Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-24, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. januar 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 17 - 24. januar 2006 Myndin er av konfirmantunum, sum blivu fermdir tann 30. september 1906 í Havnar kirkju. Einasti persónur vit kenna á myndini, er drongurin sum situr nr. 5 f.v. fremst, hann eitur Mikkel Joensen og er úr Nólsoy. Hini nøvnini eru: Anton August Frederik Kragesten, Thomas Elias Poulsen, Rasmus Marius Sofus Thomsen, Gregorius Hansen, Sigrid Sivertsen, Helga Johanne Johannesen, Armgard Marie Christine Jacobsen, Anna Cathrine Sofie Samuelsen, Johanne Marie Niclasen, Elsebeth Marie Justinussen, Maren Elisabeth Vestine Joensen, Helene Salmine Hansen, Caroline Elking Antonette Jensen, Cathrine Sofie Egholm, Ida Marie Pouline Sofie Joensen, Johanne Christine Johansen, Amalie Sofie Mohr, Sunneva Josefine Cathrine Thomasen, Marie Elisabeth Jacobsen, Sofie Elisabeth Arge, Anna Petra Sofie Lambaa og Elisabeth Gudrid Vestine Henriksen, øll úr Havn. Úr Nólsoy vóru Hans Peter Nielsen, Mads Hvads Ferdinand Thomsen, Juliane Sofie Hansen, Inger Chritiane Mikkelsen og Petra Christine Anna Petersen, og hini vóru Oliver Sundberg (Hestur), Andreas Edvard Djurhuus (Kollafjørður), Jens Christian Skaalum (Vágur), Jens Christian Djurhuus (Kollafjørður), Antonius Martin Christian Colbjørnsen (Hestur), Jacob Danielsen (Argir), Poul Nicolaj Carl Jacobsen (Borðan), Jacobine Christine Sofie Simonsen (Norðradalur) og Johanne Nicoline Frederikke Niclasen (Koltur). 37 vórðu fermd tann 30. september 1906, tvær gentur og 14 dreingir. Á myndini eru 22 gentur og 11 dreingir. Vit heita á lesararnar um at hjálpa okkum við at seta røttu nøvnini á røttu persónarnar. Vinarliga ringið til Birgar Johannessen á tlf. 314647 ella 214647. Tórshavnar alfrøði: Konfirmantar í 1906 Í døgunum 24. til 29. januar skipar stýrið fyri Skopunar Missiónshús fyri vetrarstevnu. Karmar um stevuna verða missiónshúsið og ungmannafelagshúsið Samljóð í Skopun Møtir Skopun: Á stevnuni kem­ ur at verða lagdur dent­­ur á boðanina av geði­boð­ skapinum, sum kann um­broyta menniskju. Stevnan er eisini ætla at menna og styrkja tað andaliga lívið, eins og stevnan skal vera við at styrkja tann anda­liga felagsskapin, har vit uppbyggja hvønn annan í orðinum og bønini. – Skriftin lærir okkum, at orðið tók búgv okkara mill­um, orðið sum er Jesus Kristus. Jóhannes skrivaði: “Og vit skoðaðu dýrd Hansara, dýrd sum einborin sonur hevur frá faðir sínum, fulla av náði og sannleika.” – Tú skal verða vælkomin saman við okkum hesar dagar. Lat teg blíva upp­bygd­ an hesar dagar í orðinum, siga fyrireikararnir í einum tíðindaskrivi. Forbøn og samtala Á stevnuni verður høvið at koma til forbøn og samtalu. Hetta eru tænastur, sum heilt nátúrligt hoyra til við møtir og stevnur. – Tær royndir vit hava av tí megi sum er í orðinum og í Andans kraft, eru stórar og positivar. Vit hava sæð at fólk vórðu grødd frá ymiskum likamstrupulleikum. – Og vit hava sæð fólk blíva loyst frá stúran, ótta og øðrum plágum sum fólk er fjøtraði av í dag, verður sagt. Møguleiki er eisini at ringja inn og biðja um forbøn á tlf. 597-597. Við á stevnuni eru fólk, sum vita, hvussu tað er at vera bundin av alkoholi og stoffum, men sum kunnu siga frá, at tað einans er ein gongd leið út úr vónloysinum. – Hesi fólk kenna hesar trupulleikar, tey kenna málið, og tey vilja hjálp teimum sum ynskja tað, verður sagt. Undgómsmøti og familjumøti Leygarkvøldið kl. 23 verður eitt serstakt ungdómstreff í Samljóð, har ung úr Vágum og úr oynni skipa fyri ein­um kvøldi við nógvum sangi. Eisini verður drama framførsla. – Vit vóna at tað koma nógv fólk úr oynni til hettar ungdómskvøldið, siga fyri­ reikararnir. Sunnudagin kl. 14 verður familjumøtið somuleiðis í Samljóð. Vónað verður at tað verða nógvar familjur til hettar familjumøtið. Vetrastevna á Sandoynni NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Náttúra Beinta K. Jacobsen, starvsnæmingur Regini Samuelsen dámar væl at ganga túrar. Hann letur seg í eftir veðrinum. À sínum túrum millum dalar og uppi millum fjalla plagar hann at hava myndatólið við sær. Honum dámar væl at avmynda náttúruna, djór í nátturuni og fuglar. Ein av hesum túrum í Up­salahaga tók hann hesa myndina. Regin sá hesa haru og gekk spakuliga framá hana, har hon sat so fitt – og líkasum bíðaði eftir honum. Hann bar seg skjótt at og tók heasa frálíku og fittu myndina. So skjótt, Regin hevði av­myndað haruna, leyp hon avstað, og hann sá ikki í halaferðina á henni aftur. Tað er sjáldan at, tú sleppur so nær eini livandi haru í haganum. Tí hildu vit tað vera stutt­ ligt at prenta hesa myndina. Haran bíðaði eftir Regini Hesa myndina tók Regin Samuelsen ein kavadag í Upsalahaga í Klaksvík