Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. januar 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 17 - 24. januar 2006 Formaðurin í SEV- umboðsnevndini fer at kalla saman til fundar so skótt sum gjørligt, men hann sigur, at tað er púra greitt, at umboðsnevndin kann ikki viðgera, hvør skal vera formaður í stýrinum og hvør skal vera stjóri í SEV SEV-Ósemja Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Eg fari at kalla umboðs­ nevndina saman so skjótt, sum tilber. Men talan er um sera álvarslig mál og tí mugu øll skilja, at vit mugu hava neyðugu tíðina til at fyri­ reika okkum til fundin. Hans Tausen Olsen, for­ maður í umboðsnevndini avsannar staðiliga, at talan um um manglandi virðing, at hann hann ikki hevur kalla umboðsnevndina saman enn. Tað er annars hetta sum Leivur Hansen, rør fram­ undir aðrastaðni í blaðnum í ­dag. Hans Tausen Olsen sigur, at 51 limir í umboðsráðnum og minnilutin í stýrinum hava biðið umboðsnevndina koma saman, so tað er ongin ivi um, at nevndin verður kallað saman – Men Minnilutin í stýr­ inum má skilja, at talan er um so mikið stór mál, at vit mugu hava tíð til at fyrireika okkum til fundin. Hans Tausen Olsen sigur, at hann og um­boðs­nevnd­ar­ limirnir skulu kunnast um tað, sum skal viðgerast á fundinum. – Eg skyldi umboðs­ nevndar­limunum at lýsa málið væl og virðiliga, so at teir vita, hvat teir skulu taka støðu til, tá ið teir koma á fund. Hvussu tað skal gerast í hesum føri, er støða ikki tikin til enn. – Tað kann gerast skrivliga til hvønn nevndarlim. Men tað kann kann eisini gerast soleiðis, at vit ferðar runt og halda økisfundir kring landið fyri umboðsnevndarlimum, sigur Hans Tausen Olsen. – Eg royndi heldur ikki at forhála málið, tí eg fari at kalla saman til fundar so skjótt sum yvirhøvur gjørligt. Tí fari eg heldur ikki at bíða longur enn allar­ hægst neyðugt, sigur Hans Tausen Olsen. Annarss heldur hann fram­ vegis fast um, at tað er púra greitt, at tað er stýrið, sum setir stjóra og loysir hann úr starvið. Tað er eisini stýrið, sum skipar seg sjálvt. – Tað eru ikki spurningar, sum umboðsnevndin kann leggja seg út í. Um­boðs­ nevndin kann tí ikki stað­festa, hvør skal vera stýrisformaður og hon kann heldur ikki siga, hvør skal vera stjóri í SEV. – Men umboðsráðið kann altíð velja nýtt stýri og tað verður hesin spurningurin, sum verður avgerðandi á fundinum. Tað sama er galdandi við sjálvari umboðsnevndini. – Eisini umboðsnevndin skipar seg sjálv, so um­boðs­ nevndin kann altíð velja nýggjan formann. tað skal bara vanligur meiriluti til á einum umboðsnevnarfundi til at velja formann, sigur Hans Tausen Olsen. Annars skilir hanna heit­ anina um fund so­leiðis, at nevndarlimir vilja verða kunnaðir um grund­ gevingarnar fyri ætlaðu uppsøgnina av Klæmint Weihe. Annars undrast hann á inn­kallingina, tí tað var ongantíð ætlanin, at øll mál skulu leggjast fyri umboðsnevninda. Somuleiðis stendur tað beinleiðis í viðmerkingun­ um til viðtøkurnar, at spurn­­ingurin um stjóran og deildarstjórar, eru spurn­ ingar, sum hoyra heima undir stýrinum. Men nú verður tað so lagt fyri umboðsnevndina, so fáa vit at síggja hvussu leikur ferð. Minnilutin í stýrinum ætlar at krevja, at Klæmint Weihe, John Danielsen og grannskoðarin verða við á fundinum. – Tað havi eg als ongar trupulleikar við, tí talan verður um ein opnan fund, sigur Hans Tausen Olsen Annars fegnast hann um, at ein uppgerð er á veg í SEV, so at arbeiðsfriður fæst aftur. At hann drálar við at kalla umboðs­ nevndina saman til fundar, vísir manglandi virðing fyri okkum, sigur Leivur Hansen, sum framvegis heldur seg vera formann í SEV- stýrinum SEV-Ósemja Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Eg skilji ikki, hví Hans Tausen Olsen ikki vil kalla umboðsnevndina til fundar. Leivur Hansen, sum fram­vegis heldur seg vera formann í SEV stýrinum, heldur, at formaðurin í Umboðsnevndini mangl­ar virð­ing fyri minnilutanum í stýrinum fyri SEV og fyri teimum 51 limunum í umboðsnevndini, sum hava biðið um, fund. Minnilutin í SEV- stýr­inum og 51 limir