Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-25, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. januar 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 18 - 25. januar 2006 UTTAN ÚR HEIMI Tá rúmdarfarið Stardust kom aftur á Jørðina tann 15. januar, vónaðu gransk­ ararnir, at tað hevði savnað eitt sindur av gomlum stjørnu­­dusti, sum kann geva okkum søguliga frá­ greið­ing um okkara sólskip­ an. Í gjár kunngjørdi ameri­ kanska rúmdarumsitingin, NASA, at Stardust hevði rættiliga fitt av stjørnudusti, sum er 4,5 milliardir ára gamalt, við sær. Granskarin Donald Brownlee sigur við heimasíðuna hjá NASA, at úrslitið er nógv betur enn væntað, og ein annar granskari, Peter Taou, sigur, at Stardust hevur uppfylt ein 25 ára gamlan dreym hjá sær. Ferðin hjá Stardust vardi næstan seks ár, og farið fleyg tríggjar ferðir kring Sólina. Á vegnum savnaði tað dust frá gongustjørnuni Wild-2 og einari aðrari stjørnu. Dustið bleiv savn­ að einum serligum kassa umborð á farinum, og nú hava granskarar pakkað tað upp inni á einari ser­ ligari rannsóknarstovu. Granskararnir halda, at ein partur av dustinum er eldri enn okkara sólskipan, og at tað tí kann siga okkum eitt sindur um, hvussu okkara sólskipan varð til, og hvat er hent síðani. Fekk nógv dust Norskir samráðingarmenn, sum júst hava verið í Sri Lanka, siga, at støðan har er sera spent, og at vandi er fyri borgarakríggi, eydn­ast tað ikki at fáa stjórn­ina og teir tamilsku uppreistrarmenninar til samráðingarborðið. Trupulleikin tykist vera, at partarnir hava ikki álit á hvør øðrum. Mahinda Rajapakse, forseti, segði fyrradagin, at stjórn hansara hevur álit á tamilunum, men at hon fer ikki til sam­ráðingarborðið, fyrr enn tamilarnir hava víst, at teir hava álit á stjórnini. Forsetin hevur eisini kravt, at tamilarnir skulu steðga álopunum á stjórnarherin, sum sambært almennum keldum hava kostað 78 her­monnum lívið í sein­ astuni. Norðmaðurin Hagrup Haukland, sum stendur á odda fyri einum ST- liði, sum heldur eygað við støðuni, sigur við Dags­avisen, at brestur borgarakríggið áaftur, verður tað ein vanlukka fyri Sri Lanka. Sjálvur hevur hann tó vónir um, at partarnir skilja álvaran, og at teir eru sinnaðir at finna eina loysn. Srilankiska stjórn­in og tamilsku upp­reist­rar­ menninir samdust um vápnahvíld í 2002, men samanbrestir hava kortini verið ofta. Óttast kríggj Tann 41 ára gamla Patricia Battisti helt væl til standa, tá hon hevði verið á einum sjúkrahúsi í New York, har læknarnir høvdu sett eitt beinpetti í ryggin á henni. Men so fekk hon bræv frá sjúkrahúsinum, sum segði, at beinpettið hevði kanska verið á skeivum hondum, og at hon møguliga kundi hava fingið okkurt virus av tí. Nú hevur løgreglan í New York staðfest, at brots­ mannalið hava keypt lík, skorið tey sundur og selt likamslutirnar. Løgreglan heldur, at brotsmannaliðini hava keypt líkini frá fyri­ tøkum, sum bjóða sær til at jarða fólk. Likamslutirnir eru síðani seldir í USA og Kanada uttan eftirlit av nøkrum slagi, og tí er stórur vandi fyri, at tey, sum hava fingið lutirnar, kunnu vera smittað við al­skyns sjúkum, skrivar AP. Patricia Battisti hevur fingið staðfest, at hon hevur fingið syfilis. Hon ivast ikki í, at tað er komið við beinpettinum, og tí arbeiðir hon við at leggja sak ímóti sjúkrahúsinum. Men har vísa tey allari ábyrgd frá sær. Likamslutir til sølu Evroparáðið hevur fingið prógv fyri, at amerikanska fregnartænastan hevur flutt fólk úr Evropa til lond, har tað er vanligt at pína fangar. Og