mikudagur 25. januar 2006síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 18 - 25. januar 2006
Tingmaðurin
Gerhard Lognberg úr
Skopun er aftur nú
í andglettinum fyri
útsagnir sínar í einum
lesarabrævi í farnu
viku.
‒ Eg vil gjarna vera
tann, sum eg eri. Eg
fari tí ikki broyta
meining eftir tí sum
onkur annar, kanska
ekstremur í mótsatta
borði, ynskir, sigur
hann í samrøðu við
Sosialin.
Portrett
Snorri Brend
Myndir: Jens Kr. Vang
Skopun: Tað munnu vera
tey fægstu sum ikki vita um
tær útsagnir, sum Gerhard er
komin við í lesarabrøvum í
seinastuni.
Nógv hevur verið sagt og
viðmerkt um tað, sum hann
skrivaði í farnu viku. Og á
hægstu rók í hansara egna
flokki hevur eisini verið
drúgt fundarvirksemi um
hetta málið.
Tað munnu hinvegin ikki
vera eins mong, sum vita
hvør hesin maðurin er. Hesin
maðurin, sum soleiðis torir
at siga sína hjartans hugsan
alment. Og sum haraftrat
ikki bakkar fyri trýsti,
sjálvt ikki frá sínum egnu
floksfelagum og leiðara
floksins, løgmanni.
‒ Soleiðis eri eg bara.
Míni andaligu sjónarmið,
tey betýða ómetaliga nógv
fyri meg, viðgongur Gerhard
fyri Sosialinum.
‒ Eg vil bara siga tað
soleiðis, at tað er eingin
sum fær meg at kasta hesi
andaligu sjónarmiðini fyri
borð, bara tí at eg vil tekkjast
nøkrum bestemtum, ella tí
at fólk hótta meg við einum
ella øðrum.
Hinvegin
so
hevur
hann verið harmur um,
at orð hansara skaptu
slíka órógv innanfloks í
Javnaðarflokkinum. Tað er
ongatíð gott, tá tað ein sigur
verður misskilt, ‒ kanska við
vilja!
‒ Eg meti meg at vera
misskiltan í hesum føri. Eg
havi skrivað eitt lesarabræv
og sent tað til bløðini.
‒ Eg segði tað kanska eitt
sindur harðliga og kontant.
Men hetta er mín máti at vera
uppá, ‒ at vera eitt sindur
kontaktur í orði og talu.
Tað er so ójavnt við fólki ‒
summi eru kontant, og onnur
ikki, sigur Gerhard.
Hann vísir til, at hann í
greinini týðiliga skrivaði
»misskiljið meg nú ikki við
vilja«. Tað, hann vildi hava
fram í lesarabrævinum var
støðan hjá Merkinum, og
hvussu stóran týdning flagg
okkara hevði.
Í hesum sambandi nevndi
hann mammu ína og beiggja
sín, sum hann sigldi saman
við, og sum seinni fórst á
sjónum.
‒ Tað var í hesum
sambandi, at eg kom inn
á hetta málið, sum kanska
alt varð sagt eitt sindur
bombastiskt!
Sinnini í kók
Gerhard hevur havt og hevur
framvegis nógv álitisstørv,
m. a. situr hann sum limur í
skúlastýrinum í Skopun.
Í áðurnevnda lesarabrævi
kemur hann inn á arbeiðið
í hesum stýrinum, sum m.
a. skal taka sær av setan av
lærarum, og undir hvørjum
treytum ein lærari kundi
verðið settur ella kanska ikki
verðið settur við Skopunar
skúla.
At hann skrivaði soleiðis,
fekk veruliga sinnini í
kók hjá fólki. Og nú hann
segði nakað um eitt ávíst
mál, so var reaksjónin har
beinanvegin:
‒ Hjá mær hevur verið
ein sannur telefonstormur
‒ ein góður stormur. Tí eri
vorðin niðurringdur av fólki,
sum hava bakkað meg totalt
upp.
‒ Tey hava sagt seg stuðla
mær, og tey hava minst til
mín í bønum teirra. Og hetta
hevur styrkt meg ótrúliga
nógv, sigur Gerhard.
