týsdagur 24. januar 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 17 - 24. januar 2006
Í dag 24. januar 2006 verður Óli Petersen sjeyti ár. Óli
hevur nú í mong ár teknað her í blaðnum og vit nýta høvið
at ynskja honum hjartaliga tillukku. Óli er sermerktur sum
listamaður. Ja, hann er so sermerktur, at vit í grundini ikki
hava orð á føroyskum fyri hansara sermerktu list. Tað, ið
hann letur frá sínum penni er humor og satira - í orðabókini
umsett til skemt og speisemi. Hesi orð lýsa ikki rættiliga
tað, sum Óli ímyndar, sum júst er humor og satira. Men vit
vilja so fyri góðan ordans skuld nýta skemt og speisemi.
Hansara øki er karikatururin, oftast ein sera vinarlig men tó
avskeplað og skemtilig mynd av veruleikanum.
Blaðteknarar, teir sum nýta karikaturin, eru samfelgsins
eygleiðarar og viðmerkjarar. Óli er meistarin á hesum
øki. Hann kennir fyrr enn nakar annar øll rák í øllum teim
um umhvørvum har maktmenniskjuni ferðast og makt
strukturarnir blóma. Hetta er uttan mun til um talan er um
politik, átrúnað ella vinnulív. Óli dugir betur enn nakar
blaðmaður ella politiskur viðmerkjari at lýsa kjarnuna í
einum máli ella eini hvørji støðu. Við at lýsa kjarnuna
er hann oftast ómetaliga beinrakin og kemur samstundis
sannleikanum nærri enn hann kanska sjálvur er greiður
yvir. Hann røntgenavmyndar tað uppblásta og óektaða og
ger tað láturligt. Tað er ikki stuttligt at vera fyri, hevur
mangur ásannað. Óli P. minnir sostatt eitt sindur um barnið
í ævintýrinum Nýggi búni keisarans hjá H.C. Andersen.
Óli P. er eitt natúrtalent av teimum heilt sjáldsomu, og vit
ynskja øll, at hann framyvir ansar væl eftir hesum talenti.
Óli er framum alt stuttligur, men hann kann samstundis
vera hvassur serstakliga, tá ið hann avmyndar hykl ella
maktmenniskju, ið gera sær dælt av teimum mongu við
breknu og verjuleysu skipanum í okkara lítla samfelag. Hetta
kemur eisini til sjóndar, tá hann avmyndar fylgjurnar av
skeivum ella illa umhugsaðum politiskum avgerðum. Hvør
minnist ikki tekningina Vaktarskifti á Landsjúkrahúsinum.
Hon er klassikarin í eini langari røð av hesum slagi av
tekningum, ið avmynda tápuligar politiskar avgerðir, sum
ongantíð skuldi verið tiknar - groteskar, rámandi, stuttligar
og samstundis ikki sørt óhugnaligar tekningar, ið vit kortini
ikki vildu verið fyri uttan.
Samfelagið er lítið, øll kenna øll og sera torført er mangan
at kalla tingini við teirra røttu nøvnum uttan at hetta fær
óhepnar fylgjur bæði á ein og annan hátt. Men Óli dugir
hetta kynstrið at siga tað, sum onkur má siga - at seta orð
á tað, sum ikki eigur at verða tagt burtur ella bara sleppur
at fara aftur við borðinum. Hann hevur sagt meira um
føroyska samfelagið enn fleiri doktararitgerðir tilsamans
hava megnað. Jú víst kann Óli vera hvassur, men hann
er samstundis heilt ómetaliga stuttligur. Hansara sublima
humor og hansara geniala satira gera, at fá fólk taka sær
tikni av skemtinum og oftast er hann hóast alt tann mildi.
Listafólk, sum Óli gera okkum gerandisdagin lættari. Einki
er so sunt fyri okkum menniskju sum at flenna, siga lækn
arnir. Óli fær okkum at flenna at teimum, sum tola tað.
Hann fer ongantíð eftir tí veika ella eftir honum, sum liggur
niðri, tí hann er sannur humanistur og hevur einki av tí
misantropiska, ein við hvørt finnur hjá karikaturteknarum.
Óli P. er ein sannur humoristur og satirikari í altjóða klassa.
Føroyingar eru vorðnir góðir við Óla og hava tikið hann til
síni hjørtu. Vit ynskja hjartaliga tillukku og gleða okkum
til nógvar skemtiligar tekningar komandi árini.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Óli P.
VIÐMERKINGAR
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónssekreterur:
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl‑an
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
– Teir vaknaðu við
kaldan dreym og gjørdu
mína grein til stórpolitikk
– og gloyma tann veruliga
politikkin, skrivar
Gerhard Lognberg
Eg má nokk siga, at jólini
hava gjørt okkum ting
menn, og tey sum mettu
seg nær tingsessi hjá Javn
aðarflokkinum, dovin og
sløv.
Jóanes Eidesgaard, løg
maður hevur verið sáblaður
niður um allar grensur ósak
liga, men tinglimir floksins
og teir og tey, sum næstan
vunnu sær sess, ikki hava
lætt lítlafingur, men kanska
hava hugsað sum so, hatta
má løgmaður sjálvur um.
Eg skrivaði eina grein fyri
at vísa á, at okkara løgmaður
hevði annað uppiborið enn
at verða húðflettur av Høgna
Hoydal.
Í dag fekk eg svar frá
Høgna Hoydal, og hevði eg
væntað tað.
So eg ætlaði at svara
Høgna so væl eg kundi.