onkrir myndugleikar vistu um flutningin. FangaFlutningur Árni Joensen fartekst@mail.dk Annaðhvørt teir politisku leiðararnir ella fregnar­ tænasturnar í fleiri evrope­ iskum londum vistu, at CIA flutti fangar úr londum teirra, og at teir vórðu fluttir til lond í Asia og Afrika, har tað er vanligt, at fangar verða píndir. Tað stendur í einari frá­ greiðing, sum sveisiski sena­ torurin Dick Marty hevur skrivað, og sum hann hevur latið Evroparáðnum. – Tað er prógvað, og tað er heldur ongantíð avsannað, at CIA hevur rænt og burt­ urflutt fólk í Evropa og flutt tey píningar aðrastaðni, og tað er sera sannlíkt, at teir leiðandi politikararnir ella fregnartænsturnar í teimum evropeisku londunum vistu tað, segði Dick Marty, tá hann legði frágreiðingina fram. Í frágreiðingini nevnir hann tvey dømi um tílíkan fangaflutning. Annað dømið er úr Italia, har 25 agentar hjá CIA komu til Milano eftir Abu Omar tann 17. juni í 2003. Umvegis italskar og týskar hernaðarflogvallir bleiv hann fluttur til Egypta­ lands, har hann bleiv píndur, áðrenn hann varð latin leysur og síðani tikin aftur. Í frágreiðingini vísir Dick Marty á, at ein italsk kanning hevur avdúkað, at tað var CIA, sum burturflutti mannin, og amerikanararnir hava heldur ikki avsannað tað, sigur hann. Hitt dømið er úr Týsk­ landi. Har burturflutti CIA týska ríkisborgaran Khaled al Masri, sum hevur libanskar røtur. Hann bleiv koyrdur umborð á eitt flog­ far hjá CIA, sum flutti hann til Afghanistan til avhoyringar. Dick Marty segði í gjár, at hann hevur fleiri upplýsingar eftir frá sera álítandi keldum, og at hann tí fer at halda fram við kanningunum. Hann sigur seg ikki hava funnið prógv fyri, at CIA hevur havt loynilig fongsul í Evropa, soleiðis sum blaðið Washington Post og mannarættindafelags­ skapurin Human Rights Watch vil vera við. Men hesar kanningarnar halda eisini fram, sigur hann. Danski Evroparáðslimurin Gitte Seeberg úr konservativa flokkinum er skelkað av avdúkingunum hjá Dick Marty. – Tað er líkt til, at fleiri lond, sum hava skrivað undir tann evropeiska mannarættindasáttmálan, hava medvirkað til at bróta mannarættindini, og tað kann als ikki góðtakast, segði hon í gjár. Tey flestu vænta, at Fatah fer aty vinna palestinska tjóðartingsvalið í dag, men flokkurin sleppur neryvan uttan um Hamas Val Árni Joensen fartekst@mail.dk Palestinar hava í dag valt 132 umboð í tjóðartingið. Undan valinum hava kanningar víst, at tað fór at enda rættiliga javnt ímillum tann gamla Fatah­flokkin hjá Yasser Arafat og tann víðgongda Hamas, men í dag frættist, at helst verður tað Fatah, sum vinnur valið. Hinvegin er greitt, at Fatah vinnur ikki avgjørdan meirilutam, so flokkurin noyðist at leia sær stuðul frá øðrum. Talsmenn hjá Fatah hava sagt, at flokkurin fer ikki í stjórn saman við Hamas, men spurningurin er, um hann sleppur undan tí. Men tað krevur, at Hamas sleppur sínum víðgongda politikki. Bæði ES og USA meta Hamas sum ein yvirgangsfelagsskap, og tey hava boðað frá, at tey fara at skerja samstarvið við palestinsku myndug­ leikarnar, um Hamas kemur upp í stjórnina, men at hetta kann broytast, um Hamas letur vápnini frá sær. Politiskir eygleiðarar í Miðeystri siga, at tað verður spennandi at síggja, hvat fer at henda á tí polit­ iska pallinum í teimum pal­ estinsku økjunum teir næstu dagarnar, sama hvat úrslitið av valinum verður. Leiðarar í Evropa vistu um CIA-fangarnar Nógvir palestinar á vali Longu frá morgunstundini stóðu fólk uttan fyri valhølini. Hendan myndin er úr Gaza