týsdagur 24. januar 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 17 - 24. januar 2006
7
_ Javnaðarflokkurin
tekur frástøðu frá
sjónarmiðum Ger-
hards Lognberg, tá
hann m. a. sigur, at
hann ikki hevði viljað
sett ein samkynd í
starv
ORÐASKIFTI
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
– Starvsnevndin í Javnaðar-
flokkinum hevur á fundi í
dag viðgjørt greinina hjá
Gerhardi Lognberg í bløðu-
num, har hann m. a. nevnir,
at hann sum skúlastýrislim-
ur ikki hevði sett ein sam-
kyntan í starv, var hann
frammanundan kunnaður
um hetta.
Soleiðis segði Javnaðar-
flokkurin í tíðindaskrivi í
gjár.
_ Starvsnevndin tekur
frástøðu frá hesum sjónar-
miðum, tí sjálvandi skal
eingin borgari í hesum
landi verða forðaður í vinn-
umøguleikum, hvørki av
hesari ella aðrari ósakligari
grundgeving, sigur Javnað-
arflokkurin, hvørs starvs-
nevnd er av teirri fatan, at
tað skal vera rúm fyri øllum
borgarum í Føroyum.
Røddir í Javnaðarflokki-
num hava verið frammi um,
at Gerhard Lognberg skal
noyðast at taka orðini aftur,
men tað ætlar hann ikki.
Løgmaður segði við bæði
útvarpið og sjónvarpið í
gjárkvøldið, at málið nú var
avgreitt á tann hátt, at Javn-
aðarflokkurin tekur frá-
støðu frá nevndu sjónar-
miðum, og at meira ikki
verður gjørt við málið.
Og flokkurin ger ikki
meira við málið.
– Tingbólkurin hjá Javn-
aðarflokkinum hevur fund
aftur hósdagin, og hatta
málið er ikki á skránni, sig-
ur skrivari Javnaðarfloks-
ins, Jens Johan Dam.
Gerhard Lognberg sigur í
lesarabrævi á síðu 10 í
blaðnum í dag, at hann fer
at taka orðini í seg aftur.
– Løgmaður vísir á frælsi
í flokkinum, hóast hann als
ikki er samdur við mær, og
tað góðtaki eg eg fult út,
sigur Gerhard Lognberg,
man hann tekur ikki orðini
í seg aftur.
– Sum eg skilji á úttalils-
um frá floksfeløgum, so eri
eg borin til altarið, klárur at
ofra. Tað verður so ein av-
gerð, um onnur enn eg
skulu taka. Men mínar
meiningar, tær kann so í
hvørfall eingin taka frá
mær, sigur Gerhard Logn-
berg.
Taka frástøðu frá
sjónarmiðum Gerhards
– Mínar meiningar kann so eingin taka frá mær, sigur Gerhard Lognberg, sum ikki ætlar sær at
taka orðini aftur um, at hann (sum skúlastýhrislimur) ikki hevði sett ein lærara í starv, um
hann segði honum, athann var samkyndur
Landstýrismaðurin í
mentamálum hevur
valt Árna Dahl at
stjórna Skúlabóka-
nevndini
SKÚLABØKUR
Tíðindaskriv
Árni, sum er lærari á Før-
oya Læraraskúla, hevur
verið lærugreinaráðgevi í
føroyskum, formaður í
Móðurmálslærarafelagnum
og hevur rikið bókaforlagið
Fannir
Í ár eru 70 ár liðin, síðani
løgtingið gjørdi skipan fyri
Skúlabókagrunnin.
Eftir
fleiri tillagingar varð í fjør
lýst nýggj lóg um útgávu av
undirvísingarmiðlum.
Nýggja lógin loysir av
»Lóg um útgávu av skúla-
bókum«, sum er frá 1959.
Frá bók til miðlar
– Í hesari broyting frá skúl-
abókum til undirvísingar-
miðlar síggja vit greidliga
rákið um allan heim serliga
hesi seinastu árini, sigur
nývaldi formaðurin í Skúl-
abókanevndini.
– Í skúlunum er bókin
ikki longur einasti miðilin,
staðfestur Árni Dahl.
Skúlabókanevndin skal
sambært grein 4 í nýggju
lógini geva stjóranum á
Skúlabókagrunninum ráð
um útgávu av undirvísing-
armiðlum.
– Sum formaður fari eg
at síggja til, at útgávuætlan
fyri árini fram til 2010
verður orðað, sigur Árni
Dahl og leggur afturat, at
bókin - eisini skúlabókin -
fer altíð at liva.
– Men mítt meginstavn-
hald er, at allur føroyskur
skúlaungdómur skal kunna
finna sín egna heim og
høvuðsheimildir viðvíkj-
andi umheiminum á góðum
føroyskum máli á alneti-
num, sigur nývaldi formað-
urin í Skúlabókanevndini
Árni Dahl.
Hinir limirnir í Skúla-
bókanevndini eru Lydia
Didriksen lærari, Magnus
Tausen formaður í Føroya
Lærarfelag, Kristinbjørg
Høgnesen studentaskúla-
lærari og Maria Gregersen,
handilsskúlalærari og lestr-
arvegleiðari. Stjóri á Før-
oya Skúlabókagrunni er
Helena Dam á Neystabø.
Árni Dahl formaður í Skúlabókanevndini
– Føroyskur skúlaungdómur skal kunna finna sín egna heim á
alnetinum, sigur nývaldi formaðurin í Skúlabókanevndini
Árni Dahl
Foto: Birgir Kruse
LP útgávan av Viva
la Republica skriv-
ar føroyska hittlist-
asøgu hesa vikuna,
sum fyrsta LP á søl-
ulistanum í 15 ár
TÓNLEIKUR
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
LP’in hjá 200 er hesa
vikuna komin brakandi
inn á annað pláss á lista-
num yvir mest seldu
tónleikaútgávur
hjá
3’aranum. Hetta er ein
søgulig hending, tí tað er
fyrstu ferð í 15 ár, at ein
føroysk LP er á einum
hittlista yvir mest seldu
útgávur.
Terji Rasmussen sendi
200 LP’ir av Terja og
Føstufressum á markn-
aðin beint fyri jól, men
hóast talan er um ein
veruligan klassikara í
føroyskum tónleiki, so
slapp tann LP’in ikki inn
á listan hjá 3’aranum.
Ring føroysk vika
Einans Curtain Call hjá
Eminem er framman
fyri Viva La Republica
vinyl. Hetta er somu-
leiðis fyrstu ferð í fleiri
mánaðar, at ein útlendsk
fløga er ovast á sølulist-
anum. Samanumtikið er
hetta ein ring vika fyri
føroyska fløgusølu, tí
einans tríggjar føroyskar
útgávur eru á listanum.
Eingin Popplist ella
Perlur
Mest selda fløga í sein-
astu viku Poppkorn er
dottin niður á triðja
pláss. Hjalti Skaalum
eigur fløguna á tíggj-
unda plássi. Merkisvert
er, at Popplist 4, ið hevur
verið trúgv inni í toppi-
num av listanum er dott-
in heilt út. Tað sama er
galdandi fyri Perlurnar
hjá Dynamit, ið hevur
verið á listanum, síðan
hon kom út. Fløgurnar
Førist hjá Páll Finnur
Páll og Morning Dew
hjá Høgna Lisberg, ið
komu inn á listan aftur
seinastu ferð eru eisini
dotnar út.
Viva la Republica
á vinyl selur