Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-24, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. januar 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gott arbeiðspláss Tað eydnaðist kortini at fáa yvirtalað hesar báðar kvinn­urnar til eina stutta sam­røðu. Gott arbeiðspláss Mariann Nielsen byrjaði at arbeiða her á Bakkafrost í 1991. Tað vil so aftur siga, at hon hevur verið her í samfull 15 ár. Hon gjørdi seg fyrst lidna við skúlagongdina, m.a. við Húsarhaldsskúla, og fór síð­ ani higar at arbeiða. Spurningurin til hana er sjálvandi, - hví heldur tú fram at arbeiða á einum slík­ um virki? – Hví man blívur við? Tja, tað má vera tí at mær hevur dámað hetta. – Bakkafrost er í øllum førum eitt gott arbeiðspláss, sigur Mariann. Arbeiðið hjá Mariann er í reinskeringini. Áður var hon eitt skifti í kryvjingini. Hon byrjar hvønn dag um hálvgum átta-tíðina, og fer so heim kl. 4. Ofta verður klokkan tó eitt korter yvir. – Tað er einki specielt sum so við einum slíkum arbeiði sum hesum. Men her er gott at vera og mær dámar væl hetta slagið av arbeiði, sigur hon. Mariann er fáorðað og sam­ røðan er av. Hóast klokkuni vantar fáar minuttir í 12, so fer hon kortini oman aftur í skerihøllina. Hon letur seg í arbeiðs­ klæðini og nær líka at koma í gongd aftur, tá klokkan boðar frá døgurða. Einki við at spilla tíðina burtur uppá nakran máta! Sigrid Gaardbo er ættað úr Nólsoy, men er búsitandi í Søldarfirði. Hon hevur ar­beitt her í eini 12 ár. Hennara arbeiði er at pilka tey eftirverandi beinini burtur úr flakinum. Eftir at laksurin er skor­ in fer flakið gjøgnum eina pilkimaskinu, og so verð­ur hvørt einstakt stykki eftir­ hugt. – Her skal altso bara einki bein vera í, sigur Sigrid av­gjørd á málinum. Hon er samd við Mariann í, at sum so er tað ikki nak­ að serligt við hesum arbeið­ inum. – Tað er kanska ikki tað mest áhugaverda arbeiðið at pilka bein úr flaki. Men, man ger tað bara. – Tá ein hevur vant seg við hetta slagið av arbeiði, so er tað bara OK. Tingini ganga Sigrid arbeiddi áður í laksi í heimbygdini, men tá tað virkið fór av knóranum á sinni, fór hon út á Bakkafrost at arbeiða. Eins og Mariann, er hon fegin um hetta arbeiðið og arbeiðsplássið. – Her er gott samanhalda millum okkum. Vit hava eis­ ini ein góðan formann, sum fær tingini at ganga soleiðis sum tey skulu, sigur Sigrid. Samrøðan er liðug. Sig­ rid skundar sær aftur í ar­beiðsklæðini og á sítt pláss á Bakkafrost. Her er eingin tíð at spilla. Minuttirnir áðrenn døg­urða eru eisini av stórum týdn­ ingi. Hesir minuttir telja eisini í tí stóra samanhanginum! – Bakkafrost er eitt gott arbeiði, sigur Mariann Nielsen sum hevur arbeitt her síðani 1991 Nógv arbeiði er á Bakkaforst, og tí ræður um at hanga í. Eingin ivi er um effektivitetin hjá hesum virkisfúsu kvinnunum á Bakkafrost Tær arbeiða í vaktum – ein vakt møtir kl. 8 og tann seinna vaktin kl. 4 Nr. 17 - 24. januar 2006 19