Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-24, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. januar 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 17 - 24. januar 2006 13 Nr. 17 • týsdagur • 24. januar 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo Nú fyrsta oljuboring verður aftur á landgrunninum í mong ár verður aftur møguleiki hjá føroyskum fyritøkum at bjóða uppá arbeiði. Statoilstjórin vónar, at føroyingar bjóða seg fram og verða kappingarførir Oljusáttmálar Jan Müller jan@sosialurin.fo – Vit vilja gera okkara fyri, at føroyskir veitarar fáa so nógvar av sáttmálunum sum gjørligt. Hetta sigur Rúni Hansen, stjóri í Statoil, nú umleið eitt hálvt ár áðrenn farið verður at bora á land­ grunninum. Hetta er so eis­ini í tráð við andan í før­oysku lóggávuni um, at í tann mun føroyskar fyritøkur eru kappingarførar, skulu tær fáa lut í virkseminum rundan um eina oljuboring. Stena Don kemur í før­ oyskan sjógv miðjan juli og fer at bora í tveir til tríggjar mánaðir. Hetta er stutt tíð, tá hugsað verður um at fáa nakað týðandi virksemi burt­ur úr hjá føroyskum fyri­tøkum. Men hetta eru so umstøðurnar, nú tað bara verður ein brunnur boraður í ár. Tá oljufeløgini boraðu sínar fyrstu brunnar í 2001 vóru fleiri brunnar boraðir eftir hvønn annan, og tað gjørdi tað so nógv lættari og betri fyri føroysku tæn­ astu­vinnuna. Men hetta er so nýggi veruleikin, sum vinnan má taka við. Runavík Statoil hevur gjørt av at brúka úgerðarhavnina í Runavík. Hon hevur annars ikki havt nakað arbeiði síðani borað varð fyri nøkrum árum síð­ ani. Rúni Hansen vísir á, at aftrat utgerðarhavnini verð­ur so eisini møguleiki hjá føroyskum fyritøkum at bjóða uppá tey stóru arbeiðini tvs. supply- og standbyskip og tyrlusáttmálar. Aftrat hes­um koma so smærri sátt­ málar, sum eigararnir av bori­pallinum taka sær av. Og her vísir tað seg oftani, at fyritøkur, sum borifelagið longu samstarvar við, fær tær kontraktirnar tvs. heldur fram við verandi sáttmálum. Statoil vónar, at tær fyrstu kontraktirnar kunnu vera klárar at bjóða út í mars. – Eg vóni, at føroyingar fara at bjóða og vera kappingarførir sigur Statoilstjórin. Avmarkað tíð Uppá fyrispurning um ikki fyritstøðufelag hevur skyldu til at sannføra eigarar av boripalli um, at hesir eisini skulu brúka føroyskar vørur og tænastur sigur Rúni Han­ sen, at tað sjálvandi er teirra uppgáva at gera feløgunum greitt, hvørjar lógir eru gald­andi í Føroyum. Lógin leggur eisini upp til, at føroyingar fáa møguleika at vera við í virkseminum so nógv sum tilber. – Talan er tó bara um eitt virksemi í 2-3 mánaðir, men vit fara sum fyristøðufelag sjálvandi at siga við borifelagið, at har teir kunnu og har teir ikki hava tilfar oa. við, og har føroysk virki kunnu bjóða seg fram, har mugu teir eis­ ini royna at geva føroysku fel­ øgunum ein tjans at bjóða. Her kann talan t.d. vera um viðlíkahaldsarbeiði og catering. Men tá báturin hevur ligið við eini langari kontrakt í Noregi og bara skal virka her í stutta tíð, so tað er ikki so beint fram. Men hetta er so nakað, sum komandi mánaðirnir fara at vísa. Oljuútgerðarhavnin í Runavík verður brúkt í komandi oljuleiting Mynd Jens K Vang – Vóni at føroyingar vera kappingarførir Rúni Hansen, stjóri hjá Statoil her stæddur til oljuráðstevnu í Norðurlandahúsinum. Skjótt verða stóru kontraktirnar bodnar út Mynd Jan Müller Brúk verður fyri oljuskipum og tyrlum í sambandi við boringina í summar