Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-23, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. januar 2006síða 29

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 16 - 23. januar 2006 29 Oddaliðið kom heil­ skalað úr tveimum sera truplum dystum um vikuskiftið, og nú er sera trupult at síggja, hvør skal steðga teimum í FM- stríðnum Flogbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Oddurin kann knekka skriv­ aðu vit undan vikuskiftinum, og tað var júst hetta, sum hendi, tá Dráttur tvær ferðir hetta vikuskiftið fekk fulla úrtøku. At SÍ so eisini tapti sín dyst á heimavølli móti TB, gjørdi bara støðuna hjá Drátti enn hugaligari. Móti ÍF leygardagin stóð annars sera nógv á hjá Drátti, sum mátti síggja gestirnar fara avstað við teimum báð­um fyrstu settunum. ÍF megnaði sera væl at leggja trýst á Drátt, sum hevði ilt við at fáa móttøkurnar at koyra nóg væl, og alt bendi á, at FM-stríðið aftur skuldi blásast víðopið. Er tað nakað, sum hevur eyðkent liðið hjá Drátti í ár, so er tað tó, at liðið er sera væl fyri. Bæði sálar- og kropsliga. Fakta um dystin Í triða settinum fingu tær av álvara fatur um dystin. Tá móttøkurnar fingust í rættlag, eydnaðist eisini at leggja trýst á mótstøðuna, og hóast tær framvegis lógu undir, so koppaði sálarliga javnvágin í dystinum. ÍF var nær við bæði tey seinastu settini, men í báðum førunum var heimaliðið akkurát stinnari, og so kundi Dráttur við góð­ um treysti leggja leiðina móti Trongisvági til dystin sunnudagin. Og heldur ikki her vóru tær á oddaliðnum at steðga. TB legði annars bragdliga fyri og snøgt sagt knústi Drátt av fyrsta settið, men aftur sýndu vágakvinnurnar stórt sjálvsálit. Tær megnaðu fullkomuliga at venda dyst­ inum, og tó at settini hvør sær vóru spennandi, so noyddist TB at enda at geva skravin yvir. Soleiðis er Dráttur sjey stig undan næsta liðnum, nú tær hava sjey dystir efti at spæla. Gaman í hevur SÍ enn ein dyst til góðar, men munurin er somikið stórur, at tað skal vilja sera illa til, um Dráttur ikki skal standa við stóra steypinum, tá kapp­ ingarárið er av. Hart silvurstríð Dysturin um silvurið harðn­ aði tó nakað nógv hetta viku­skiftið. Leygardagin hevði TB verið í Sørvági, og her eydnaðist teimum at taka stigini við sær. TB var væl betri á degnum, og tó at heimaliðið royndi at gera ein vørr, so megnaðu tær ikki veruliga at venda gongdini. Enn er SÍ tó á øðrum plássi, men dysturin móti ÍF fer nú at líkjast einum veruligum lykladysti. Vinnur ÍF hendan, so verða bara eitt stig millum nummar tvey og fýra, og so verður av álvara spennandi at vita, hvør hevur bestu nervarnar í endaspurtinum. Seinasti dysturin hetta vikuskiftið var í Klaksvík, har Mjølnir við tryggum sigri á KÍF mest sum syrgdi fyri, at tað aftur í ár verða kollfjarðakvinnurnar, sum skulu spæla um sessin í deildini. Dráttur hevur beina FM-kós Enn einaferð prógvaði Dráttur stóru sálarligu styrkina á liðnum, tá tær vunnu trupla útidystin í Trongisvági. Eisini hóast TB so ruddiliga tók sær av fyrsta settinum Mynd: Áki Bertholdsen Flogbóltsúrslit Meistaradeild kvinnur Dráttur-ÍF 3-2 (22-25, 25-27, 25-20, 27-25, 15- 13) SÍ-TB 1-3 (20-25, 21-25, 25-22, 18-25) Mjølnir-KÍF 3-0 (25-18, 25-22, 25-22) TB-Dráttur 1-3 (25-11, 20-25, 22-25, 24-26) Meistaradeild menn Fleyr-ÍF 3-0 (25-15, 25-21, 25-7) Tryggur Fleyr-sigur Oddaliðið í mansflogbólti hevði ongar trupulleikar í heimadystinum móti ÍF 3-0 gjørdist úrslitið í dystinum, har ÍF einans vann 34 bóltar mótvegis teimum 75, sum Fleyr vann. Tá verður tosað um bank í flogbólti, og sum so undir­ strikaði hetta eisini styrkina, sum Fleyr tykist at hava. Enn halda teir í øllum førum rimmar-fast um oddasessin í deildini, og spurningurin tykist vera, hvørt nakað av hinum liðunum veruliga hevur styrkina at bjóða teimum av. -mørk FM-bólkurin v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Neistin 3 2 - 0 - 1 77 61 16 4 2 Stjørnan 3 2 - 0 - 1 78 66 12 4 3 VB 3 2 - 0 - 1 65 75 -10 4 4 Kyndil 3 0 - 0 - 3 55 73 -18 0 Niðari bólkurin v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 StÍF 3 3 - 0 - 0 76 57 19 6 2 Søljan 3 2 - 0 - 1 61 60 1 4 3 VÍF 3 1 - 0 - 2 65 72 -7 2 4 Tjaldur 3 0 - 0 - 3 62 75 -13 0 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 H71 3 2 - 0 - 1 354 298 56 12 2 VÍF 3 3 - 0 - 0 357 342 15 12 3 Kyndil 3 1 - 0 - 2 342 308 34 10 4 StÍF 3 2 - 0 - 1 325 323 2 10 5 KÍF 3 1 - 0 - 2 318 354 -36 4 6 Neistin 3 0 - 0 - 3 340 411 -71 1 Flogbóltsstøður Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Dráttur 13 13 - 0 39 12 27 16 2 SÍ 12 8 - 4 28 21 7 9 3 TB 13 6 - 7 25 22 3 8 4 ÍF 12 6 - 6 26 23 3 6 5 Mjølnir 12 3 - 9 15 30 -15 4 6 KÍF 12 1 - 11 9 34 -25 1 Meistaradeild, menn v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Fleyr 9 8 - 1 25 10 15 9 2 SÍ 8 6 - 2 21 10 11 6 3 Mjølnir 8 4 - 4 17 13 4 4 4 ÍF 9 3 - 6 14 20 -6 3 5 Nøvan 8 0 - 8 0 24 -24 0 Lesið -so eru tit við!