týsdagur 24. januar 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
at nøkta orkutørv
aðrastaðni í so mong ár, má
gera sær greitt, hvønn orku
politikk man ætlar sær at
reka í framtíðini.
Magni Arge heldur eisini,
at var tað nakað, sum kom
so greitt og týðliga fram frá
fyrilestrarhaldarunum, so
var tað sannroyndin, at vit
eru so bundin at oljuni sum
orkuveitari, ja so nógv meira
bundin enn nógv flest onnur
samfeløg eru. Tí var tað eis
ini sera hugaligt at síggja
bæði SEV, Seawave og Røkt
og eisini onnur initiativ, sum
Súsanna Sørensen greiddi
frá, og sum øll bera á tað
borðið, at man hyggur eftir,
hvussu vit kunnu minka um
okkara binding at olju og fáa
aðrar viðvarandi orkukeldur
at virka í Føroyum.
Hann heldur, at tað var
eisini áhugavert at hoyra
um støðuna í Danmark við
víkjandi vindmyllum og
um støðuna í Íslandi. Hvat
Ísland viðvíkur, so eru teir
í eini heilt aðrari støðu, ja
nærum eini heilt øðrvísi
støðu enn vit. Teir hava ríki
ligt av nærum ókeypis orku,
meðan vit mugu keypa hana
so gott sum alla.
Krystallklár mynd
Myndin, sum varð málað á
veggin á ráðstevnuni, var tí
púra greið og krystallklár
fyri Magna Arge: – Tú skal
ikki rokna við, at oljuprísurin
fer at lækka í framtíðini.
Hann fer at vera relativt
høgur og kanska bara at
hækka uppá longri sikt, um
annars eftirspurningurin fer
at standa við. Tað verður
ein byrða fyri føroyska sam
felagið, sum er so heft at
oljuni. So vit hava tørv á
antin at útbyggja viðvarandi
orku munandi ella at finna
oljuna sjálvir, soleiðis at vit
fáa eina javnvág í okkara
oljunýtslu og framleiðslu.
Groft sagt kann man siga, at
annaðhvørt finnur tú oljuna
og harvið fær tú stórar inn
tøkukeldur í Føroyum, ella
finnur tú ikki oljuna, og so
fær tú stórar útreiðslur og
stórar trupulleikar at fáa væl
ferðina at hanga saman.
Saknaði politikarar
Magni Arge metir tí, at
hetta var ein øgiliga spenn
andi og tankavekjandi ráð
stevna. Hann heldur tað
kanska var spell, at tað ikki
vóru fleiri politikarar og
fólk frá umsitingini og fjøl
miðlaverðini við á ráðstevn
uni, tí hetta er av sera stór
um almennum áhuga og
týdningi, og kanska nógv
meira enn bara spurningurin
um at finna olju - nevniliga
orkuspurningurin í síni
heild.
– Vit hava øll orsøk til at
ynskja Statoil bestu eydnuna
við teirra leiting í summar
og annars teimum, sum ætla
sær at leita í føroyskum øki
komandi árini.
Magni Arge viðgongur, at
tað at fáa at vita, at okkara
samfelag er so bundið at
oljuni sum hagtølini vísa,
ger, at tú verður sera illa
við, hóast tú eigur at vita
hetta. Tað setur so nakrar
týdningarmiklar tankar í
gongd, og tí í heldur Magni
Arge ikki tað vera grund
arlag fyri at seta spurnar
tekin við, um tað var rætt
at taka spurningin um orku
veiting og alternativar orku
møguleikar við í eina ”Off
shore” ráðstevnu. Tvørtur
ímóti var hetta ein skilagóð
avgerð heldur hann.
Magni Laksafoss hevði sera áhugaverdan fyrilestur um
oljutilgongdina úti og heima og vísti á, at 94% av føroyska
orkubrúkinum stavar frá olju
Mynd Jan Müller
Eisini Richard Hardmann, jarðfrøðingur hevði áhugverdan
fyrilestur um orku
Mynd Jan Müller
Nr. 17 - 24. januar 2006
17