týsdagur 24. januar 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 17 - 24. januar 2006
Nr. 17 • týsdagur • 24. januar 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo
Veðrið
steðgaði
Tromsø
Føroysku útisetarnir strand
aðu í Bodø leygardagin, og
so vórðu ætlaðu landskapp
ingardystirnir av ongum.
Flogfarið, har liðið hjá
Rúna Weihe og Bárði
B. Mikkelsen eisini var
við, millumlendi í Bodø,
tá teir skuldu ferðast til
Trondheim. Her gjørdu
tekniskir trupulleikar tó, at
flogfarið ikki slapp avstað
alt fyri eitt. Og tá hann
samstundis øtlaði veðrið,
varð øll flogferðsla avlýst.
Tí mátti liðið gista
í Bodø, og heldur ikki
sunnudagin gjørdist talan
um nakran dyst. Her taldi
skráin annars toppdyst á
útivølli móti Kristiansand,
men sambandið úr Bodø til
Kristiansand er ikki serliga
gott, og í samráð við norska
flogbóltssambandið varð tí
avgjørt, at eisini tann dyst
urin varð útsettur.
-mørk
HB Cup
verður
leygar
dagin
Komandi leygardag skipar
HB fyri kapping í innan
durafótbólti fyri virki og
einstaklingar.
Kappingin verður í høll
ini á Hálsi í Havn. Hesi
seinnu árini hava slíkar
kappingar verið serstakliga
væl umtóktar, og í HB vóna
teir, at undirtøkan til hesa
kappingina eisini verður
góð.
Spælt verður við lítlum
málum, og á hvørjum liði
kunnu í mesta lagi verða
fimm leikarar. Fýra leikarar
eru á vøllinum í senn, og til
ber at hava ein eykaleikara.
Hvørt liðið hevur loyvi at
hava ein leikara, sum í
2005 spældi í antin 1., 2.
ella 3. deild.
Bowlinghøllin á Hálsi
í Havn letur vinningar til
vinnandi liðið.
Tilmelding til kapp
ingina fer fram á tlf.
219555 ella 585300 í
seinasta lagi mikudagin,
og luttøkugjaldið, sum er
500 krónur, skal gjaldast
við dómaraborðið, áðrenn
kappingin byrjar.
tn
Oddaliðini í fót
bóltskappingini í
fjør sluppu undan
hvørjum øðrum í
lutakastinum til
fyrstu umførini í
steypakappingini.
Bert í tveimum
dystum skulu lið úr
bestu deildini spæla
ímóti hvørjum øðrum
Løgmanssteypið
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Nú er greitt at spæla tvey tey
fyrstu umførini í kappingini
um Løgmanssteypið, sum er
steypakappingin hjá mans
liðunum í fótbólti.
Lutakastið var mána
kvøldið, og drigið var til
bæði fyrsta umfar og annað
umfar.
Í fyrsta umfari verða bert
fýra dystir, og her vóru tvær
lokalar uppgerðir drignar
upp úr glasinum. TB skal
spæla ímóti Royn, og SÍ skal
royna seg ímóti MB.
Vinnararnir av teimum
fýra dystunum í fyrsta umfari
fara víðari til annað umfar,
har øll hini feløgini eisini
koma upp í kappingina.
Tey fremstu fingu
heimavøll
Hóast møguleiki var fyri, at
tey fremstu liðini í Formula
deildini í fjør skuldu spæla
ímóti hvørjum øðrum longu
í øðrum umfari, so sluppu
hesi feløgini undan hvørjum
øðrum.
Meistararnir í B36 skulu
spæla ímóti vinnaranum av
dystinum ímillum TB og
Royn, og HB dróg Sumba/
VB á heimavølli. Skála skal
somuleiðis hava heimavøll,
og tað verður ímóti einum 1.
deildarliði – antin FS Vágar
2004 ella AB.
EB/Streymur fekk somu
leiðis heimavøll ímóti 1.
deildarliði, B71, meðan NSÍ
á útivølli skal spæla ímóti
antin MB ella SÍ.
Tveir dystir við
fremstu liðunum
Bert í tveimum førum skulu
lið í Formuladeildini spæla
ímóti hvørjum øðrum í 2.
umfari í steypakappingini.
HB fær vitjan av Sumba/
VB, meðan uppflytararnir úr
B68 fáa vitjan av ÍF.
ÍF var í finaluni í kappingini
í fjør, har liðið tapti ímóti
GÍ. Steypavinnararnir í fjør
drógu í 2. umfari LÍF á
heimavølli.
Fyrsta umfarið í kappingini
um Løgmanssteypið verð
ur 18. mars, og annað
umfar verður 25. mars.
Síðani verður drigið um
fjórðingsfinalurnar
í
kappingini, og tær verða
spældar Kristi Himmal
ferðardag 25. mai. Hálvfin
alurnar verða spælda 5. og
23. juli, og finalan verður á
ólavsøku tann 29. juli.
KR vann um viku
skiftið fyrsta venj
ingardystin undir
leiðslu av nýggja
venjaranum Teiti
Tórðarson, og
Rógvi Jacobsen var í
andglettinum
Fótbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Spælararnir í íslendska
felagnum KR hava vant
nógv í vetur, og um viku
skiftið spældu teir fyrsta
venjingardystin.
Tað gekk væl hjá føroyska
landsliðsspælaranum Rógva
Jacobsen í hesum venj
ingardystinum. Rógvi spældi
allan dystin í álopinum
hjá KR, og hann skoraði
tvey mál í 5-1 sigrinum á
Leikni.
Rógvi legði fyri og setti
punktum fyri trivaliga sigur
in, tí hann skoraði til 1-0 og
til 5-1.
Meginpartin av tíðini
spældi Rógvi saman við
Grétar Ólafur Hjartarson
í álopinum, og tað rigg aði
væl, tí Grétar gjørdi somu
leiðis tvey mál í hesum
dystinum.
Nýggjur venjari
Rógvi Jacobsen spældi
seinnu hálvu í fjør við danska
felagnum SønderjydskE,
men nú er hann aftur í
íslendska felagnum, og har
var nýgg ja byrjanin hjá hon
um í øllum førum stak góð.
Rógvi hevur nú spælt
36 dystir fyri KR, og hann
hevur gjørt 9 mál.
Venjingardysturin var
tann fyrsti við nýgg ja venj
aranum hjá felagnum Teiti
Tórðarson, og hann fekk
tí góða byrjan í nýgg ja
starvinum heima í Íslandi.
Teitur hevur annars virkað
sum venjari í útlandinum í
fleiri ár.
Rógvi fekk flúgvandi byrjan
Tey fremstu sigldu millum skerini
Kappingin um
Løgmanssteypið
1. umfar, 18. mars
TB-Royn
Fram-NÍF
FS Vágar 2004-AB
SÍ-MB
2. umfar 25. mars
HB-Sumba/VB
GÍ-LÍF
EB/Streymur-B71
B36-TB ella Royn
KÍ-Fram ella NÍF
SÍ ella MB-NSÍ
Skála-FSV04 ella AB
B68-ÍF
Spældur verður ein dyst
ur, og vinnarin fer víðari
í kappingini.
Drigið verður aftur 27.
mars.
Steypavinnararnir í fjør
skulu spæla lokaluppgerð í
steypakappingini. GÍ dróg
LÍF á heimavølli í øðrum
umfari av kappingini um
Løgmansteypið
Mynd: Álvur Haraldsen