týsdagur 24. januar 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Bakkafrost á Glyvrum
er kent fyri góðu fram
leiðslu sína úr laksi.
– Hetta er eisini eitt
gott arbeiðspláss,
eru tvey av starvsfólk
unum – Mariann Niel
sen og Sigrid Gaardbo
– eisini samdar um
Fiskaarbeiði
Snorri Brend
Myndir: Jens Kr. Vang
Glyvrar: Tá ein tosar um
fiskaarbeiði her á landi, so
eru tað mong sum yppa øksl
um tað.
Summi siga beinleiðis, at
hetta kundu tey ikki droymt
um at tykist við. Og so ser
liga ikki sum tilkomin og
eldri.
Fiskaarbeiði er ikki nakað
við framtíð í sær, verður
sagt. Ikki nakað, sum mong
ungfólk høvdu viljað brúkt
sína kostbaru tíð til.
Alt í lagi at arbeiða á einum
flakavirki eina einstaka
summarferiu. Men soleiðis
at hava til sítt lívsstarv, – nei,
tað er óhugsandi.
At skula fara til fara til
arbeiðis kl. 8 á morgni og
so fara til hús aftur, tá ein er
vorðin 67! Ein slík hugsan
man ræða mong.
Men tá ein soleiðis vitjar
virkir kring landið, so eru tað
framvegis fólk sum trívast í
hesum arbeiðinum. Summi
hava veruliga havt hetta sum
sítt lívsverk, og kundu ikki
hugsað sær at gjørt nakað
annað enn júst hetta.
Hóast tað mangan hevur
verið óstøðugt arbeiði, og
haraftrat eisini ótespiligt og
kalt á vetri, so halda tey á eitt
heilt lív í trúgvari tænastu á
einum slíkum fiskavirki.
Vit hava hitt tvær konur,
sum hava starvast á Bakka
frost í ávikavist 12 og 15
ár. Og tær trívast framvegis
í arbeiðinum, – tær báðar
Mariann Nielsen úr Sal
tangará og Sigrid Gaardbo
úr Søldarfirði.
– Jú, her á Bakkafrost er
sera gott at vera, halda tær
báðar, nú vit fingu eitt orð
við tær í farnu viku.
Á Bakkafrost arbeiða sjálv
andi eisini menn. Men henda
hósdagin í farnu viku, tá vit
vitjaðu virkið, nýtt vit bert
høvið at hitta hesar báðar
kvinnurnar.
Virkið virki
Beint fyri døgurða týsdagin
í farnu viku var úr at gera á
Bakkafrost.
Kvinnurnar í reinsker
ingini og pakkingini vóru
fult upptiknar í arbeiði
sínum, at tær nærum ikki
sansaðu umboðunum fyri
tíðindatænastuna sum vóru
komin at vitja á virkinum.
Vit vórðu víst til formannin
– ella forkvinnuna – í høllini.
Hon sat í eftirlitsrúminum og
tryggjaði sær, at tilgongdin
av rávøru gekk nóg skjótt
inn á virkið og at alt kom úr
aftur sum skjótast.
Ætlanin var at fáa orðið
á onkra av hesum kvinnum,
sum á sín serliga hátt eru
við til at tryggja útflutning
okkara.
Ivasamt mundi kortini
vera, um tað fór at eydnast,
tí her treyt ikki arbeiði. Neyv
an var nøkur teirra serliga
hugað at verða avbrotin í
arbeiðinum, bert tí Sosialurin
var komin á vitjan.
Klokkan var farin at nærk
ast hálvgum tólv, og nú
var farið at styttast til døg
urðasteðgin. Kanska onkur
kundi takast burtur frá, nú so
stutt var eftir til middags.
Bakkafrost – eitt
– Tað er kanska ikki tað mest áhugaverda arbeiðið at pilka bein úr flaki. Men tað skal so gerast,
sigur Sigrid Gaardbo úr Søldarfirði
18
Nr. 17 - 24. januar 2006