Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-24, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. januar 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 17 - 24. januar 2006 UTTAN ÚR HEIMI Vil sleppa til lækna Fyrrverandi serbiski for­ setin Slobodan Milosevic hevur biðið dómararnar í krígs­brots­manna­dóm­stól­ inum í Haag lova sær til Moskva, so hann kann fáa viðgerð fyri hjarta­trupul­ leikar. Hetta er aðru ferð, at Milo­sevic hevur søkt um at sleppa til viðgerðar í Russ­landi. Fyrru ferð segði rætturin nei, tí umsóknin var bara munnlig, men hesa­­ferð er hon á pappíri. Verjar hans­ara halda, at hann eigur at sleppa til Mosk­va, tí teir halda ikki viðgerðina í Haag vera nóg góða. Teir hava sam­ stundis veitt rættinum trygd fyri, at Milosevic kem­ur aftur úr Russlandi, men ákæruvaldið sigur seg ivast í hesum og vísir á, at fleiri av teimum skuldsettu krígsbrotsmonnunum frá kríg­num í gamla Jugoslavia eru eftir øllum at døma flýddir til Russlands og fjala seg har. Ein onnur grund­­geving fyri ivanum hjá ákæruvaldinum er, at kona Milosevic, sonur teirra og ein bróður fyrr­ verandi forsetan búgva í Moskva. Milosevic, sum var for­ seti í 13 ár, kann fáa lív­ langa fongsulsrevsing, verð­­ur hann funnin sekur í teimum krígsbrotsverkum og brotsverkum ímóti manna­­ættini, sum hann er ákærd­ur fyri. Írland er tað landið í ES, sum hevur ta størstu bú­skaparframgongdina, og eitt úrslit er, at nú er tørvur á arbeiðsmegi í landinum. Myndugleikarnir hava rokn­að út, at skal búskap­ ar­vøksturin standa við, skal arbeiðsmarknaðurin hava 50.000 fólk afturat um árið. Tey finnast ikki í Írlandi, og tí hevur stjórnin nevnt møguleikarnar fyri at útvega fólk úr Pólandi og baltalondunum. Men ein kanning hjá blað­num The Irish Times vísir, at 40 prosent av írun­um vilja als ikki hava eysturevropearar at nøkta tørvin á arbeiðsmegi, og 30 prosent siga, at Írland hevur longu ov nógvar eyst­ urevropear, og at stundin er komin til at senda teir heimaftur. 80 prosent halda, at tað kann vera rætt at innflyta arbeiðsmegi úr øðrum ES-londum, men at tað skal gerast undir strong­ um eftirliti. Sum er kunnu eystur­ evropear fara til Írlands at søkja sær arbeiði uttan at biðja um loyvi frá mynd­ ugleikunum har. Av hinum ES-londunum eru tað bara Bretland og Svøríki, sum hava hesar reglurnar, men ætlanin er, at reglurnar skulu galda øll ES-londini innan 2011. Fatah-leiðarin Mar­ wan Barghouti, sum situr í fongsli í Ísrael, vil hava teir báðar størstu flokkarnar at samstarva aftan á valið í morgin Val Árni Joensen fartekst@mail.dk Í morgin skulu palestinar velja nýtt tjóðarting. Tað er greitt, at valið stendur ímillum Fatah-flokkin hjá Abu Mazen, forsætisráðharra og tann politiska vongin av felagsskapinum Hamas. Higartil hevur Fatah sitið við valdinum, men tær seinastu kanningarnar benda á, at Hamas kann fáa meiri enn 30 prosent av atkvøðunum. Hendir tað verður Hamas ein álvarssom avbjóðing hjá Fatah. Men nú mælir ein av leiðarunum í Fatah teimum báðum flokkunum til at skipa stjórn saman eftir valið. Situr í fongsli Marwan Barghouti er eitt av oddavalevnunum hjá Fatah, men sjálvur sleppur hann ikki á ting, sjálvt mum hann verður valdur, tí hann situr í fongsli í Ísrael. Fyri trimum árum síðani tóku ísraelsmenn hann, og árið eftir varð hann dømdur fimm ferðir lívlangt fongsul fyri at hava medvirkað til álop á ísraelsmenn í teimum hersettu økjunum. Fyrrakvøldið kom Barg­ houti óvæntað á teir pale­ stinsku sjón­varps­skíggj­ arnar. Eygleiðarar halda, at ísraelsmenn loyvdu honum at