Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-24, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. januar 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tað sum ávirkar nøring og vøkstur av tilfeinginum – Mátiútgerð er dýr, og tí gera vit mátingar í samstarvi við fleiri granskingarstovnar í Evropu og USA við fígging úr ymisk­ um útlendskum granskingargrunnum, sigur havfrøðingurin, Bogi Hansen Havfrøði Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Bogi Hansen, havfrøðingur, hevur á heimasíðuni hjá Fiski­­rannsóknarstovuni eina áhugaverda grein um hav­frøði. Í greinini greiðir hann frá, at djórini og planturnar í sjónum alla tíðina verða ávirkað av umhvørvinum. – Gróðurin av plantu­ planktoni verður eitt nú ávirk­aður av streymi, hita, ljós­viðurskiftum og inni­ haldi av tøð­um í sjónum. Samanspælið Bogi greiðir frá, at djóra­ plank­ton etur plantuplankton og verða til mat hjá øðrum djórum. Soleiðis er gongdin, har hvør livir av øðrum. Samanspælið millum tær livandi verurnar og um­hvørv­ ið teirra verð­ur nevnt vist­ frøði. Havfrøðingurin vísir á, at skulu vit skilja millum tær broytingar, sum henda í sjónum, mugu vistfrøðiligar kanningar gerast. Á Fiski­ rannsóknarstovuni verður tí kannað, hvørji viðurskifti í sjónum ávirka nøring og vøkstur av tilfeingi okkara. – Í hesum sambandi verða kanningar eitt nú gjørdar av sjónum sjálvum, av plantu-og djóraplanktoni í føroyskum sjógvi og av umstøðunum hjá fiskalarvum og fiskayngli. Bogi sigur, at í stóran mun verða túrarnir hjá Magnusi Heinasyni lagdir soleiðis til rættis, at antin verða fleiri øki kannað á sama túri – ella verður nógv ymiskt arbeiði gjørt samstundis. Soleiðis verður pankton og umhvørvi eisini kannað á túrum, tá ið skipið annars hevur aðrar upp­gávur. – Kanningar av plankton og umhvørvinum kunnu eitt nú gerast, samstundis sum skipið ger yngulkanningar, yvirlitstrolingar ella silda-og svartkjaftakanningar, sigur hann. Mátingar Havfrøðingurin greiðir frá, at tá ið hitin í sjónum verður kannaður beinleiðis frá skipum, nýta teir eitt tól, sum nevnist CTD. Lagt verður stilt, og tólið verður lorað niður ígjøgnum sjógv­ in. Á vegnum niður mátar tað hita, saltinnihald, ljós­ styrki og fluorescensin í sjó­num. Fluoresensurin er eitt mát fyri innihaldi av plantuplanktoni. – Í 2004 vórðu 464 tílíkar kanningar gjørdar, og nógvar av hesum kanningum verða gjørdar á somu støðum hvørt ár, sigur hann. Bogi sigur, at umframt at máta sjógvin frá skipi, ber eisini til at leggja mátiútgerð út í sjógvin, sum kann liggja í langa tíð og gera regluligar mátingar. Útgerðin kann leggjast føst á einum staði í eina fortoyning – ella hon kann reka við streyminum uppi í vatnskorpuni ella á størri dýpi. – Í 2004 tóku vit 9 for­toy­ ningar við streym­mátarum upp, sum høvdu ligið næstan eitt ár og mátað - og vit løgdu til­samans 15 fortoyningar út­aftur. Hann sigur, at av hesum 15 eru tríggjar fortoyningar, sum hvør hevur ein so­nevnd­ an ”aanderaa” mátara, ið mátar streym á einum ávís­­um dýpi. Aðrar 10 verða nevndar ADCP- ir, sum senda ljósstrálur upp ígjøgnum sjógvin og kunnu máta streymin í fleiri løgum. At enda legði Fiski­­rannsóknarstovan eisini út­gerð niður á botn í tveimum støð­um við hitamátarum á. – Allar hesar fortoyningar gera mátingar regluliga, minst eina ferð um tíman og goyma úrslitini í sær. Tá ið vit taka tær upp, kunnu vit lesa mátingarnar. Bogi vísir á, at øðvísi er við teimum 6 RAFOS- boyunum, sum teir hava lagt út. Tær flóta við streyminum og halda seg á umleið 200 metra dýpi. Tær máta hitan Magnus Heinason á kanningarferð. Skipið hevur verið á nógvum kanningarferðum sum havrannsóknarskip Mynd: Rógvi Mouritsen – Tær nógvu mátingar siga okkum, hvussu ymisk viðurskifti í sjónum kunnu ávirka lívið í honum, sigur havfrøðingurin, Bogi Hansen 20 Nr. 17 - 24. januar 2006