Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-25, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. januar 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 18 - 25. januar 2006  Ein maður var í Føroya Rætti í gjár dømdur eitt hálvt ára treytaleysa fongsulsrevsing fyri ávíkavist harðskap og hóttanir eftir lívinum Føroya Rættur Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Maðurin var ákærdur fyri millum annað at hava hótt tveir løgreglumenn eftir lívinum, tá ið teir handtóku mannin í sambandi við eitt harðskapsmál. Um­framt at hótta teir báðar løgreglumenninar eftir lív­ inum, hótti maðurin eisini við at drepa familjurnar hjá løgreglumonnunum og at neyðtaka konurnar hjá teim­ um. Harðligur við nærmastu familjuna Hòttanirnar móti løg­ reglumonnunum og familj­ um teirra vóru gjørdar, tá ið maðurin fyrst í hesum árin­um bleiv handtikin, eftir at hann hevði verið harð­ligur við eitt av sínum nærmastu skyldfólkum, sum er ein kvinna. Harðskapurin fór fram, tá ið skyldfólkið á náttartíð noktaði fyri at loyva manninum inn í hús­ ini hjá sær, tí at hann var drukkin. Maðurin breyt tó inn í húsini, og tá ið kvinnan fór út úr húsunum, kom maðurin aftan á henni og rendi hana við andlitinum fyrst inn í húsagrundina, soleiðis at hon fekk skaða í nøsina. Fyri hetta var mað­ urin skuldsettur fyri serliga grovan harðskap. Tá ið løgreglan kom á staðið, gjørdi maðurin mót­ støðu, og neyðugt var at leggja hann í hondjørn. Tá ið komið var á politistøðini, var maðurin framvegis ikki sissaður, og løgreglumenn­ inir mettu tað ikki ráðiligt at taka hondjørnini av mann­ inum. Bæði meðan handtøkan fór fram, undir flutninginum á politistøðina, og meðan mað­urin sat í klivanum, førdi fram hóttanir móti løg­reglumonnunum og fam­iljum teirra. Í rættinum í gjár greiddu teir báðir løgreglumenninir frá, at talan ikki var um fyrstu ferð, at ákærdi hevði hótt teir, og at teir undir handtøkuni eisini høvdu gjørt skuldsetta varugan við, hvørjar av­leiðingar hesar hóttanir kundu fáa. Tann ákærdi noktaði ikki fyri, at hann hevði hótt teir báðar løgreglumenninar, men hann vildi verða við, at talan bert var um tómar hóttanir. – Eg havi hótt teir áður, men ongantíð gjørt teimum nakað. Eg havi eisini verið á politistøðini og sagt við teir, at tá ið eg eri fullur, veit eg ikki altíð, hvat eg sigi, og at eg einki meini við hóttanunum, greiddi mað­urin frá í rættinum. Hótti mann við knívi Ein onnur ákæra, ið var reist móti manninum, var, at hann dagin fyri hendingina við hóttanunum móti løgregluni skuldi havt hótt ein annan mann, ið hann búði saman við, eftir lívinum við knívi. Hesum noktaði maðurin seg sekan í, og í rættinum greiddi hann frá, at hann bert hevði sitið við køksborðið við knívinum og skorið sær kjøt. Umframt hesar ákærurnar var maðurin eisini skuldsettur fyri saman við tveimum øðr­ um at hava smugla góð 439 gram av hash til Føroya við postinum stutt fyri jól. Ákærin í málinum, Linda Hesselberg, kravdi í rættinum, at maðurin bleiv dømdur millum sjey og átta mánaðar treytaleysa fongs­ ulsrevsing, men dómarin valdi at senda mannin hand­ an rim­ar í seks mánaðar, og maðurin tók við dóminum. Maðurin hevur sitið varð­ haldsfongslaður síðani hend­ ingina fyri sløkum trimum vikum síðani, og eftir at dóm­ur var sagdur, bað ákæru­valdið um, at maðurin skuldi beint inn aftur at sita, og hesum tók rætturin undir við. Skjótt fyrrverandi eigarin av skeinki­ støðunum Eclips, Rex og Café Natúr, Havgrímur Johannesen, hevur keypt Snikkaravirkið í Grønlandi fyri eina ókenda upphædd Keyp Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Havgrímur Johannesen vátt­ar, at hann hevur keypt Snikkaravirki, ið ligg­ur á vegamótinum Grøn­ landsvegur og J. Paturs­ sonargøta, men enn er keyp­ ið so nýtt, at ongar ítøkiligar ætlanir eru fyri ognina. Umhugsar íbúðir – Tað er í fyrstu atløgu keypt sum Snikkaravirki, men eg havi sjálvsagt gjørt mær mínar tankar við hesum keypinum. Eg havi umhugsað at gera tað um til íbúðir, men tað krevur sjálvsagt vælvild frá býráðnum, sigur Havgrímur Johannesen. Hann vísir á, at talan er um eitt íbúðarøki, og tí skuldi einki verið til hindurs fyri at gjørt gamla Snikkaravirkið um til íbúðir, heldur hann. Havgrímur Johannesen sig­ur, at hann hevur tosað leys­liga við býráðið um ætl­ anirnar hjá sær, og sum skilst skuldu eingir trupulleikar verið við at fáa loyvi til at gera íbúðirnar. Eitt mál, sum hevur verið nógv frammi í miðlunum, er málið um húsarannsóknina hjá Ørvi Joensen í Saltangará. Løgreglan framdi húsarannsókn í húsinum, tí at ein maður, ið hevur framt fleiri innbrot, búði til leigu í húsinum hjá Ørvi Joensen. Eftir húsarannsóknina hevur Ørvur Joensen kært um, at løgreglan framdi húsarannsókn í øllum húsinum uttan loyvi frá honum. Men tað hevði løgreglan heimild til. Føroya Landfúti hevur nevnliga fingið fráboðan um, at tað var í lagi, at húsarannsókn bleiv gjørd, og málið fær ongar avleiðingar fyri løgreglufólkini, ið framdu húsarannsóknina. Hálvt ára fongsul fyri hóttanir og harðskap Maðurin, sum Føroya Rættur í gjár dømdi eitt hálvt ára treytaleysa fongsulsrevsing fyri millum annað at hava hótt tveir løgreglumenn eftir lívinum, hevði sagt við løgreglumenninar, at hann ætlaði sær eftir byrsuni, og so kom hann heim til teir at skjóta teir. Modellmynd: Jens Kr. Vang Havgrímur keypt Snikkaravirki Skjótt fyrrverandi eigarin av dansistøðunum Rex og Eclips, umframt Café Natúr, Havgrímur Johannesen, hevur nú keypt Snikkaravirki í Grønlandi savnsmynd Løgreglan gjørdi einki skeivt veitst tú ikki tað?