týsdagur 24. januar 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 17 - 24. januar 2006
11
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Ruth Apol úr Havn
andaðist á Landssjúkra
húsinum sunnudagin
22. januar 78 ára gomul.
Kistan úr fer Lands
sjúkrahúskapellinum
mikukvøldið kl. 18.
Jarðarferðin verður úr
Vesturkirkjunikirkjuni
hósdagin 26. januar kl.
13.00.
Richard
Thomsen
úr Havn, ættaður úr
Sumba, andaðist leyg
ardagin 21. januar á
Landssjúkrahúsinum,
73 ára gamal. Kistan fer
úr Landssjúkrahúskapell
inum týsdagin 24. januar
kl. 18. Jarðarferðin verð
ur úr Vesturkirkjuni
mikudagin 25. januar
kl. 13. Sungið verður úr
Sálmabókini.
Regin Hansen, Ny
købeng Falster, ættaður
av Kjalnesi í Kollafirði,
andaðist sunnudagin 22.
januar, 71 ára gamal.
Johanna Horn andaðist
sunnudagin 22. januar í
Skagen, 98 ára gomul.
Jarðarferðin verður lýst
seinni.
Andlát og jarðarferðir
– Hetta var eitt sindur
býtt í morgun. Nú
fóru luftfjarðarnar á
bilinum, so her gerst
ikki meiri í dag, sigur
Martin Djurhuus,
rusksavnari í Skálavík
Rusksavnari
Snorri Brend
Norðskáli: Týsdagin var
Martin Djurhuus á veg til
Leirvíkar við nærum fullum
bili av ruski.
Ávegis til brennistøðina
steðgaði hann sum vanligt
á við handilin Inn á Norð
skála.
Her skuldi hann tøma
eina bingju fyri pappeskjur,
og síðani skuldi hann til eitt
stað aftrat - Shell-støðina á
Oyrarbakka - áðrenn kósin
varð sett móti Leirvík.
Men henda morgunin
hendi tað sera óhepna, at
luftfjarðarnar fóru aftanfyri
á bilinum. Og tí fekk hann
ikki tikið meiri rusk henda
dagin.
– Eg fari nú at tosa við
verkstaðið, og so finna vit
út av, hvat vit kunnu gera.
Kanska fer hann á verkstað
seinni í dag. Hetta var ikki so
gott, sigur Martin eitt sindur
harmur á málinum.
Bilurin hjá Martini kann
taka um 50 kubikkmetrar
av ruski. Og hann er nærum
fulllastaður hvønn einasta
dag.
Gott arbeiði
Martin hevur verið rusk
savnari líka síðani IRF
byrjaði.
Hann koyrir eftir fastari
skipan, og savnar rusk
inn bæði á Sandoynni og
aðrastaðni kring landið.
Mánadag savnar hann
rusk saman í Húsavík, Dali,
Skálavík og í Skopun, meðan
hann mikudag savnar ruskið
saman á Sandi, umframt tað
at hann tømir bingjur.
Týsdag og hósdag fer hann
so norður um Skopunarfjørð
við ruskinum, men hevur
so eisini fastar rutur í
Eysturoynni, nú hann er á
meginøkinum.
Fríggjadagurin fer sum
oftast til reingerð og við
líkahald av ruskbilinum.
Martini dámar væl hetta
arbeiðið sum rusksavnari.
Ella sum hann sigur tað:
– Hetta er eitt gott arbeiði.
Men eg veit ikki, um tað er
so spesielt. Tað er helst sum
so nógv onnur arbeiði.
Nógv rusk at heinta
Martin Djurhuus hevur verið við IRF, síðani tað byrjaði. – Hetta er eitt gott arbeiði, sigur hann
Mynd: Jens Kr. Vang
Dagurin
25. januar. Pálsmessa. Verður hildin til minnis um umvending Paulusar á leiðini til Damaskus í árinum 36. Á pálsmessu
koma súlan og lomvigin at landi. Súludagurin er hátíðardagur í Mykinesi, og í eldri tíðum varð dansað har henda dagin.
Erlendur biskupur var bispvígdur hendan dagin í 1269.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu, tá
okkara elskaði pápi, verfaðir, abbi og langabbi
Óli Johann Samuelsen
andaðist og varð borin til hvíldar.
Tøkk fyri kransar, blómur og peningagávur til
Frelsunarherin í Vági.
Tøkk tit øll, ið fylgdu honum til hansara seinasta
hvíldarstað.
Ein tøkk til Heimaforbundið hjá Frelsunarherinum
í Vági.
Børnini v/ familjum
Tøkk
Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu og hjálp,
ið varð veitt mær, tá ið góði vinur mín
Per Jørgen Nielsen
ættaður úr Kolding, búsitandi í Hoyvík
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk fyri blómur, kransar og heilsanir.
Tøkk til Ingu Poulsen Dam, prest, sangarar, berarar
og kirkjutænarar.
Tøkk fyri hjálp til jarðarferðina og takk til tykkum,
sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað.
Hjartaliga tøkk øll somul.
Familjunnar vegna
Arna
Týsdagin 17. januar 2006
hevði Sigrid B. Joensen í
Havn 40 ára starvsdag á
Tjaldurs Apoteki í Havn.
Sigrid byrjaði á gamla
Apotekinum í miðbýnum
í 1966, tá hon fór í læru
sum defektrisa, og í 1992
tók hon útbúgving sum
farmakonomur. Hon sigur,
at Apotekið er eitt sera
gott arbeiðspláss, og hon
trívist væl millum tey
umleið 60 starvsfólkini á
Trapputrøðni.
Sigrid er ættað úr Klaks
vík, dóttir Rakul, f. Hansen,
úr Fuglafirði, og Óla Hans
Biskupstøð úr Klaksvík.
Hon er gift Napolen Joensen,
og tey eiga tvær døtur:
Rigmor, sum býr í Norra, og
Rakul, sum býr í Danmark.
Barnabørnini eru 3 í tali.
Sigrid B. Joensen, Tórshavn:
40 ár á Tjaldurs Apoteki
Týsdagin 17. januar 2006
hevði Sigrid B. Joensen 40 ára
starvsdag á Tjaldurs Apoteki
í Havn