mikudagur 25. januar 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 18 - 25. januar 2006
Órsøkin til ósemjuna
í SEV er gamalt agg
mótvegis stjóranum,
sigur Leivur Hansen
SEV- ósemja
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað er ongin ivi um, at
tað er Hans Tausen Olsen,
formaður í umboðsnevndini,
sum er upphavsmaðurin til
stríðið, sum nú er í SEV.
Tað staðfestir Leivur
Hansen, sum framvegis
metir seg vera formann í
stýrinum fyri SEV.
Hann gevur tískil ikki
nógv fyri uppáhaldið hjá
Hans Tausen Olsen um,
at hann er ikki partur í
málinum, nú ætlanin er at
siga Klæmint Weihe upp
sum stjóra í SEV.
– Tað er heilt týðiligt,
at Hans Tausen Olsen er
rættiliga stórur partur í
málinum. Hann hevur eisini
boðað frá, at hann tekur
undir við meirilutanum í
stýrinum um at siga SEV-
stjóran upp.
Leivur Hansen heldur
enntá, at tað er heilt týðiligt,
at tað er Hans Tausen Olsen,
sum er upphavsmaður til
ósemjuna í SEV.
Leivur Hansen metir,
at stríðið í SEV botnar í
persónligum aggi ímillum
partar í stýrinum og um
boðsnevndarformannin
øðrumegin, ímóti stjóran
um.
Hann sigur, at hann varð
valdur í stýrið í februar í fjør
og tá byrjar hansara samstarv
við stjóran í SEV.
– Tað samstarv, eg havi
havt við Klæmint Weihe
síðani tá, hevur verið gott
og gevur als onga orsøk til
at siga hann upp.
– Men tað verða ymisk
gomul mál tengd upp í,
sum nú verða brúkt ímóti
stjóranum.
Hann sigur sostatt, at
hóast ósemjan ikki brýtur út,
fyrrenn nú, er hon alt annað
enn nýggj.
Leivur Hansen vísir
kortini á, at Hans Tausen
Olsen hevur verið formaður
í umboðsnevndini síðani
1993 og tískil hevur hann
havt allar møguleikar at fáa
stjóran frá.
Men tað er onki hent,
fyrrenn nú og nú skuldi alt
avgreiðast upp á eina onga
tíð.
Hann vil kortini ikki
útgreina hetta nærri.
– Tað fara vit at bíða við,
til umboðsnevndarfundur
verður, tí tá fara vit at greiða
umboðsnevndarlimum frá
støðuni.
Hans Tausen Olsen hevur
ongar viðmerkingar til hesar
skuldsetingar.
SEV eigur at verða
umskipað so at
tað verður lættari
at arbeiða, heldur
Leivur Hansen, sum
framvegis metir seg
vera formann í SEV-
stýrinum. Tað er
leiðslan í SEV, sum
er tung at dansa við,
heldur Hans Tausen
Olsen, formaður í
umboðsráðnum
SEV-ósemja
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– SEV eigur at verða
umskipað, so at tað verður
lættari at arbeiða
Leivur Hansen, sum
framvegis metir seg at vera
formann í SEV-stýrinum,
heldur, at soleiðis sum SEV
er skipað nú, er tað alt ov
tungt at dansa við.
SEV hevur eina leiðslu.
Harafturat er eitt stýri við
sjey limum, har ein er úr
hvørjum øki í Føroyum.
Men harumframt hevur SEV
eina umboðsnevnd, har hvør
kommuna í Føroyum hevur
ein lim fyri hvørjar upp
á byrjað túsund fólk. Tað
merkir, at ein kommuna
við 10 fólkum hevur ein
lim í umboðsráðnum og
ein kommuna við 1100
fólkum hevur tveir. Havnin
hevur sostatt 20 limir í
umboðsnevndini.
Í løtuni eru sostatt 70 limir
í umboðsnevndini.
Avoldað skipan
Leivur Hansen heldur, at
hetta er ein virkisskipan,
sum er alt ov tung at arbeiða
við og at tað tí er neyðugt at
umskipa SEV.
– Bygnaðurin, sum nú
er í SEV, er ósmidligur og
avoldaður.
Hann tekur tí fult undir við,
at SEV verður umskipað.
