Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. januar 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 17 - 24. januar 2006 Øll trívast á Kongagøtu – Bæði børn og lærarar stórtrívast her, sigur Bjørg Olsen, samskipari í nýggja skúlanum í Kongagøtu. Skúlin hevur nú verið í brúk í eitt hálvt ár, og fullur aktivitetur er tá vit frá Sosialinum komu á vitjan ein hósmorgun í januar. skúli Inna Tørnroos inna@sosialurin.fo Fyrsti flokkur kemur rennandi inn og setur seg á teir gulu beinkirnar. ì dag skullu børnini arbeiða í verkstøðum, og tí deilur Bjørg tey upp í sjey ymiskar bólkar. Børnini taka penalarhúsini og renna inn í flokshølini. Nøkur taka roknibøkrirnar fram, onnur seta hoyritelefonir á, og aftur onnur seta seg at spæla kort. Soleiðis gera tey í 20 minuttir, til tað er tíð at skifta um og gera okkurt annað. – Verkstaðirnir eru sera vælumtóktir av børnunum. Vit hava tað í fyrsta og øðrum flokki, sigur Bjørg. Í skúlanum ganga fyrsti, annar og triðji flokkur. Tey eru uppbýtt í a og b flokkar har tað eru ávíkavist 13 og 15 børn í flokkunum. Tá vit spyrja børnini, hvat teimum dáma best í skúlanum, rópa summi rokning, meðan onnur halda fríkorterið er stuttligast. Sigast kann, at umstøðurnar at hava fríkorter í eru sera góðar eftirsum børnini hava fingið allan Grasagarð at spæla í. Nógvir nýtímans hent- leikar eru eisini á skúlanum – lyfta, ljóskanónir og góðar telduumstøður. – Enn hava vit ongi børn her, sum sita í koyristóli, men tað kemur sikkurt. Higartil er tað bara ein lærari sum nýtur lyftina, sigur Bjørg Olsen. Níggju lærarir arbeiða á skúlanum. Tey arbeiða í sokallaðum toymum, har tey sjálvi hava ábyrgd av skemalegging, avloysarum og øðrum fyrifallandi. – Tað fungerar fínt at arbeiða soleiðis, men tað hevur sjálvandi verið nógv arbeiði at fáa eitt skralltómt hús upp at koyra. Starvsfólkini hava staðið sera væl saman, og øll hava hjálpt til, sigur Bjørg at enda. Børnini trívast sera væl í nýggju hølinum í Kongagøtu. Mynd: Álvur Haraldsen Madrassir eru á gólvinum har børnini kunnu liggja og antin lesa ella lurta eftir bøkrum. Nýggi skúlin á Kongagøtu í Havn hevur bara eitt hálvt ár á baki. Børnini í fyrsta flokki sita og arbeiða í ymiskum verkstøðunum. Summi rokna, onnur skriva og aftur onnur tekna.