týsdagur 24. januar 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 17 - 24. januar 2006
5
Tann 1. mars
ganga allir tríggir
sáttmálarnir, ið
Reiðarafelagið fyri
Farmaskip hevur við
manningarfeløgini, út
Arbeiðsmarknaður
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Talan er um sáttmálarnar
við Føroya Skipara- og nav
igatørfelag fyri yvirmenn
á brúnni, sáttmálar við
maskinmeistarafelagið fyri
maskinmeistarar og sáttmálar
við sjómannadeildina hjá
Føroya Fiskimannafelag
fyri dekkarar. Á heimasíðuni
hjá Vinnuhúsinum stendur
at lesa, at allir tríggir sátt
málarnir ganga út 1. mars,
men enn eru samráðingar
um nýggjar sáttmálar ikki
byrjaðar.
Ein annar sáttmáli, ið
eisini gongur út 1. mars.
Tað er sáttmálin millum
Arbeiðsgevarafelagið og
Starvsmannafelagið um
starvsfólk á Føroya Tele. Her
eru samráðingar tó byrjaðar
um nýggjan sáttmála, og
tveir fundir hava longu
verið, skrivar Vinnuhúsið á
heimasíðuni.
Kendur
búnýtis
handil
letur upp
í Havn
Flestu konufólk
í Føroyum
kenna ivaleyst
handilsketuna
Inspiration, sum
hevur deildir í so
at siga øllum størri
býum í Danmark.
Nú verður so eisini
latið upp í Havn
Búnýtishandil
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Ivaleyst hava nógvir før
oyingar, og kanska ser
liga konufólkini, vitja í
onkrum av hesum handl
um, tá ið tey hava verið á
vitjan í Danmark. Í løtuni
verður lýst í bløðunum
eftir dagligum leiðara til
handilin.
Lutfalsliga
stórur handil
Nýggi búnýtishandilin
letur upp í nýggja bygn
inginum, Miðlon, sum
í løtuni verður bygdur
á Hálsi við síðuna av
bakaríinum hjá Gunnleivi.
Umframt deildina hjá
Inspiration fer eisini El-
giganten at hava deild í
bygninginum.
– Eg dugi ikki enn at
siga, nær vit fara lata
upp. Vit fara at lata upp,
so skjótt bygningurin
verður liðugur, men
nær tað verður, dugi eg
ikki at siga. Væntandi
verður tað tó umleið um
mánaðarskiftið mars/
apríl, sigur Majbritt E.
Winther, ið hevur tikið
stig til nýggja handilin.
Hon heldur, at tað er
tørvur á einum slíkum
handli í høvuðsstaðnum,
og er hon ógvuliga spent
uppá, at handilin letur
upp. Spurd, hvussu stór
ur handilin í Miðlon
verður, sigur Majbritt E.
Winther:
– Tað haldi eg ikki, at
eg fari at avdúka enn, men
eg kann siga so mikið, at
talan er um ein lutfalsliga
rættuliga stóran handil,
sigur hon.
Inspiration
hevur
umleið hálvthundrað
deildir í Danmark, og har
afturat er eisini ein deild
í grønlendska høvuðs
staðnum Nuuk.
Fleiri sáttmálar ganga út í næstum
Um ein góðan mánað, tann 1.
mars, ganga sáttmálarnir, ið
Reiðarafelagið fyri Farmaskip
hevur við manningarfeløgini,
út.
savnsmynd
Nú ber til hjá fólki,
sum hava hug og
tíð til at verða um
og sigla við gomlu
sluppini Westward
Ho, at tekna seg sum
„sluppvin“.
Westward Ho
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tey fólk, sum tekna seg sum
„sluppvin“, fáa møguleika
at virka umborð á sluppini
innan eitt øki, ið tey hava
serligan førleika til ella
serligan áhuga fyri.
Samvera eisini
stóran týdning
Fólkini, ið varða av gomlu
sluppini, siga, at sluppvinirnir
gera nógv ymiskt umborð.
Siglingarvirksemi er býtt
upp í tríggjar tættir. Tað
eru navigatión, dekk og
rigningur og so maskina og
tøkni. Hvørt av hesum økjum
hevur síðani ein samskipara,
ið leiðir og skipar sítt øki og
tey fólk, sum taka lut í júst
tí partinum.
Á henda hátt verður roynt
at fáa fleiri fólk at taka
sær av gomlu sluppini, og
samstundis verður eisini
roynt, at fólk skulu fáa
størri kunnleika til skipið
og førleika til at fara um
skipið.
Tey, ið hava áhuga fyri at
gerast „sluppvinir“, kunnu
tekna seg á heimasíðuni hjá
sluppuni, www.westwardho.
fo.
Fleiri vilja vera »Sluppvinir«
Tað var ein hátíðarlig løta, tá
ið Westward Ho í fjør summar
kom aftur á Havnina, eftir
hon í drúgt tíðarskeið hevur
verið til stóra umvæling í
Skotlandi
savnsmynd
Poppkorn fløgan er
kropin heilt ovast á
listan yvir mest seldu
fløgur hjá 3’aranum.
Tilsamans eru seks
føroyskar fløgur
millum 10 tær ovastu.
, millum hesar eru
fleiri fløgur, ið ikki
megnaðu at koma inn
á listan í jólasøluni.
Fløgusøla
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Listin hevur ikki verið virk
in seinastu vikurnar, men
seinasti listin í 2005 hevði
fløguna Popplist 4 á ovastu
rók, har hevði hendan fløga
ligið í fleiri mánaðar, hesa
vikuna er Popplist 4 dottin
niður á triðja pláss. Sambært
umboðsmanninum hjá Popp
korn Eyðfinn Jensen hevur
Poppkorn selt umleið 2800
eintøk av fløguni, og við
ovasta plássi á sølulistanum
eru tey 3000 eintøkini, ið
vórðu gjørd av fyrstan tíð,
skjótt útseld. Poppkorn eru
í uppskoti til planetina fyri
besta nýggja á Planet Awards
28. januar.
Planet fløgur
koma inn aftur
Tvær av fløgunum, ið eru
í uppskoti til planetina fyri
bestu fløgu, eru komnar inn
á listan hesa vikuna. Talan er
um Førist hjá Páll Finnur Páll
og Morning Dew hjá Høgna
Lisberg, ið liggja á áttanda
og níggjunda plássi.
Báðar fløgur vóru á list
anum tá tær komu út, Høgni
Lisberg var bert tí einu vikuna
á listanum, meðan Páll Finnur
Páll vóru fleiri vikur innið
onkra av vikunum ovast.
Kim og Dynamit
enn við
Kim Hansen, ið er í upp
skoti til planetina fyri besta
sangara, og hansara savns
fløga Alt, liggur aftur hesa
vikuna ovaliga á listanum,
hesa vikuna á sætta plássi.
Ein onnur savnsfløga tann hjá
Dynamit hevur eisini verið
trúgv á listanum, síðan hon
kom út. Hesa vikuna er hon á
fimta plássi.
Eingin listi uttan Now
Sum vant er ein Now
fløga millum best seljandi
útlendsku fløgurnar. Hesa
vikuna er tað Now 14, ið er
á øðrum plássi. Savnsfløgan
hjá Eminem Curtain Call
er á fjórða plássi, meðan
System Of A Down og Korn
umboða harða rokkin á 7. og
10. plássi
Poppkorn eru gjøgnumførdur vælframleiddur føroyskur poppur
Poppkorn ovast á sølulistanum