Hann hevur eisini talað fyri,
at stýrið tekur spurningin
um bygnaðin í SEV, upp til
viðgerðar
Men hann sigur, at
harðasti mótstøðumaður
ímóti at umskipa SEV,
hevur júst verið Hans
Tausen Olsen, formaður í
umboðsnevndini.
Spurningurin
er
so,
hvussu SEV eigur at verða
umskipað, men tað dugir
Leivur Hansen ikki at siga
í løtuni.
– Tað er ein spurningur,
sum eigarin eigur at taka
upp. Og tey, sum eiga SEV,
eru allar kommunurnar í
Føroyum.
Eitt, sum hevur verið nevnt,
er at umskipa SEV til eitt
okkurt slag av partafelagi,
ella í okkurt felag, sum líkist
einum partafelag.
– Eg haldi, at kommun
urnar eiga at taka málið
upp og at lýsa fyrimunir og
vansar við tí, heldur Leivur
Hansen.
Mugu hava ávirkan
Hans Tausen Olsen, for
maðir í umboðsnevndini,
avsannar, at hann er ímóti
at broyta bygnaðin í SEV.
– Tað er akkurát tað,
sum liggur fyri framman at
umskipa SEV.
Men nær tað verður
og, hvussu SEV verður
umskipað, dugir hann ikki
at síggja.
Annars er tað umboðs
nevndin, sum skal góðkenna
slíkar umskipingar.
Tað hevur verið tosað um
at gera SEV til okkurt slag
av partafelag.
– Tað vil eg síggja fyri
munirnar við fyrst, áðrenn
eg taki undir við tí. Tosað
vit um eitt partafelag, skulu
vit bæði betala skatt, eins
og onkur skal hava vinning
burturúr tí og eg veit ikki um
tað er tað rætta.
Hinvegin vísir Hans
Tausen Olsen á, at tað
eru kommunurnar sum
eiga SEV og teir einstøku
kommunurnar mugu eisini
framyvir hava eitt orð at siga
í SEV.
– Tí kann ongin kommuna
útihýsast
úr
einum
umboðsráði, tí SEV má altíð
verða ein samhaldsfastur
felagsskapur. Tað hevur sera
stóran týdning, haldi eg.
Hann heldur, at ein
máti kundi verið at broytt
fortreytirnar fyri, hvussu
nógvir umboðsnevndarlim
ir skulu vera, men tað má
ikki gerast so, ein einstakar
kommunur ongan lim fáa.
– Annars fækkar talið
á kommunum, so talið á
umboðsnevndarlimum fer
at minka eitt sindur av teirri
orsøk.
– Umboðsnevndin kann
minkast, hon hon má
altíð hava minst ein lim
úr hvørjari kommunu. Og
umboðsnevndin kemur altíð
at hava minst ein ársligan
aðalfund, tí kommunurnar
eiga SEV.
Annars Hans Tausen
Olsen púra ósamdur í, at
tað er umboðsráðið, sum er
orsøkin til óskilið í SEV.
– Tað er ikki tann politiska
skipanin í SEV, sum er ein
vansi. Umboðsnevndin er
saman nakrar fáar ferðir
um árið at góðkenna
fíggjarætlanir og onnur,
yvirskipað viðurskiftið,
umframt tey mál, sum verða
løgd fyri nevndina. Annars
er tað stýrið, sum hevur alt
vald at stjórna SEV ímillum
umboðsnevndarfundirnar.
– Teir trupulleikar, sum
eru í SEV, stava tískil
frá teirri umsitingarligu
leiðsluni. Er SEV tungt
at dansa við, er tað sostatt
umsitingarliga leiðslan, sum
er tung at dansa við og ikki
umboðsnevndin.
– Ein máti kundi tí eisini
verið at fækka talið á
stýrislimum, heldur Hans
Tausen Olsen.
SEV er ov tungt at dansa við
Allar kommunur eiga SEV og tí má ongin kommuna útihýsast frá at hava ávirkan. Ein máti kundi verið at fækkað talið av
stýrislimum, heldur Hans Tausen Olsen, sum her á á fundi í stýrinum
Hans Tausen Olsen hevur meir at gera við ósemjuna, enn hann
letst, heldur Leivur Hansen, í miðjuni
Hans Tausen Olsen er
upphavið til stríðið í SEV