannuni
stúta bóltin í kassan. Reina
í Liverpool málinum toygdi
seg í hvørjari lykkju, men
hann rakk ikki bóltinum.
Og so mátti Liverpool - eins
og Arsenal og Chelsea hava
gjørt tað - ásanna, at tað
framvegis er trupult at fáa
stig á Old Trafford. Kanska
eru reyðu devlarnir ikki
eins einaráðandi, sum teir
vóru í 90’unum. Men teir
eru enn partur av bretska
toppinum.
West Ham og
siðvenjan
Og tað sama kann sigast
um Rio Ferdinand, sum
hetta kappingarárið av
álvara er farin at liva upp
til lyftini um, at hann skuldi
verða ein av heimsins bestu
verjuspælarum.
West Ham hevur í manna
minni borið orð fyri at verða ein
av stóru klekingardeplunum í
enskum fótbólti. Nøgn sum
Moore, Hurst og Peters standa
enn í minninum á stoltu
fótbóltstjóðini, eftir at teir í
’66 vóru við til at vinna HM-
steypið. Og eisini í dagsins
fótbóltsonglandi er talan um
fleiri nøvn, sum hava tilknýti
til West Ham. Jermaine Defoe
og Joe Cole vóru báðir partur
av unglingunum, sum Harry
Redknapp aldi upp. Og tað
sama var Rio Ferdinand.
Longu sum 17 ára gamal
spældi hann fyrsta dystin
í Premier League, tá hann
kom á vøllin fyri Tony
Cottee í seinasta dystinum
av kappingarárinum 95-
96. Hann gjørdist skjótt ein
alt meira týðandi partur av
liðnum hjá Redknapp, og bert
19 ára gamal fekk hann eisini
fyrsta A-landsdystin.
Heimsins dýrasti
Stórfeløg sum Real Madrid
og Barcelona taldust millum
feløgini, sum vildu hava
evnaríka unglingin í hópin,
men tað gjørdist at enda
Leeds, sum fyri £18 mió
fekk spælaran í hópin. Hetta
var í tíðini, tá Leeds av álvara
vildi gera seg galdandi.
Ikki bara í Onglandi men
eisini í Europa, og við hálv
finaluni í Champions Leagu
í 2001 tóktist ætlanin eisini
at eydnast. Fíggjarliga
styrkin í felagnum táldi tó
ikki bakkastið, tá úrslitini
gjørdust minni góð, og
spakuliga varð felagið at
kalla lensað fyri spælarar.
Sjálvur helt Ferdindan tó
ein høgan standard, og við
spælinum í HM-kappingini
í 2002 kom hann av álvara í
fokus aftur. Gongdin í Leeds
var heldur ikki nakað serlig,
og afturkomin úr HM boðaði
hann leiðsluni frá, at hann
vildi seljast.
Tað stóð eisini skjótt
greitt, at sølan helst skuldi
verða til Manchester United.
Og tá Alex Ferguson at enda
langaði £29,3 mió á borðið,
sum við tíðini kann vaksa til
£33,3 mió, fekk Leeds illa
sagt nei. Ferdinand slapp
til felagið, sum hann helst
vildi spæla fyri. Og Alex
Ferguson fekk mannin, sum
hann helst vildi hava.
Dreymahandilin var upp
pláss, og Ferdinand kundi
nú fara undir at sannføra
heimin um, at hann ikki bara
var dýrasti verjuspælarin í
heiminum. Men eisini tann
besti.
Mótgongdin
Men tað hevur tó langt ífrá
verið ein dansur á reyðum
rósum, sum Ferdinand hevur
havt í Manchester. Hóast
royndirnar við árunum vóru
vorðnar alt fleiri, so hevði
hann enn lyndi til at missa
hugsavnanina í einstøkum
avgerandi støðum.
Men at hann á heysti 2003
gloymdi eitt doping-eftirlit,
kom tó at kosta honum heilt
nógv. Hóast eingi sum helst
prógv - og heldur eingin
illgruni - var um nýtslu av
ólógligum evnum. So verður
frávera til slíka roynd rokna
sum positiv roynd. Og hóast
Manchester United kærdi
avgerðina, so fekk Ferdinand
átta mánaða leikbann fyri
gloymsku sína. Nakað
sum eisini kostaði honum
luttøkuna til EM-endaspælið
í Portugal.
Og tá hann loksins aftur
var partur av liðnum, stóð
mótgongdin við. Sjáldan
størri, enn tá hann leingi
aftraði seg við at leingja
avtaluna við Mancehster
United, har áskoðararnir
høvdu ilt við at skilja, at ein
vikuløn um milliónina ikki
var nóg mikið.
Spælið á vøllinum var heldur
ikki longur eins sannførandi.
Á landsliðnum hevði John
Terry skúgvað Ferdinand til
viks í verjuni, og onkursvegna
var hann farin at líkjast einum
ikki alt ov skilagóðum keypi.
Men seinastu mánaðirnar
er formkurvan aftur farin at
peiggja rætta vegin. Spælið
hevur verið sannførandi,
og nú eru málini eisini
komin. Tríggjar ferðir hetta
kappingarárið hevur hann
funnið
meskarnar.
Og
við einsamalla málinum
sunnudagin, mundi hann av
álvara vinna seg í hjørtuni hjá
viðhaldsfólkunum.
Men enn hevur hann eft
ir at prógva, at hann skal
teljast millum teir bestu.
Verandi landsliðssessurin
er einamest íkomin, tí Sol
Campbell hevur drigist við
skaða í langa tíð. Og tí skal
verandi støðið haldast nakað
væl longri, um sessurin
skal verða av tí varandi
slagnum.
Rio Ferdinand
Føddur 7. november 1978 í Peckham, London
Nummar 5
West Ham
1996-2000 158 dystir/2 mál
Leeds
2000-2002
73 dystir/3 mál
Manchester United
2002-?
151 dystir/3 mál
Ongland
1998/?
44 dystir/1 mál
FAKTA
Príslepin rættvísgjørdur
Jose Reina toyggir seg í hvørjari lykkju. Men stútarin hjá Ferdinan hevur beina kós, og so mátti Liverpool fara stigaleyst av vøllinum fyri fyrstu ferð í tríggjar
mánaðir
Mynd: Reuters