í umboðsnevndini hava heitt á Hans Tausen Olsen, formann í umboðsnevndini um at kallað umboðsráðið saman við stytst møguligari freist at viðgera ósemjuna í SEV. À hesum fundinum er ætl­anin at umboðsráðið skal viðgerða ætlanin at siga Klæmint Weihe, stjóra úr starvi. Somuleiðis skal umboðsnevndin taka støðu til um nýggju formaður skal veljast fyri umboðsráðið og at enda skal støða takast til um, nýtt stýrið skal veljast. – Tað var næstseinasta fríggjadag, at vit heittu á for­ mannin í umboðsnevnd­­ini um at kalla umboðsnevndina saman at viðgera hesi viður­ skifti, men enn hevur Hans Tausen Olsen ikki latið við seg koma, sigur Leivur Hansen. – Síðani einar tríggjar, fýra ferðir afturat heitt á Hans Tausen Olsen um at kalla umboðsráðið saman, men tað er framvegis ikki hent. Heldur tú, at Hans Tausen Olsen roynir at forhála málið? – Tað kundi sæð soleiðis út, men eg veit ikki, hvat endamálið skal vera við tí. Í øllum, førum er hetta ikki nøkur virðing at vísa minnilutanum í stýrinum og teimum 51 limunum í um­boðsnevndini, sum hava biðið um fund við stytst møguligari freist. Annars hevur Hans Tausen Olsen, boðað frá, at talan er um eitt álvarsmál og at hann tí má hava stundir at fyrireika seg væl og virðiliga. – Eg veit ikki, hvat tað eru fyri fyrireikingar, sum skulu til. Støðan er sum hon er og tað er onki at fyrireika seg meiri til. Nú snýr tað seg um at fáa umboðsnevndina saman sum skjót­ast, so at greiða kann fáast á við­ urskiftunum. Leivur Hansen sigur, at minni­lutin í stýrinum hevur kravt, at Klæmint Weihe, John Dani­­elsen grannskoðarin hjá SEV, sleppa at vera við á fundinum og sleppa greiða frá og serliga eigur stjórin at fáa høvi til at greiða frá grundgevingunum fyri ætl­ aðu uppsøgnini. Skilir minni og minni Leivur Hansen sigur eisini, at hann skilir minni og minni av øllum. – Nú er stýrið kallað saman fríggjadagin at góð­ kenna nýggja stjóran og rakstr­arleiðaran. Men hetta hevur minnilutin í stýrinum onki fingið at vita um. Á síðsta stýrisfundi spurdu vit, hvønn ætlanin var at seta sum stjóra og rakstrarleið­ara, men tað kundu vit onki fáa at vita um. Seinnu frættu vit í fjølmiðlunum, at stýrið hevði sett stjóra og rakstrarleiðara. Hetta er ein avgerð, sum minnilutin onki veit um, men kortini eru vit samankallaðir fríggjadagin at góðkenna starvssetanirnar. Hann sigur, at minnilutin í stýrinum er hildin heilt uttanfyri, bæði í sambandi við ætlanina at koyra Klæmint Weihe frá og at koyra seg frá sum stýrisformann. – Tað var ongin saklig viðgerð av teimum mál­ un­um, tí allar avgerðir vórðu tinkar frammaundan. Núeru vit so eisini boðsend fríggjadagin at staðfesta nak­rar starvssetanir, sum vit ongan lut eiga í. Leivur Hansen sigur, at hetta eru talandi dømi um arbeiðslagið í stýrinum og á fundinum fríggjadagin ætlar hann eisini at gera vart við sína misnøgd við mannagongdirnar. Leivur Hansen sigur, at hann fekk annars tilboð frá meirilutanum í stýrinum um at halda fram sum formaður í stýrinum. – Men treytin var, at eg tók undir við at koyra Klæmint Weihe frá. Men tað vildi eg ikki, tí eg haldi ikki, at grundgevingarnar fyri at koyra hann frá, eru sakligar. Hvørjar grundgevingarnar eru, vil hann ikki siga nakað um. Er tað ikki stýrið, sum setir stjóran og loysir hann úr starvi? Jú, undir vanligum um­støðum er tað so. Men vit halda, at hetta eru heilt óvanligar umstøður, har meirilutin á sera ódemokratiskan hátt, ætlar at avsiga stjór­ an. Tí er tað neyðugt, at umboðsnevndinfær høvi at siga sína hugsan, heldur Leivur Hansen. Annars heldur hann, at tað er alnyðugt at fáa arbeiðsfrið í SEV, tí ósemjan sum er, darvar og ávirkar arbeiðið í SEV. Kortini vil hann ikki útgreina hetta nærri. Dráli ikki longur enn hægst neyðugt Hans Tausen Olsen vanvirðir okkum Longu fríggjadagin skal stýrið í SEV aftur í eldin. Tá skal stýrið góðkenna nýggja stjóran og rakstrarleiðaran. Tað er ein avgerð, sum vit ongan lut eiga í og á fundinum fara vit at gera vart við okkara misnøgd við arbeiðslagið og tað ódemokratisku mannagongdina í stýrinum, sigur Leivur Hansen