leygardagur 11. november 2000síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult cyan magenta svart
Sosialurin Nr. 218 - 11. november 2000
23
22
Sosialurin Nr. 218 - 11. november 2000
Carl Johan Jensen
Ummæli:
Regin Dahl: Smámunir
Or› og løg, 2000
Mitt í øllum ólavsøku-
sveigginum, sjálvan ólav-
søkuaftan — tann seinasta
í øldini, sum skjótt lí›ur
undir lok — kom naka›
fyri, sum, tó eg ikki vil
kalla ta› eitt undur, kortini
er rárasta hending í hesum
saltváta heimb‡li okkara.
Á einari lítlari og yvirlæt-
isleysari samkomu í einum
listframs‡ningarhøli ni›ri
vi› Frí›riksvág (t.e. í
Vágsbotni) leg›i forlagi›
Or› og løg fram eitt n‡tt
verk eftir ein av var›unum
í føroyskum bókmentum í
tjúgundu øld. Hetta var
eitt yrkingasavn. Smámun-
ir eftir Regin Dahl. Sum
oftani hjá Regini Dahl
gevur tittulin líti› um seg,
hann stendur mest sum ein
lítillátin, ja hálvsmæ›in
tilsiping á permuni til teir
vindar av sjálvsiva sum
aftur og aftur taka har›lig
tøk í tann skapandi tilvits-
streymin, hvønn veg i›
hann so rennur.
Eg skal beinanvegin vi›-
ganga, at ta› var vi› einum
tvídrátti innast í sálini og
ikki uttan honk, at eg tók
mær hesa bók í hendur og
fór at kaga í hana. Eg, sum
eri øll hesi árini yngri og
ikki fríur fyri ta blí›ernu
tolsemi heldur, sum tann
hálvungi mangan vil vísa tí
eldra, ikki at siga aldra›a
undangongumanninum. Eg
hugsa›i, at eg fór at kenna
meg onkursvegna sum
Kristian á Brekkumørk á
sinni, tá i› hann loysti
kjaftbandi á berjaposanum
hjá Hans Andriasi í Áar-
stovu. Eg hálvkvíddi fyri,
at her fór eg at finna ymist
í, sum væl kundi vera í
skaldskapar nánd, men ikki
var skaldskapur — í øllum
førum ikki skaldskapur, i›
stó› mát vi› ta›, sum Reg-
in Dahl yrkti í bestu árum.
Men tak handa fanan,
mátti eg ikki eta hetta aftur
í meg.
Tí væl kann ta› vera, at
ellisvomm og vi›urmø›i
tyngja á skrokkin og
boyggja knøini, at eyguni
fara, hoyrnin vi› og tenn
ringla í heysi, men innan-
skalla livir í skaldskapi-
num enn. Og ta› soyrir
ikki bara, ta› logar enn.
Væl og heilavillandi.
Skaldskapurin í n‡út-
givnu bókini ber í mongum
og mørgum dám av hesum,
i› fær barokktónleik at
taka seg út í huganum sum
ein rennandi løk. Yrkingar-
lagi› er (eins og Regin
Dahl sjálvur sigur um tón-
listina hjá Bach í yrkingini
Bach=svitur, Or›akumlar
bls. 94-96) reint og fløkt,
alt í semju, alt í sóma, men
eisini í sama vi›fangi
meldrar og afturundirger›-
ir. Yrkingarnar ey›kennast
yvirhøvur av einum sam-
anumtakandi klárleika,
sum bæ›i er sárur, men
eisini rúmar í sær unnileik-
ans látur og ljós eitt nú
hesi í yrkingini (bls. 43):
Dansistovan var stongd.
Úti hulislig nátt
og í veitum
burtur og hjá
hoyrdi tú
av og á
lítlan látur og andadrátt.
Men eingin sá.
Málsliga og yrkingarlags-
liga breg›ur savni› ikki úr
ætt. Tær málsligu røturnar
liggja enn ni›ur í ta gomlu
almúgumentanina, sagn-
irnar og kvæ›ini. Yrking-
arlagi› er opi› og yvirhøv-
ur leyst vi› myndbur› og
anna› skaldsligt prunk og
prál.
Evnisliga, man onkur
lesari óiva› eisini halda, er
ta› nógv ta› sama tógvi›,
i› skaldi› hevur á snæld-
uni her. Jú, gaman í er ta›
ta›. Men hvat ger ta› sum
so, um ta› eru somu tætt-
irnar, i› ver›a maldir sam-
an, um snældan ikki er
runnin at enda enn? Er ta›
ikki ta›, sum sermerkir
skaldskap, i› nakar munur
er í, at hann kann taka fáar
træ›rir saman í eitt band,
sum heldur. Í ein lesning.
