Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-24, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. januar 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 17 - 24. januar 2006 9 VIÐMERKINGAR Eitt fullkomiliga mein­ ingsleyst og politiskt gelt kjak hevur ørkymlað føroyingar nú í meira enn ein mánað. Er tann nýggjasta í rúgvuni av fráboðanum ígjøgnum mong ár frá Danmark til ST um Føroyar eitt stig nærri fullveldinum ella eitt stig burtur frá fullveldinum? Í sær sjálvum er hon hvørki Enn einaferð hevur tað eydn­­ast Høgna Hoydal at fyri­gykla fólki bál og brand. Løgmaður hevur framt landa­ svik, siga tjóðveldisfólk og billa veljaranum inn, at hend eru stór national afturstig, sum forða fyri frælsum Før­ oyum. Jú, tað ljóðar heilt ræðu­ ligt. Og spurningurin er, um løgmaður ikki átti at verið brendur á báli. Ella í øllum førum koyrdur frá. Men er støðan í veru­leik­ anum so ræðulig? Nei, støðan er als ikki ræðu­lig. Og vit føroyingar hava framvegis sama rætt og sama møguleika at loysa frá Danmark, sum vit hava havt í langa tíð. Trupulleikin fyri Tjóðveldisflokkin er bara tann, at hetta krevur ein breið­ an meiriluta fyri loys­ingini í før­oysku veljarafjøldini. Fólkið ger av Kjakið um sjálvsavgerð­ar­ rættin er uttan iva eitt spenn­ andi kjak fyri teoretik­arar. Men tað verður ikki hetta kjakið, ið tryggjar loys­ing­ ina. Sambært danska ser­frøð­ inginum í fólkarætti, Frede­ rik Harhoff, er hugtakið um sjálvsavgerðarrætt eitt útvatnað teoretiskt prin­sipp. Nakað tað sama segði fyrrverandi skrivarin hjá Høgna Hoydal, stjórn­ málafrøðingurin Sjúrður Skaale, eisini í útvarpinum herfyri. Danska stjórnin hevur ferð eftir ferð gjørt púra greitt, at tað stendur føroyingum púra frítt at fara úr ríkinum, um vit ynskja tað. Tað er hetta, vit skulu hefta okkum við, og ikki eina ella aðra regluliga fráboðan til ST. Hesa fatan hevði Harhoff eisini í Útvarp­ inum mikukvøldið. Hann gjørdi greitt, at fráboðanin til ST ongan mun ger, hvørki so ella so. Tískil fara bæði Høgni Hoydal og løgmaður skeivir, tá teir leggja so nógv í ST fráboðanina. Allarhelst við vilja... Føroyar kunnu loysa, tá ella um ein nóg stórur meiri­ luti av Føroya Fólki ger tað av. Er Føroya Fólk fyri, so tora danir ikki at vera ímóti. So einfaldur er veruleikin. Alt hitt tosið er eitt slag av escapismu. Ein roynd at flýggja undan aktuellum polit­iskum trupulleikum og fáa almenna kjakið at snúgva seg um okkurt abstrakt, ið minni enn fimti hvør veljari skilir. Hjá Høgna er fólkið trupulleikin Í 1998 settu Høgni, Anfinn og Helena sær fyri at loysa. Tey umboðaðu eina sam­ gongu við evarska lítlum meiriluta á løgtingi og inn­ an­hýsis vóru tey langt frá samd um, hvussu farast skuldi fram. Onkur teirra setti enntá sum krav, at meirilutin ikki mátti vaksa. Javnaðarflokkurin skuldi undir ongum umstøðum sleppa at vera við í ætlanini á nakran hátt, var kravið frá minsta flokkinum. Og soleiðis bleiv. Minsti møguligi meiriluti við størst møguligum ó­semj­ um og manglandi undir­­tøku frá fólkinum fór til Dan­ markar at samráðast um loys­ingina. Sjálvandi mis­ eydnaðist tað við eitt brak. Framvegis er hvørki nóg stórur meiriluti á Løgtingi ella í fólkinum fyri at loysa frá Danmark. Ongin av stóru flokkunum vil heldur hoyra talan um at fara í samgongu við Høgna Hoydal, so leingi hann er mest ódiplomatiski politikarin á løgtingi. Tí­skil er loysingin ikki á dags­skrá. Tað er hetta, ið er trupulleikin hjá Høgna Hoydal, og tí roynir hann øll møgulig snildi at fyri­ gykla fólki eina røð av óveru­ ligum ræðusøgum. Alt fyri at gloyma veruleikan og ger­ andisdagin. Ræðusøgurnar umaftur Hetta við ræðusøgunum og ókvæmisorðunum er ikki nakað ókent fyribrigdi hjá Tjóðveldisflokkinum. Júst somu snildi vórðu nýtt, tá fullveldisætlanin skeiklaðist