týsdagur 24. januar 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
– Alt bendir á, at
oljuprísurin verður
høgur framhaldandi
og helst fer at hækka
enn meira uppá
longri sikt, um eftir
spurningurin verður
varandi. Føroyska
samfelagið er so heft
at oljuni, at vit tí
hava tørv á antin at
útbyggja viðvarandi
orku munandi ella at
finna oljuna sjálvir,
so vit fáa eina javnvág
í okkara oljunýtslu
og framleiðslu sigur
Magni Arge, for
maður í Oljuvinnu
felagnum
Oljuráðstevna
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
– Hetta var ein frálíkt ráð
stevna. Um morgunin hevði
eg kensluna av, at hetta
kanska var ein hin mest
áhugaverda, sum vit hava
havt yvirhøvur. So avgjørdur
er Magni Arge, formaður í
Oljuvinnufelagnum, sum
setti ”Offshore Faroes 2006”
í Norðurlandahúsinum nú
um dagarnar. Magni Arge,
sum hevur fylgt oljutil
gongdini sera neyvt øll
hesi seinastu árini bæði frá
Vinnuhúsinum og frá palli
sínum í Atlantsflogi veit bet
ur enn nakar, hvussu álvars
lig og tyngjandi framtíðin
kann gerast fyri føroyska
samfelagið halda oljuprísir
fram við at hækka og vit
ikki gera okkum minni heft
at oljuni. Á oljuráðstevnuni
kom fram, at Føroyar eru eitt
tað land í øllum heiminum,
sum er mest heft at eini
orkukeldu, nevniliga oljuni.
Ikki minni enn 94% av
orkuforbúkinum stava frá
olju. Ímynda vit okkum, at
prísirnir halda sær og bara
vaksa eisini, so verður galin
endi.
Og tað var nettupp tí, at
formaðurin í Oljuvinnufelag
num, sum skipaði fyri ráð
stevnuni var so fegin um, at
tey ikki bara umrøddu leiting
eftir olju men eisini prís,
nýtslu og tørv á olju sum
orkuveitari og á viðvarandi
orkukeldum so sum vindorku
og alduorku.
Magni Arge, sum hevur
verið orðstýrari á teimum
flestu av oljuráðstevnunum,
sum hava verið í Føroyum
seinastu árini er tískilt
nøgdir við stevnuna, hóast
onkur helt fyri, at leiting
og orkuveiting og orkubrúk
ikki áttu at verið blandað
saman.
Spennandi framløgur
– Tað var ein sera spennandi
framløga bæði Heri Ziska og
Gareth Allinson høvdu um
leitingina á føroyskum øki og
tætt við Føroyar. Tað var so
eisini hugaligt, at bjartskygni
eyðkendi framløgurnar. Eg
haldi eisini, at framløgurnar
hjá Magna Laksafoss og Ric
hard Hardmann vóru sera
tankavekjandi. Tær vóru
ein sera góð introduktión
at fara inn og hyggja eftir
orkupolitiskum spurningum
sum heild - at vit helst hava
nátt ”the peak” í oljuhøpi
tvs. at vit kunnu ikki rokna
við at finna líka nógva olju
í framtíðini, sum vit koma at
brúka. Harvið er ikki sagt, at
vit koma í nakra stóra neyð
her. Men tað sigur okkum
í hvussu so er, at tað í Før
oyum eins og man hevur
gjørt sær greitt so nógva
Mugu finna olju fyri
Magni Arge, formaður í Oljuvinnufelagnum heldur spurningin
um oljuleiting og orkuveiting sum heild vera partar av somu
søk
Mynd Álvur Haraldsen
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður setti ráðstevnuna
Mynd Álvur Haraldsen
Frá oljuráðstevnuni í
Norðurlandahúsinum, har bæði olja og
viðvarandi orkukeldur vóru á skránni.
16
Nr. 17 - 24. januar 2006