Í Smámunum tekur
Regin Dahl afturíaftur tey
megin-temu, sum hava ver-
i› uppstø›an í skaldsakapi
hansara heilt aftur í hálv-
tr‡ssárini. Hann gevur í
kast vi› somu tilvistarligu
spurningar, sum eitt nú í
Óttukvæ›um (1955),
Gongubitum (1965) og
Or›akumlum (1978). Her
sæst aftur tann serkendi
ansurin fyri tí varandi og
ver›uga, i› tann kristna
barnatrúgvin og Jesuspápin
sum fyrr eru ímyndin av.
Her er tann eirindaleysa
sjálvskanningin, tann var-
liga metandi, sundur-
greinandi og ósamtí›arliga
mentanarsko›anin. Her er
skemti. Gle›in. Hjartalagi›
fyri lívinum, halgini og
samskapninginum. Her er
tann afturbeinda tí›in, sum
fer› eftir fer› kemur so ó-
lagaliga á nútí›ina vi› sín-
um avdúkandi og speiliga
ljósi. Hvør minnist ikki
yrkingar sum t.d. Kvæ›i
fremsta framtakskappa
landsins Her er ta› ands-
tadda og mótsetta í allari
veran. Her er ta› nærkunn-
uga og forgeingiliga tvinn-
a› saman vi› hitt æviga,
neyvt og minniliga, eitt nú
í yrkingini Á sjúkrahús-
trappuni (á bls. 67).
Sum b‡urin l‡sir á
hvørjari høvd.
Húsini skína
sum vóru tey gjørd
úr stjørnutilfari
og fólkini sum skuggar
millum
húsanna —
øll, hvør negl,
hvørt hár,
hjarta i› dukar,
bló›i›, i› rennur
rennur —
úr sama tilfari —
so, nú kemur bilurin
vi› glógvandi lyktum
eftir tí
sum er eftir av mær —
ja, vit eru øll gjørd úr
stjørnutilfari..
Her er ástin, holdsins
lukka og lívsuggin í einum
forbrendum og illum heimi
(sí t.d. bls. 61):
Kossurin er
kostarligur,
kíning um
vangar og her›ar,
holdsins lukka —
at makast búk
á búki —
unduri› av øllum.
Vitska at fremja
lívi› —
men seinni at venda sær
hvørt
á sína li› í
song síni
heilsast
rumpa móti rumpu.
Her er ævikvøldi› vi› sín-
um hvokna lívføri og
mannminkandi avmarking-
um (sí t.d. bls.) :
Ill er ellin:
sper›il og spini
alt gongur fyri.
Ill er ellin:
lungu og livur
hjarta og n‡ru
avro›ini øll
alt gongur fyri.
Og sí›ani seinasta forra›i:
dey›in, sum bæ›i er ósvit-
aligur endi og byrjan.
Eg nart omanfyir vi›
samfelagspei›i, i› javnt og
samt vallar undan í skald-
Melur allar tættir saman
BÓKMENTIR Innanskalla livir í skaldskapinum enn. Og ta› soyrir
ikki bara, ta› logar enn. Væl er heilavillandi
Greinin heldur
fram á næstu sí›u
skapinum hjá Regini Dahl.
Í hesum savninum er tann
tátturin kanska upp aftur
sjónskari enn á›ur og tónin
eina øgn hvassari og minni
umvegis t.d. í hesi
yrkingini á bls. 37:
Og smádreingirnir!
Teir spæla vi›
teldum og
øllum loftsins
máttum —
ta› er eitt spæl,
ta› er einki fyri,
siga teir.
Ja, ta› er helst alt samalt
bara eitt spæl.
Summir av hesum samfel-
ags- og mentanaratfinn-
andi tekstunum eru skornir
burtur úr ørindum, sum
nærum hvørt mansbarn á
klettunum man kenna. Ør-
indum úr skjaldrum
(sankta Mortan) og yrking-
um eftir klassisk skald
bæ›i føroyskum máli (t.d.
áarstovubrø›urnar) og ø›r-
um málum vi› (t.d.
Goethe). Ørindini ver›a
snara›i solei›is, at ein
spenningur skapast millum
ta› upprunaliga innihaldi›
og sjónarmi›i› hjá fram-
søgufólkinum í tí n‡ggja
tekstinum. Hetta er ey›vit-
a› eitt gamalt og kent stíl-
bragd, men er brúkt vi›
fynd og hegni her. Tak t.d.
yrkingina Fø›ilands kvø›a
(bls. 71), har or›ini í yrk-
ingini hjá Janusi Djurhuus
Føroyar, mítt land (nr. 6. í
Føroyafólks) fimliga
ver›a snara› á ranguna:
Føroyar, mítt land, o
oljuborg fría,
teg vil eg herja, í
rustdusti› stíga,
strí›ast sum hetjan, tá
bló›pengin gól —
girndtempul høga í
setandi sól.
