týsdagur 24. januar 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
– Tað eru fleiri, sum
spyrja, um vit ætla at
selja, nú tað ljóðar,
at vit umhugsa at
selja partabrøvini í
felagnum, sum eigur
Núp, sigur reiðarin,
Erling Petersen
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Nógv skip eru seld seinastu
tíðina, og ikki minst er tal
an um línuskip.
Um ársskiftið skifti
Morgunstjørnan eigara, og
herfyri skiftu bæði Grani
og Fugltúgvan eigara.
Herfyri ljóðaði eisini, at
teir, sum eiga línuskipið
Núp í Klaksvík, eisini
umhugsa at selja.
Reiðarin, Erling Petersen,
sigur, at átta partaeigarar
eru í Núpi, sum felagið,
P/F S.J.G., eigur.
Fleiri spyrja
– Nú tað hevur ljóðað, at
vit umhugsa at selja parta
brøvini, hava fleiri áhug
aðir keyparar vent sær til
okkara.
Reiðarin sigur, at enn
hava partaeigararnir ikki
tikið nakra endaliga støðu
til sølu, men hann vísir á,
at tað kann hugsast, at ein
avtala kemur upp á pláss
seinni í hesi vikuni.
Erling sigur, at teir, sum
eiga skipið, ikki hava lýst
tað til sølu alment, og hann
dylur ikki, at eigararnir
við eini møguligari sølu
helst vildu sæð, at skipið
framhaldandi verður ver
andi í Norðoyggjum.
Felagið, P/F S.J.G. er
stovnað í 1992.
Einar 14 miljónir
Tey línuskip, sum seld eru
seinastu tíðina, hava ligið
um einar 13-14 miljónir
krónur, og sum skilst á
teimum, sum eiga Núp,
vænta teir, at prísurin fyri
skipið fer at liggja um hesa
leiðina.
– Men enn kann eg sum
nevnt einki siga um, hvussu
verður, tí enn er einki av
gjørt, sigur reiðarin, Erling
Petersen.
við føstum millumbilum og
goyma mátingarnar saman
við positiónini. Eftir umleið
hálvum øðrum ári koma
tær upp til vatnskorpuna og
senda úrslitini yvir fylgisvein
til lands.
– Øll henda mátiútgerðin
er dýr, og vit gera hesar
mátingar í samstarvi við
fleiri granskingarstovnar í
Evropu og USA við fígging
úr ymiskum útlendskum
granskingargrunnum, sigur
havfrøðingurin.
Aftrat nevndu mátingum,
verða mátingar av sjóvar
hita eisini gjørdar við Oyrar
gjógv á Vágoynni og á Lív
fiskastøðini í Skopun.
– Hesar mátingar verða
eisini gjørdar við sjálvvirk
andi útgerð, leggur hann
aftrat.
Broytingar
Bogi Hansen sigur, at
nógvu mátingarnar siga
okkum nógv ymiskt um
sjógvin kring Føroyar, og
hvussu ymisk viðurskifti í
sjónum kunnu ávirka lívið
í honum.
– Eitt nú síggja vit, hvussu
sjógvurin kring Føroyar er
broyttur, síðan vit fóru í holt
við at gera hesar mátingar.
Í seinastu ársfrágreiðing
hjá Fiskirannsóknarstovuni
vísti stovnurin á, at sjógvurin
inni við land í 2003 var heit
ari, enn hann hevur verið,
síðan hitamátingar byrjaðu
við Føroyar í 1914. Í so
máta líktist árið 2004 nógv
árinum fyri, tó at sjógvurin
inni við land kanska kólnaði
eitt vet.
Mátingarnar vísa eisini,
at sjógvurin inni við land
er feskari enn úti á, og hetta
kemst av, at tað regnar meira
yvir landi.
– Men høvuðsgongdin
hesi seinastu árini er tann
sama á grunnum sum á
djúpum, sigur Bogi Hansen,
havfrøðingur.
Mynd: Rógvi Mouritsen
Fleiri línuskip eru seld seinastu tíðina, og nú er upp á tal, at partabrøvini í Núpi eisini verða
seld. – Men enn er eingin støða tikin, sigur reiðarin, Erling Petersen
Mynd: Vilmund Jacobsen
Nr. 17 - 24. januar 2006
21
Bygdur: 1959
Smíðistaður: Søviknes, Noreg
Tilfar: Stál
Longd: 38,19 m
Breidd: 7,49
Dýpd: 6,24
BT: 354
Maskinslag: Callesen Diesel (1987)
Maskinorka: 633 hk
Eigari: P/F S.J.G.
Útgerðarmaður: Erling Petersen
Kelda: Skipalistin
FAKTA UM NÚP
Fleiri línuskip
skifta eigara