Høgni hevur hvassan penn,
og er journalistur haldi eg. So
komi eg, neyðars maður við
míni rørleggjaraútbúgving,
men eg royni at halda meg
framat. Havi fingið so frætt
í vøggugávu, at mær dámar
pennin, tá eg siti einsamallur
og droymi meg vekk.
Men hvat var tað sum nú
hendi. Eg eri í fastatøkum
við Høgna Hoydal. Ja, eg
skal verja meg sum best.
Mitt sum vit dystast, so
hoyri eg korunar og svørini
glinta stál ímóti stálið.
Nú havi eg mínar egnu í
rygginum. Fremstur stendur
hann, Bergur P. Dam, og
vil jarðleggja Sandoyar
tingmannin. Næst ríður
hin tiltikna flokstrúgva
javnaðarkvinnan Helena á
Neystabø og lovar bál og
brand yvir henda løgtingslim
úr Sandoynni, sum ikki tekur
við hennara ráðum.
John Johannessen vil ikki
siga dómin soleiðis beint
fram, men bíðar til høvdið
á Gerhard verður víst fram
á silvurfatið.
Síðani ríður annar fram,
sum er heldur sprelkin.
Hann er ikki í Javnaðarfloks
skaranum, men hevur eisini
tikið koruna fram. Er er hin
navnframi vinmaður mín,
Bill Justinusen. Hann vil
einki kennast við henda
ekstremistin úr Skopun
og metir, at rættast var, at
hann bleiv fastsettur fyri
at forfylgja teimum sam
kyndu.
Jú, nú stendur á gomlum
nøglum. Nú skal skil koma
á. Gerhard skal vigast í
flokkinum og helst tveitast
út í kuldan, tí hann skal
ikki prøva upp á at siga sína
hugsan.
Pápi mín, sum kundi verða
nakað uppfarandi, men skjótt
blíður aftur, plagdi at siga
við mammu mína, »Jóhanna,
hatta Hornstrossið av Sandi
blandað við treiksni úr Skúv
oy fái eg aldrin bilbukt á.«
Sjálvur meti eg meg verða
vælsignaðan við nakað av
hesum, so tað verður ringt hjá
Bergi Dam, at siga Gerhard
hvat hann skal siga.
Eg bað í míni grein ongan
misskilja meg við vilja, tað er
nú gjørt væl og virðuliga.
Tá tað verður sagt, at eg
skal taka orðini aftur, so
verður tað ikki gjørt. Hvat
við øðrum í flokkinum, sum
hava úttalað seg í ríkiligt mát
mótsat mínum meiningum?
Um so skuldi verið, at
flokkurin vildi av við meg,
so havi eg einki val. Men eg
trúgvi, at nógv fólk í okkara
kristna landi eru samd við
mær. Eg veit, hvat ið eg
standi inni fyri, og tað skal
eingin taka frá mær. Hvørja
fer eg havi meiningar, ja so
reagera fólk úr flokkinum
ímóti mær.
Eg hevði ikki verið nógvar
dagar í flokkinum, áðrenn
fyrsta yvirlýsingin var bæði
í bløðunum og útvarpinum
frá flokkinum.
Eg má nokk siga, at ikki
havi eg havt tað stóru verjuna
í Bergi P. Dam. Hann hevur
altíð hartað meg, og vóni
eg ikki, at eg komi fyri tað
vanlagnu, at eg fari at venda
mínum egnu sjónarmiðum
bakið, og fari at elta Bergi í
hansara hugsanum.
Tær hava so ikki rokkið
higartil fyri at fáa sæti á
tingi. So neyvan hava veljar
arnir í høvðustaðnum hild
ið hansara meiningar verið
tær bestu. Men kanska nú
fer at bragda, nú hann hev
ur hyggjuráðini at varpa
Gerhard út úr Javnaðarflokk
inum.
Eg eri so bláoygdur, at eg
haldi meg hava tænt Javn
aðarflokkinum líka væl sum
Bergur P. Dam.
John Johannesen og eg hava
oftani verði ósamdir um hesi
viðurskifti, og verður sagt, at
flokkurin noyðist at leggja
ein linju í teimum etisku
málunum. Um tað er ætlanin
hjá Bergi, John og Helenu,
at eg skal fáa munnkurv, so
fara tit heilt skeiv. Tað sum
eg standi inni fyri, komi eg
ongantíð tilskammar við, tað
lyfti eigi eg.
Løgmaður er meiri sakligur
í síni talu. Vísur á frælsið í
flokkinum, sjálvt um hann
slettis ikki er samdur við
mær, tað góðtakið eg fult
út.
Eg noyðist at enda við
úttalilsinum hjá Bill Just
inussen. Ja Bill, hvat
skal eg siga. Jú tú er ikki
samdur við hesum ekstrema
javnaðartingmanninum. Jú
men, hví skuldi tú verði
samdur við mær, helst havi
eg verið so innbilskur, at vit
vóru samdir.
Men tá eg læs gomlu
Dimmu, kundi eg síggja,
at ein av mínum harðastu
mótstøðumonnum er júst
tú Bill. Tað ørkymlar meg,
mann kann skjótt fella fyri
freistingini, ella møguliga
ikki rætt siteraður? Tað
kundi meiri enn so komið
fyri?
Men sum eg skilji á
úttalilsinum, so eri eg borin
til altarið, klárur at ofra. Tað
verður so ein avgerð, sum
onnur enn eg skal taka.
Men mínar meiningar, tær
kann so í hvørfall ongin taka
frá mær.
Eingin kann taka meiningarnar frá mær!
Løgtingsmaður
Gerhard
Lognberg