Hinvegin so hava onnur
fólk sagt honum, at tey vóru
púrasta samd í sjónarmiðum
hansara, men at hann átti
ikki at havt sagt tað. »Slíkt
skapar bara konfliktir«,
søgdu tey.
‒ Men her kemur tað
fram aftur, hetta við at
vera konfliktsky. Er tað
nakað eg ikki eri, so er tað
konfliktsky. Tí skal eingin
fortelja mær, at eg svekki
Javnaðarflokkin við mínum
kristna sjónarmiði.
‒ Og tí skal heldur
eingin fortelja mær, at
Javnaðarflokkurin bara
er fyri ekstrem fólk, sum
meina at alt skal vera so
og so frítt. Tað trúgvi eg
einki uppá.
‒ Lítil maður um eg
bakkaði
Tað eru mong her á
landi sum fegin vilja siga
sína hugsan. Men tað er
tó ikki vist, at tey tora at
koma alment fram við hesi
hugsanini.
Soleiðis er Gerhard ikki.
Hann hevur í hesum førinum,
og øðrum førum við, torað
at sagt tað, sum hann heldur
um hetta og hatta.
Og so torir hann haraftrat
eisini at halda fast við síni
sjónarmið.
‒ Eg havi sagt mína
meining í lesarabrævinum.
Hon er farin út um mínar
varrar. Og eg standi við tað,
sum eg skrivaði.
‒ Men so vil eg skunda
mær at leggja aftrat, at eg
hevði verið ein sera, sera
lítil maður, um eg skuldi
skift meining nú. Tað geri
eg ikki!
Eftir at lesarabrævið var
prentað komu viðmerkingar
nógvastaðni frá, og langt frá
øll vóru samd við honum.
‒ Tú kanst taka nógv frá
einum persóni, men eg føli
meg at standa á tryggari
grund, hoást eg varð kallaður
bæði »talibanur« og tað sum
verri var.
‒ Og eg fari tí heldur
ikki upp á kompromis við
míni sannføring, sigur ein
avgjørdur Gerhard.
Rakar familjuna
Gerhard hevur staðið í
mongum stríði áður, tá
hann hevur sagt sína hugsan.
Spurningurin er, hvat allar
hesar orrusturnar hava lært
hann:
‒ Alt hetta hevur lært
meg, at tú stendur har
púra einsamallur mangan.
Tað sum kanska er verri,
er at hetta rakar ikki bert
teg sjálvan, men er eisini
keðiligt fyri familjuna.
‒ Men fyri meg persónliga
ger tað einki. Eg veit, hvat eg
havi sagt og eg havi ongar
trupulleikar av tí.
Síðani hann skrivaði
lesarabrævið hevur telefonin
heima við hús og fartelefonin
ringt alla tíðina. Hetta hava
verið fólk á Sandoynni og
aðrastaðni frá.
Sjálvur heldur Gerhard
ikki, at hansara egnu veljarar
eru keddir av at hann skrivaði
lesarabrævið.
‒ Tað hava eisini verið
onkir av mínum trúgvu
veljarum, sum hava sagt við
meg, at teir vóru samdir við
mær í innihaldinum. Men tú
behøvdist ikki at hava sagt
hatta soleiðis!
Góður lívsins skúli
Gerhard hevur ikki nógva
skúlagongd. Sum víst
aðrastaðni á síðuni fór hann
longu til skips sum 13 ára
gamal.
Tey sjey árini í skúlanum
lærdi hann sjálvandi tað
sum næmingar eiga, men
er tað nakað sum hevur lært
hann nakað, so er tað lívsins
skúli.
Í barnaheimun vóru
tey átta systkin, pápin var
sjómaður og nógv burturi,
og mamman stríddist heima
við hús og tók sær av heimi
og børnunum.
‒ Lívsins skúli lærdi meg
at vera opnan og erligan.
Mær dámar væl at skriva,
og tá ein sigur tað, sum ein
meinar, so má ein rokna
við at verða útsettur fyri
mótspæli, sigur Gerhard.
Sum virkin í politikki
í mong ár, bæði lokalt og
landspolitiskt, so veit hann,
at tað er ofta neyðugt at
ganga upp á kompromis, tá
okkurt skal fáast á skafti ‒
tað veri seg vegir, lendingar
og játtan av peningi til hetta
ymiska.
