týsdagur 24. januar 2006síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 17 - 24. januar 2006
3
Klokkan eitt í
gjár varð fyrsta
skotið latið av í
Hovstunlinum. Um
eitt ár er væntandi, at
tunnilin er boraður
ígjøgnum
Hovstunnilin
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú er rættiligur skjøtil settur
á arbeiðið at bora tunnilin
ímillum Øravík og Hov.
Tað hendi klokkan eitt í
gjár, tá ið fyrsta skotið varð
latið av og nú verður so
arbeitt uttan íhald, til tunnilin
er boraður ígjøgnum.
Tað er íslendska felagið,
Ístak, sum ger arbeiðið og teir
hava annars verið á staðnum
síðani tíðliga í vetur, men
hesa tíðina hava teir brúkt
at fyrireika arbeiðsplásið
og at gera inntakið klárt at
sprongja í.
Bogi Hansen, verkfrøð
ingur, sum hevur eftirlitið við
arbeiðnum fyri Landsverk,
sigur, at væntandi er, at
komið er ígjøgnum tunnilin
um eitt ár og í desember
2007, skal hann verða klárur
at taka í nýtslu.
Hann sigur, at er vísir
fjallið seg ikki at vera heilt
ringt at arbeiða í, ivast hann
ikki í, at tíðarfreistin fer at
halda.
Hinvegin vita teir útfrá
teimum kanningum, sum eru
gjørdar, at tilfarið er ikki av
tí besta allastaðni.
Serliga Øravíkarmegin,
har teir eru byrjaðir at bora,
er fjallið vánaligt einar 100
metrar inn.
Men eisini mitt í fjallinum
er ein lind upp á einar 400-
500 metrar, sum er vánalig.
Annars verður mett, at
fjallið er gott, men full vissa
fæst ikki, fyrrenn borað
verður.
Tunnilin verður slakan 2,5
kilometrar metrar langur og
harafturat skulu góðar 2200
metrar av vegi gerast av
nýggjum ella broytast.
Í neðra er tunnilin 9,5
metrar breiður og koyribreytin
er 7 metrar. Atkomuvegirnir
eru 7 metrar breiðir við 1,25
metra breiðari vegøksl á
hvørjumegin.
Tað er við at
koma inflatión
í tey almennu
hátíðarhaldini, heldur
stjórin í Landsverki
Hovstunnilin
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tá ið fyrsta skotið varð latið
av í Hovstunlinum, var tað
gjørt mestsum í loyndum.
Sostatt var als onki
hóvasták gjørt burtúr hesi
hending.
Tað eru mong, sum eru
vónbrotin av, at púra onki
varð gjørt burturúr
Tá ið slíkar hendingar
eru, plaga verða skipað fyri
hátíðarhaldi aftaná, men í
hesum føri var hvørki vátt
ella turt at fáa.
Ei heldur vóru umboð
fyri Landsverk og landsins
myndugleikar at síggja.
Tað varð annas gjørt
klárt til hátíðarhald, tí
arbeiðshøllin varð ruddað
og hampað so at ein lítil
samkoma kundi vera inni
har.
Men so fingu tey at vita frá
Landsverki, at onki skuldi
gerast burturúr og tískil varð
skotið latið av uttan nakað.
Onkur av teimum, sum eru
vónbrotin av hesum, halda, at
tað var ikki neyðugt at skipa
fyri teirri stóru veitsluni, men
ein kaffimunnur kundi verið
til arbeiðsfólkið og onnur,
sum løgdu leiðina framvið,
tí talan er veruliga um eina
stórhending í Suðuroy, siga
vónbrotnir suðuroyingar,
sum vísa sína misnøgd.
Inflatión
Oyvindur Brimnes, stjóri
á Landsverki, sigur, at tey
hava gjørt av, at onki skuldi
gerast burturúr, nú fyrsta
skotið er latið av.
Men tað var ikki tí at tey ikki
tímdu til Suðuroyar, ella tí at
tey ikki untu suðuroyingum
eitt hátíðarhald.
– Tað eru so nógvir tunlar
og almenn arbeiði, at tað
er við at koma inflatión í
almenn hátíðarhald, sigur
stjórin í Landsverki.
Hann sigur, at fyrr var
vanligt at gera nógv burturúr,
tá ið fyrsta skotið varð latið
av í einum tunli, men tá
var ikki so ofta, at tunlar
vóru gjørdir. Í sambandi
við undirsjóvartunlarnir var
eisini hátíðarhald, men tað
eru størri verkætlanir.
Kortini sigur Óvindur Brim
nes, at hann væntar avgjørt,
at hátíðarhald verður, tá ið
seinasta skotið verður latið
og av og tá ið tunnilin verður
tikin í nýtslu.
Fyrsta skotið í
Hovstunlinum
Nú er arbeiðið upp á
Hovstunnilin byrjað av álvara
og á miðdegi i gjár varð fyrsta
skotið latið av. tað gekk alt,
sum tað skuldi og gongur sum
ætlað, er tunnilin boraður
ígjøgnum um eitt ár
Fingu hvørki vátt ella turt aftaná fyrsta skotið
r verður gjørt klárt at skjóta fyrsta skotið, men tað varð latið av, uttan at nakað sum helst hóvasták varð gjørt burturúr og tað er
fallið mongum suðuroyingi fyri bróstið