siga sína hugsan, tí teir vilja heldur hava Fatah enn Hamas at vinna valið í morgin. Í samrøðu við Al Jazeera og Al Arabiya eggjaði Barghouti øllum palestinum til at fara á val í morgin. – Við at atkvøða eru vit trúgvir ímóti frælsis­bar­­dag­ anum, trúgvir ímóti pínslar­ váttunum og trúgvir ímóti Yasser Arafat og Ahmed Yass­in, segði Barghouti. Tað var neyvan av tilvild, at hann nevndi Ahmed Yass­in, andaliga leiðaran hjá Ham­ as, sum ísraelsmenn myrdu í 2004. Tí Barghouti vil hava Fatah og Hamas skipa samgongustjórn eftir valið. – Vit eiga at skipa eina landsumfatandi ný­skip­an­ arstjórn, sum skal hava dygg­an stuðul í tinginum og fólkinum, segði hann. Politiskir eygleiðarar í Ísrael ivast í, hvussu skilagott tað var av ísraelsmonnum at lova Barghouti upp í valstríðið. Summir halda, at tað kann geva Fatah nak­ rar atkvøður afturat, men aðrir halda, at tað kann eggja uppaftur fleiri til at velja tann meiri víðgongda Hamas-flokkin. Eftir ætlanini kemur heimsins størsta ferðamannaskip til Rio de Janeiro í morgin, men fleiri ferðafólk sýta fyri av skipinum, tí tey halda seg ikki hava fingið tað, sum tey hava goldið fyri Ferðasigling Árni Joensen fartekst@mail.dk Hendan seinasta mánaðin hevur ”Queen Mary” verið á rundferð í Latínamerika, men trupulleikar við einum av motorunum hava órógvað ferðina. Fyrst var skipið seink­að, tá tað byrjaði ferð­ina í Fort Lauderdale í Florida, og fyri at røkka teirri upprunaligu ferðaætlanini gjørdi reiðaríið av at avlýsa ferðirnar til Barbados, St. Kitts og brasilska býin Salva­ dor. Sum endurgjald fyri ta broyttu ferðaætlanina hevur skiparin boðið ferða­ fólkunum helmingin av peng­ unum aftur, men sambært BBC eru tað minni enn so øll, sum eru nøgd við tilboðið. Eitt av teimum misnøgdu ferðafólkuinum sigur við BBC, at tey kenna seg snýtt. Tey høvdu keypt ferðaseðil til eina rundferð, men fingu bara eina beinleiðis ferð úr Florida til Rio de Janeiro. – Reiðaríið átti at sagt okkum tað, áðrenn vit fóru úr Florida, og nú sýta fleiri fyri at fara av í Rio, sigur tann misnøgdi ferðamaðurin Alan Berg við BBC. Hann er eitt av teimum umleið 1.000 ferðafólkunum, sum skuldu enda ta ætlaðu rundferðina í Rio de Janeiro. ”Queen Mary” er heim­ sins størsta og dýrasta ferða­mannaskip. Tað er 345 metrar langt og 41 metrar breitt. Ferðafólk hótta við uppreistri umborð á ”Queen Mary” Vilja ikki hava eysturevropear­ Sjáldsamt hátrýst Tað er rættiliga vanligt hesa ársins tíð, at luftrýstið er høgt yvir Danmark og skandinavisku hálvoynni, men tað er sjáldan, at luft­ trýstið er so stórt, sum tað var í gjár. Danska veðurstovan sig­ ur, at á middegi í gjár var lufttrýstið yvir Danmark 1048 hPa, og tað er tað mesta seinastu 20 árini. Nak­að fyri middag var luft­trýstið yvir oynni Møn 1048,6 hPa, og so stórt hevur tað bara verið tríggjar ferðir fyrr tey seinastu 60 árini, sigur veðurstovan. Enn er tó nakað eftir, til trýst­ið setir met, tí tann 23. januar í 1907 ella fyri júst 99 árum síðani var tað 1062,5 hPa við Skagen. Tað stóra lufttrýstið í Danmark stavar frá ein­ um hátrýsti yvir Pó­landi, sum er um 1050 hPa. Tað hevur givið teim­um eysturevropeisku lond­un­ um frost niður í 30 kulda­ stig, og í Danmark máldi DMI meiri enn 16 kuldastig mánanáttina. Í einstøkum firðum er ísur lagstur á sjógv­in, og veðurmenninir siga, at stendur kuldin við einar fjúrtan dagar afturat, fara fleiri firðir og sund at frysta. Fatah og Hamas eiga at skipa samgongustjórn Marwan Barghouti hevur fingið fimm ferðir lívlangt fongsul í Ísrael Mynd: Reuters Slobodan Milosevic