Hetta er alt ein kabal sum
skal ganga upp. Neyðugt er at
tosa saman um viðurskiftini,
og at geva nakað í einum
borði og taka okkurt innaftur
í hinum borðinum.
Men tá tað so kemur til hin
partin ‒ tann etiska og tað,
sum hesir spurningar hava
við sær ‒ tá er øðrvísi hjá
Gerhardi.
‒ Tá gangi eg slett ikki
upp á nakað kompromis. Tá
skal eingin tosa um nakra
linju, tí eg havi mína linju.
Og hon er mín grundvøllur
her í lívinum.
‒ Í slíkum spurningum
er neyðugt at hugsa seg
væl um, t. d. tá talan er um
rúsdrekkamál og líknandi. Í
slíkum førum gangi eg ikki
upp á kompromis við flokkin,
sigur hann avgjørdur.
Sjálvur heldur hann, at
flokkurin visti, hvar hann
stóð, tá teir á sinni bóðu
hann um at stilla upp til
løgtingsval á fyrsta sinni.
Í
tingarbeiðinum
er
Gerhard sannførdur um,
at hann ikki hevur verið til
bága fyri Javnaðarflokkin.
Heldur hinvegin!
‒ Eg haldi, at eg havi
klárað at givið flokkinum
nakað við tí, sum eg eigi.
Fleiri av virknu javn-
aðarfólkunum hava sagt
sína hugsan um Gerhard og
útsagnir hansara. Men hesar
leggur hann sum so ikki so
nógv í.
Í fleiri førum er talan um
‒ kanska bittur ‒ fólk sum
hava verið uppstillað, men
sum gjørdust ov stutt at koma
inn um tinggáttina. Nakað
sum hinvegin eydnaðist
Gerhardi.
At arbeiði hansara hevur
verið gagns fyri flokkin og
valdømi hansara og at ting
byrja at henda, síggjast
týðilig tekin um í dag.
Gerhard vísir her til málið
um undirsjóvartunnilin um
Skopunarfjørð og tunnilin
til Dals.
‒ Hetta eru mál, sum hava
verið leingi í umbúna, men
sum hol nú er sett á.
‒ Tað hevur verið eitt tógvið
stríð, og einki av hesum er
komið av sær sjálvum. Her
havi eg fingið sera góða
hjálp úr Javnaðarflokkinum
og hinum báðum flokkunum
í samgonguni.
‒ So tá ein arbeiðir saman
og tosar um tingini, so kann
nakað munagott henda, sigur
Gerhard Lognberg.
– Eg kasti ikki míni sjónarmið fyri borð
‒ Eg havi ikki verið til bága fyri Javnaðarflokkin. Heldur hinvegin, sigur Gerhard Lognberg
Mynd: Jens Kr. Vang
Tað hava eisini verið onkir av mínum
trúgvu veljarum, sum hava sagt vi
meg, at teir vóru samdir við mær í
innihaldinum. Men tú behøvdist ikki at
hava sagt hatta soleiðis!
”
FAKTA
Navn: Gerhard Lognberg
Aldur: 55 ár
Familja: Giftur, sum 19 ára gamal, við Arnu úr Skopun. Tey
eiga tríggjar dreingir ein er skipari, ein er stýrimaður og ein
er handilsmaður. Er abbi at átta børnum.
Lívsleið: Fór til skips 13 ára gamal við Kalvsevni. Seinni lært til
rørsmið, arbeiddi fyri seg sjálvan og hevur haraftrat starvast
sum vatnmeistari í Skopun. Leiðari fyri ambulansutænastuna
og formaður fyri Sandoyar Skúlasamband, sum serliga tekur
sær av tí fíggjarliga partinum av Meginskúlanum. Limur í
skúlastýrinum í Skopun.
Politikkur: Sitið í bygdarráðnum í Skopun í 21 ár, harav
tey 13 sum formaður. Situr nú 2. valskeiðið á Løgtingi fyri
Javnaðarflokkin í Sandoyar valdømi.
Trúgv: Kom til persónliga trúgv á Jesus í 1975, við eitt møti
í missiónshúsinum í Skopun, har Sølvi Mortensen av Sandi
hevði orðið. Hoyrir nú til hvítusunnusamkomuna Betania í
Skopun. Er virkin har við sangi og tónleiki.