á sinni. Tá skuldi Jóannes Eidesgaard og javnaðarfólk annars eisini brennast á báli – í fluttum týdningi sjálvsagt. Kann úr rúgvuni nevna hesi brotini úr einum lesarabrævi. Tað er ein av tinglimum Tjóð­ veldisfloksins, ið skrivar í Dimmu 29. sept. 1999: “... fremstu skutilsveinar donsku imperialista” “Myndin av trojanska hest­inum trokar seg fram­ at, hesaferð fyri so vítt inn­ antómur, men kortini fullur av quislingahjørtum.” “...Javnaðarflokkurin og leiðsla hansara uttan um vitanina hjá sínum ger­and­ isveljara hava framt landa­ svik móti Føroya fólki...” “...fólkapensjónin hjá sama P. M. Dam var blóðpengar fyri at steðga framgongd Tjóð­veldisfloksins og frælsis­ stremban landsins.” Og so vóru tað øll hini ótespi­ligu persónsálopini á Jó­annes Eidesgaard, ið ikki eru verd at endurtaka her. Kann tó nevna, at Útvarpið kendi seg noytt at koma við einari treytaleysari umbering eftir eitt fúlt persónsálop móti Jóannesi Eidesgaard fyri opnari mikrofon leygar­ kvøldið 28. oktober 2000. Soleiðis er kjakið aftur í dag. Tí aftur nú er neyðugt at fjala útyvir egna ómegd. Skal løgmaður brennast á báli? Løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin John Johannessen Kommunurnar hava stovn­að og eiga elfelagið SEV. Tað verður stýrt av eini um­boðsmannanevnd, ein­ um stýri og einum stjóra.  Ognarluturin hjá hvørji ein­stakari kommunu í el­fe­ lagnum er uppgjørdur í egin­ ogn felagsins. Eginognin øll var ultimo 2004 gjørd upp til 306,6 mió krónur. Av teimum átti Tórshavnar kommuna 122 mió kr. Tórshavnar kommuna stend­ur fyri so mikið stórum parti, at hon eigur at ganga á odda at hava gott skil á SEV. SEV hevur til endamáls og skyldu at veita øllum komm­ unum, t.e.. øllum fólkum í Føroyum, streym fyri sama prís og av somu góðsku Eitt einfalt endamál, sum ikki er til at misskilja, og streymur kemur eisini út í hvønn krók. So langt so gott. Javnan í andgletti Men kortini er felagið javnan í andglettinum. Í seinastuni serliga orsakað stríðum mill­ um teir ráðandi. Millum um­boðsnevndarformann og stjóra, millum um­boðs­ nevndarformann og part av stýrinum, millum part av stýrinum og stjóran og millum partar av stýri­num síná­millum. Fyri fyrst er hetta endað við, at meirilutin av stýrinum hevur latið stjóranum ætl­an­ arskriv um at siga honum upp og sent hann til hús, með­an málið gongur. Meirilutin í stýrinum hev­ ur eisini valt nýggjan stýris­ formann, tí formaðurin, sum sat, tók ikki undir við upp­sagn­ ar­ætlanini hjá meiri­­lutanum. Um­­­boðs­­­nevnd­ar­­for­mað­urin hev­ur eftir øllum at døma tik­ ið undir við meirilutanum í stýrinum, tó at hann ikki hevur atkvøðurætt, men bert eygleiðarastøðu í stýrinum Minnilutin í stýrinum hev­ur kært avgerðirnar hjá meiri­lutanum inn fyri um­boðsnevnd­ina og biðið um trý punkt á skrá fyri fund í umboðsnevndini. 1. Viðgerð av leiðsluviðurskiftunum í felagnum 2. Møguligt umval av umboðsnevndarformanni 3. Møguligt umval av stýrinum Hetta skal so vísa, um um­ boðs­­nevndin tekur undir við meiri­lutanum í stýri­num og umboðs­nevndar­for­mann­in­ um – ella ikki. Reglurnar siga, at kæra trígg­ir stýrislimir avgerðir hjá stýrinum inn fyri um­ boðs­nevndina, so eiga av­­gerð­ir­nar ikki at verða effek­­­tiver­aðar, fyrrenn um­ boðs­nevndin hevur talað. Kortini hevur stýris­meiri­ lutin sent stjóran til hús og sett fyribils stjóra og fyri­ bils rakstrarleiðara. Tað kann tykjast sum meirilutin í stýrinum er farin ov langt í hesum førum. Tað fáa vit so eisini at síggja á tilstundandi umboðsnevndarfundinum Toppurin av ísfjallinum Hetta er tað, sum almenn­ ingurin merkir til, at hug­l­ ag­­ið innanveggja í SEV er ikki gott. Hetta er topp­­urin av ís­fjall­in­um. Fyri SEV hevur hetta inn­ eftir tann týdning, at SEV er eitt baldrut arbeiðspláss og ein organisatión, sum