týsdagur 24. januar 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ið sinnaðir at fáa eina dup
ultskattaavtalu við okkum.
Men hetta tekur tíð at gera.
Vit koma í eina kø hjá teim
um, men teir hava verið
ógvuliga skjótir at avgreiða
tingini, tá vit hava spurt teir
sigur landsstýrismaðurin,
sum tó er samdur í, at
hetta málið hevur tikið alt
ov nógva tíð at loysa. Olju
feløgini, sum arbeiða í Før
oyum, hava í mong ár gjørt
vart við ónøgd sína, at eingin
slík avtala hevur verið.
Vegna vantandi avtalu um
skattligu viðurskiftini hjá
eitt nú oljufólki, eru hesi
skattað í báðum londum. Tað
merkir m.a., at koma fólk frá
útlendskum oljufelag á fund
í Føroyum ein dag verða
tey skatta fyri henda dagin
í arbeiði.
Tekur longri tíð
Bárður Nielsen tekur eisini í
egnan barm í hesum máli. -
Tá eg fór undir hetta málið at
fáa eina dupultskattaavtalu
við Bretland helt eg, at tað
fór at taka lítla tíð men tað
havi eg lært, at tá tað kem
ur til avtalur millum lond,
so tekur tað tíð at fáa tær
uppá pláss. Tað er tí, at
hesi londini hava nógvar
aðrar avtalur, sum verða
umrøddar samtíðis, og
tað er ikki óvanligt, at tað
tekur nøkur ár at fáa eina
dupultskattaavtalu uppá
pláss. Men klára vit at fáa
eina dupultskattaavtalu við
Bretland uppá pláss í hesum
árinum ella í 2007, so hevur
tað gingið væl.
Ein slík avtala fer at gera,
at bretar kunnu arbeiða inni
hjá okkum uttan ampa, og
vit kunnu arbeiða í Bretlandi
uttan at koma at gjalda dup
ultskatt.
Bárður Nielsen vísir á, at
hetta hevur eisini nógv at
siga fyri føroyskar fyritøkur,
sum vilja arbeiða á bretska
marknaðinum. Tað er tó pri
mert oljuvinnan hetta ynski
fevnir um. Og ein grundin
til at bretar so fegnir vilja
gera dupultskattaavtalu við
okkum er, at myndugleikar
nir í Bretlandi hava fingið
ábendingar frá bretsku olju
vinnuni um at fáa eina slíka
avtalu við Føroyar.
við Bretland á veg
Nr. 17 - 24. januar 2006
15
Mynd Jan Müller.
Tað er alstóran týdning fyri oljufeløgini, at ein dupultskattaavtala kemur uppá pláss millum
Føroyar og Bretland. Tingini í Føroyum og í Bretlandi skulu góðtaka avtaluna seinast í hesum
árinum, ella tíðliga í næsta ár