Samanbori› vi› eldri søvn
eftir Regin Dahl, hevur
hetta n‡ggja savni›, haldi
eg, i› hvussu er, okkurt av
tí uppi vi› sær, sum gav tí
lítla savninum Úr sjón og
úr minni (1978) hjá
Christiani Matras sítt ser-
liga lag og dám. Í tí savni-
num eru øll megintemuni í
skaldskapinum hjá Christi-
ani Matras at finna, men
framsett í einum einfalda›-
um, útímóti haikukendum
or›alag. Eg veit eg sjálv-
andi at hetta eru ógvuliga
ólíkar bøkur, hvat tá, men
tær hava ta› í felag bá›ar,
at høvundunum liggur á at
taka saman um, at skava
ta› óney›uga, ja smámun-
irnar so at siga, burtur og
koma inn at tí, sum er
kjarnin, sjálvt ali› í skald-
skapi teirra.
Eg skal ikki siga, at
hetta er besta savni›, Reg-
in Dahl hevur lati› úr
hondum um ævina, og ta›
er so eisini ringt at døma
um í øllum førum og ver›-
ur ongantí› anna› enn mín
einstadda og sjálvklóka
meting og líti› vi›kom-
andi. Ta› sum um ræ›ur
og fer at standa eftir tá i›
av tornar er at hetta er
skaldskapur, afturhaldsam-
ur skaldskapur kanska og
afturlítandi, jú, jú, men
kortini skaldskapur, før-
oyskur skaldskapur, sum
hevur gjørt okkum mun og
eisini fer at gera okkum
mun, me›an vit enn eru
yvir moldum og hava vit til
skilja skriva› ella mælt
mál.
T‡sdagin tóku fimm
listafólk úr felagnum
Føroysk Myndlistafólk
seg saman og stovna›u
eitt felag fyri listafólk,
sum sjálv prenta egin
listaverk. Heiti› á
n‡stovna›a felagnum er
Føroyskir Listgrafikarar.
Limirnir eru Astri Luihn,
Marius Olsen, Karstin
Olgar Lamhauge, Aase
Bømler Olsen og Jóna
Rasmussen, sum øll eru
grafikarar.
Felagi› hjá Føroyskum
Listgrafikarum hevur sum
endamál at fremja áhugan
fyri og vitanina um
grafisku listina vi› m.a. at
skapa karmar og skipa fyri
frams‡ningum, skipa fyri
fundum, fyrilestrum,
rá›stevnum og tílikum fyri
at l‡sa grafisku listina og
umstø›ur hennara. Eisini
er ætlanin at skipa fyri
útgávu av minni ritum og
størri bókaverkum um
føroyskan grafikk og skipa
fyri prenti og útgávu av
grafiskum listaverkum
Mi›a› ver›ur móti at fáa
egna pressu og egin høli at
arbei›a í.
Longu nú er ein
frams‡ning vi› teimum
fimm á skránni undir
Listastevnuni, sum
Nor›urlandahúsi› skipar
fyri í august næsta ár.
Føroysku grafikararnir
hava veri› sera virknir
seinasta ári›. Marius Olsen
hevur havt frams‡ning í
Smi›juni í Lítluvík í Havn,
ta› sama hevur Karstin
Olgar Lamhauge.
Í summar var› tann
n‡ggja altartavlan, sum
Karstin Olgar hevur skapt,
vígd í Hattarvíkar Kirkju.
Hetta er eitt stórsligi›
verk, sum listama›urin
hevur arbeitt vi› í fleiri ár.
Aase Bømler Olsen
hevur konsentrera› seg um
bókaútgávur, ikki færri en
tvær bøkur hevur hon
givi› út í ár. Tann eina, har
hon sjálv stendur fyri
hugskotum og grafiskari
útforman, er úr rø›ini
»Stuttlig tøl« sum Føroya
Skúlabókagrunnur gevur
út. Hin er úr rø›ini
»Sk‡mingarløtan« frá
Dansk Bogforlag. Hetta er
trí›ja bókin, sum Aase
Bømler Olsen myndpr‡›ir.
Astri Luihn hevur gjørt
permumynd til bókina
»Hvør av ø›rum«, hjá
Maluni Marnarsdóttir.
Astri Luihn hevur seinastu
tí›ina arbeitt vi› tí stóru
frams‡ningini í New York,
har fimm føroysk
myndlistafólk luttaka.
Listaverkini eru send
avsta›, og frams‡ningin
letur upp á Manhattan 5.
desember.
Jóna Rasmussen hevur
veri› í›in at fáa grafiska
verksta›in í listaskúlanum
í gongd. Hon hevur saman
vi› hinum grafikarunum
veri› vi› á
Várframs‡ningini og
Ólavsøkuframs‡ningini.
Føroysku grafikararnir
hava eisini víst list sína á
Gallari Oyggin í Su›uroy.
Føroyskir Listgrafikarar
Limirnir í felagnum Føroyskir Listgrafikarar eru Marius Olsen, Astri Luihn, Aase Bømler Olsen, Jóna Rasmussen og Karstin Olgar Lamhauge
framhald av sí›u 22