er í stríð við seg sjálva. Og tað kann bara ørkymla felagið í tess arbeiði at veita sína tæn­­astu. Úteftir merkir hetta, at al­ menningurin hevur ivasamt álit á SEV og teimum, sum standa fyri felagsskapinum – eisini umboðsnevndini, sum er hægsta vald. Hvat er so galið? Maktstríð í toppinum, siga summi. Tað kann um­ boðsnevndin ikki vera kent við. Hon kann ikki lata fara aftur við borðinum, at orga­nisatiónin, sum hon er hægsta vald í, endar í spliti og stríði vegna maktstríð mill­um teir persónar, sum um­­boðsnevndin hev­ur sett og valt at stýra orga­nisa­ tiónini sína vegna. Hvussu kemst so burtur úr hesum? Tað gerst ikki bara við at villast sum tólv­ javningarnir í Runsivali og sláa hvør móti øðrum Umboða stóra ábyrgd Leingi hevur verið greitt, at bygnaðurin í elfelagnum SEV er eitt tungt apparat, sum ikki elvir til ábyrgd mill­ um teirra, sum hava evstu ábyrgdina. Hvør av 70 umboðs­nevnd­ arlimum, kennir á sær, at hetta er hansara/henn­­ara ábyrgd, og at tað er hann/ hon, sum skal loysa trupul­ leikarnar, tá ábyrgdin er stykkjað sundur í 70 lutir? Men umboðsnevndar­lim­ irnir umboða kommunur­ nar, sum eiga SEV. Umboðs­ nevndar­limirnir umboða eis­ini tann kapital, sum komm­unurnar hvør í sínum lagi eiga í el-felagnum eins og tær borga fyri skuld­ini hjá felagnum. Í ábyrgdini liggur tí eisini at fara væl um ognirnar vegna borgarnar. Í okk­ ara føri umboða vit 122 av 306 mió krónum, sum Tórs­havnar kommuna eig­ ur av eginognini hjá SEV. Samsvarandi part eiga vit av skuldini. Hetta er ábyrgd, sum vil nakað. Tessvegna hava um­boðs­ nevnd­arlimirnir ikki ann­að val, enn við skila­góð­um og fram­­sóknum av­­gerð­um at finna burtur úr teim­um trupul­leik­um, sum SEV er komið í. Er núverandi luta­fe­lags­ formurin, sum var vanligur fyri stór landsfeløg fyri 60- 70 árum síðani, ikki nóg góður, hvat er so nóg gott? Dømi um hendan fe­lags­ formin var lutafelagið Før­ oya Fiskasøla, har virkir og reiðarí vóru eigarar í ein­um lutafelag. Tað er so langt síð­­­­ani, at staðfest varð, at tann formurin var ikki nóg góður. Men hetta vóru hóast alt privat virkir, sum áttu og vóru limir. Fiskivinnan slapp burt­ur úr tí, tá L/F Føroya Fiska­søla fór av knóranum. Umskipast til partafelag? Í SEV eru kommunurnar eigarar. SEV letur hvørjari kontakt og hvørjari lampu, hvørjum steyra, hvørj­um húsi og hvørjum virki í Før­ oyum streym. Sostatt kann SEV valla fara fallitt, uttan at tað fær stórar fylgjur fyri fólk og framleiðslu í stundini – og ikki minst fyri eigararnar. Tí má organisatiónin um­ skipast innanífrá, og tað er bara umboðsnevndin, sum kann gera tað. Tað er mikið møguligt, at eitt slag av partafelag hevði verið ein gongd leið, har apparatið ikki er so tungt sum í dag, og stytri er millum ábyrgd og dagligdagin. Kommunurnar skula so ella so manna hetta felag, men tað er uttanhandað og ópraktiskt at lata eina nevnd, sum er meir enn tví­falt so stór sum løgtingið, hava evstu ábyrgdina. Uppskot, sum miðar ímóti at skipa felagsskapin um eftir nýtíðar prinsippum, eigur at verða lagt fyri um­ boðsnevndina á fund­inum, sum verður í næstum, so far­ ast kann til verka at fremja umskipanina sum skjót­ast. Stríð og balladu hava vit havt nokk av, og líkt er til, at hesi stríð og balladur skerja okkara landsfevnandi kommunala elfelag í tess uppgávu og ábyrgd at menna møguleikarnar fyri veitan av góðum, tryggum og bílig­ um streymi í landinum – til frama fyri okkum øll. Nú kommunurnar skula átaka sær alt fleiri uppgávur frá landinum, mugu tær eis­ ini vísa, at tær klára at stýra sínum egna alva. SEV eigur ikki at vera eitt kommunalt býtisbarn, men ein framherji í landsins menn­ing, soleiðis sum tað var ætlað, tá tað var gitið. Tí er valið einfalt. SEV – eitt kommunalt býtisbarn? Umboðsnevndarlimur í SEV Jógvan Arge