mikudagur 25. januar 2006síða 3
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 18 - 25. januar 2006
3
Eitt av størstu donsku
tónleikanøvnunum í
løtuni Johnny Deluxe
spælir á Planet
Awards leygarkvøldið.
Sangarin Noam og
gittarleikarin Søren
koma til Føroyar at
spæla ungplugged á
tiltakinum á Hotel
Föroyum
Planet Awards
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Tá Planet Awards fara av
bakkastokki leygarkvøld
ið verður eisini danskir
góðskupoppur á teirri
frammanundan framúr
skarandi
spæliskránni.
Landaplágusmiðir nir
Noam og Søren úr Johnny
Deluxe koma at framføra
unplugged.
Landaplágur
Johnny Deluxe hevur, síðan
fyrsta sjálvnevnda fløgan
kom út í 2004, uttan steðg
verið at hoyrt í donskum
útvarpi. Fløgan hevur higartil
selt 40.000 eintøk. Løg sum
Elskovspony og duettin
við svensku Annu Nordell
“Drømmer jeg” gjørdu, at
bólkurin var í uppskoti til
heiðurlønir hjá P3 Guld, Zulu
Awards, DMA og NMA.
Konsertferðin umfataði
m.a. Grønu konsertirnar, har
100.000 hendur klappaðu
við til kærleikspoppin.
LUXUS fløga
Bólkurin fór beint av palli
num í upptøkuhølið og í
oktober kom seinna fløgan
LUXUS út. Henda fløga
staðfesti, at hetta er ein
bólkur, ið er komin fyri
at vera. Serliga nýggjasta
landaplágan
“Drenge
som mig” er eitt stórt hitt
í Danmark. Lagið tekur
tráðin upp eftir “Drømmer
jeg”. Eitt sera fangandi popp
rokklag um longsul eftir kær
leika. Lagið verður spælt
alla somlu tíðina í donskum
útvarpi og klárar seg væl á
hittlistunum. Seinastu tíðina
er bólkurin eisini farin at
gera um seg í føroyskum
útvarpi.
Lívsgleði á fløsku
Á heimasíðuni hjá bólkinum
kallar bólkurin tónleikin hjá
sær fyri lívsgleði í fløsku.
Hesin glaði og stuttligi tón
leikur og gerandisligu tekst
ir, gera fólk í góðum lag.
Hetta er stuttligt, festligt
og veitlsukent tónlistarligt
luksus, ið sømir seg til eitt
Gallakvøld.
Hitt kynið
Kærleikin og gleðin um hitt
kynið eyðkennir allar tekst
ir hjá bólkinum, spurdir um
teir bara hugsa um konu
fólk, játtar Noam, og sigur
at sangirnir handla um
ymisk sløg av kvinnum og
um upplivingar, ið teir ella
teirra vinir hava havt við
kvinnum. Kvinnur eru ein
stórur partur av okkara lívi,
tí er tað natúrligt at skriva
um tær, sigur Noam við
heimasíðuna hjá bólkinum.
Shawarma tour
Sangarin Noam, gittarleik
arin Søren og bassleikarin
Jakob stovnaðu bólkin í 2000
í Camden býarpartinum í
London, fyrstu árini skriv
aðu teir tónleik og livdu
av at spæla á klubbum og
smáum konsertum í Lond
on. Í 2003 luttók bólkurin
í útvarpssendingini Karri
erekanonen á størstu donsku
útvarpsrásini P3. Hetta gjørd
ist ein brakandi success.
Bólkurin fekk beinanvegin
ein útgávusáttmála, og hava
ikki hugt afturum seg síð
an.
Noam sigur við heima
síðuna hjá bólkinum, at
tann fyrsta tíðin í London
var øgiliga fátækslig, men
samstundis lærurík. Hann
sigur, at tá tú hevur roynt
ongar pengar at eiga, so lærir
tú at vera takksamur, tá tú
endiliga fært pening. Søren
leggur afturat, at tað var ein
fantastisk tíð. Teir kallaðu
fyrstu konsertferðina “Kan
du låne mig til en Shawarma
tour”, tí teir høvdu ikki ráð til
mat og lántu frá ljóðmonnum
og øðrum.
Luksus lív
Noam heldur, at bólkurin
nú livir eitt sattt luksus lív
og hevur gjørt tað í fleiri
ár. Tí teir sleppa at gera tað
teimum dámar best at spæla
tónleik. Luksus snýr seg ikki
um pening, men um at kunna
liva dreymin, og tað gera vit,
sigur hann.
Teir siga eisini, at hóast
tað er stór broyting frá at
sita í eini eitt-kamars íbúð
í London til at standa á
palli framman fyri 50.000
áskoðarum, so er broytingin
hend spakuliga yvir eini trý
ár, tí hava teir megnað at
vant seg við hetta lívið.
Tónlistarlig yvirflóð
Á Planet Awards fer bólkurin
á pallin har Marius, Yggdrasil
við Kára Sverrisyni, Channe
Nussbaum Trio, Brandur K.
Jacobsen, Petsi Tvørfoss,
200, Terji Rasmussen og
Frændur eisini fara at spæla,
her er lagt upp til eina yvir
flóð av tónlistarligum upp
livingum.
Umframt tey, ið spæla
luttaka Jesper Binzer úr
D.A.D. og Simon Kvamm úr
Nephew, sum gesta planet
handaðarir, eisini Johnny
Deluxe dreingirnir fara at
handa eina planet.
Unplugged LUXUS
á Planet Awards
Søren og Noam koma til Føroyar at spæla unplugged á Planet awards