Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-24, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. januar 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 17 - 24. januar 2006 23 23. januar 2006 Toll- og Skattaráð Føroya Um skyldu at geva upp skattskylduga inntøku fyri 2005 Øll, sum skulu verða sett í skatt, skulu geva upp skattskyldugu inntøku sína, áðrenn freistirnar nevndar niðanfyri eru úti. Vanligir skattgjaldarar Sjálvuppgáva og kapitalvinningssjálvuppgáva fyri 2005 hjá vanligum skattgjaldarum, ið ikki hava roknskaparskyldu, skal vera Toll- og Skattstovu Føroya í hendi í seinasta lagi 15. mars 2006. Umleið hálvan februar verða sjálvuppgávur sendar út. Øll, sum fáa sjálvuppgávu, skulu lata hana innaftur. Samstundis fáa teir skattgjaldarar, Toll- og Skatt- stovan heldur seg hava rættar upplýsingar um í fyri- bilsskattaskránni, tó eina skattauppgerð, (eitt blátt skjal). Hesi fáa onga sjálvuppgávu. Eru upplýsingarnar á skattauppgerðini ikki rættar, skal sjálvuppgáva latast inn. Sjálvuppgávan fæst á økisskrivstovunum kring landið. Eisini er hon í bóklinginum ‘Skattinum 2005’, ið er sendur øllum húskjum í januar 2006. Framskundað skattauppgerð Tey, ið ikki hava annan frádrátt enn eftirlønargjald og ikki hava B-inntøku, fáa framskundaða skattauppgerð, um tey innan 1. februar 2006 lata sjálvuppgávu inn. Á hesi sjálvuppgávu skal bara gjaldið til eftirløn í 2005 verða upplýst, og skjalprógv skal leggjast við. Verða aðrar upplýsingar skrivaðar á sjálvuppgávuna t.d. B-inntøkur og/ella aðrir frádráttir, verður hon at rokna sum vanlig sjálvuppgáva. Tað merkir, at hesi fáa væntandi ikki skattauppgerð fyrr enn í fyrsta lagi í mars mánaði. Ognaruppgerð Tað er bara neyðugt at lata ognaruppgerð inn, um broytingar eru í ogn og skuld í mun til 31. desember 2004. Tó skulu øll tey, sum fáa ognaruppgerð frá Toll- og Skattstovuni, lata hana innaftur. Feløg o.t. Sjálvuppgávur, roknskapir og inntøkur av kapital- vinningi viðvíkjandi árinum 2005 hjá deyðsbúgvum, feløgum, felagsskapum o.ø. við roknskaparskyldu skulu vera Toll- og Skattstovuni í hendi í seinasta lagi 1. juni 2006, um roknskaparskeið teirra endar í ella fellur saman við álmanakkaárinum 2005. Umsókn um longda freist Freistin verður bara longd, tá serlig orsøk er, t.d. sjúka. Skrivlig umsókn skal latast Toll- og Skattstovuni. Freistin verður givin eftir avtalu í styttri tíð í senn, men kann ikki verða givin longur enn til 15. august 2006. Tá biðið verður um longda freist, skal hetta vera gjørt fyri hvørt felag sær, og harafturat verður kravt, at: - umsóknin er innlatin í seinasta lagi 1. juni 2006 - sjálvuppgávur og roknskapir fyri eldri ár eru innlatin. Sjálvstøðug vinnurekandi við roknskaparskyldu Sjálvuppgávur, roknskapir, ognaruppgerðir og inntøkur av kapitalvinningi viðvíkjandi árinum 2005 skulu vera Toll- og Skattstovuni í hendi sum tilskilað niðanfyri: Føðingardagur: Seinasti innlatingardagur: 1/1 – 28/2 1. apríl 2005 1/3 – 30/4 1. mai 2005 1/5 – 30/6 1. juni 2005 1/7 – 31/8 1. juli 2005 1/9 – 31/12 15. august 2005 GG! Væntandi verða hesar freistir broyttar. Tí er neyð- ugt at fylgja við í Kunngerðablaði A og á heimasíðuni hjá Toll- og Skattstovuni, www.tollskatt.fo Hava báðir hjúnafelagarnir skyldu at føra roknskap, kunnu báðir lata inn sambært tí freist, sum er galdandi fyri tann hjúnafelagan, sum hevur tann seinna føðingardagin. Umsókn um longda freist Freistin verður bara longd, um serlig orsøk er, t.d. sjúka. Skrivlig umsókn skal latast Toll- og Skattstovuni. Freistin verður givin eftir avtalu í styttri tíð í senn, men kann ikki verða givin longur enn til 15. august 2006. Tá biðið verður um longda freist, skal hetta vera gjørt fyri hvønn persón sær, og harafturat verður kravt, at: - umsóknin er latin inn, áðrenn nevndu innlating- arfreistir eru farnar - sjálvuppgávur, roknskapir og ognaruppgerðir fyri eldri ár eru innlatin. Kapitalvinningssjálvuppgáva Ein kapitalvinningssjálvuppgáva verður send saman við sjálvuppgávuni/skattauppgerðini. Sí nærri frá- greiðing í bóklinginum 'Skattinum 2005'. Kapitalvinningssjálvuppgávan skal latast inn við somu freistum, sum eru galdandi fyri vanligu sjálvuppgávuna. Persónar skulu ikki lata kapitalvinningssjálvuppgávu inn, um teir bert hava rentuinntøku frá føroyskum peningastovni ella postgiro, har skatturin er goldin. Sjálvuppgávur, ognaruppgerðir og roknskapir eru roknað fyri at vera latin inn rættstundis, tá ið tey eru latin í postin, ella eru Toll- og Skattstovuni í hendi í seinasta lagi teir innlatingardagar, sum nevndir eru omanfyri. Fellur seinasti innlatingardagurin á leygardag, sunnudag ella halgidag, verður seinasti innlatingardagur fyrstkomandi gerandisdag. Er fullfíggjað sjálvuppgáva ikki latin inn rættstundis, hevur Toll- og Skattstovan heimild at meta inntøkuna og harafturat at áleggja sekt. Sí eisini heimasíðu okkara: www.tollskatt.fo Internet Sosialur www.sosialurin.fo in