Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-25, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. januar 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 18 - 25. januar 2006 9 332 tons á søluni í morgun Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á telefonsøluni og á gólvinum hjá Fiska­mark­ naði Føroya í morgun vóru tilsamans 332 tons til sølu. Høgni Hansen á Fiska­ marknaði Føroya sigur, at eini 84.000 pund av út­róðrarfiski vóru á gólv­søluni; umleið helmingurin á Toftum og hin helmingurin í Klaks­ vík, Sørvági, Tvøroyri og í Vági. Aftrat hesum vóru ein­ar 29 telefonsølur til­ samans. Fallin nakað Spurdur, um fiskaprísurin er fallin, nú so nógv er á marknaðinum, sigur Høgni, at prísurin á hýsu er fallin nakað, meðan prísurin á toski framvegis er støðugur og góður. – Hýsan, sum út­róð­rar­ bátarnir fingu í gjár, er í stóran mun hýsa 3, og her er prísurin fallin umleið eina krónu fyri kilo – úr umleið 10 krónum niður í 9. Hann heldur, at hugs­ andi er, at hýsuprísurin fer nakað longur niður, um talið av útróðrarbátum verður líka stórt í morgin, sum væntandi er, nú veðr­ ið framvegis er so gott. Á telefonini Høgni Hansen sigur, at fleiri útróðrarbátar, sum hava fiskin í ísvatni og hava meira enn eini tvey tons, plaga at selja fiskin um telefonsøluna. – Men tað eru eisini fleiri bátar, sum selja fisk­in á gólvinum, ið hava fiskin í ísvatni, sigur hann. Í gjár var móttøka á nýggja listgrafiska verkstaðnum, Oggi Art, sum 35 ára gamli listamaðurin, Oggi Lamhauge, hevur lagt lunnar undir í heimbygd síni, Søldarfirði Móttøka Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Nógv fólk var inni á gólvinum og ynsktu listamanninum góða eydnu við tiltakinum. Saman við 18 ymiskum lista­verkum, sum Oggi hevur hangandi í nýggju hølunum, settu blómur og skrivligar heilsanir eisini sín dám á hølini, sum eru sett í stand til endamálið. Oggi sigur, at hølini í fyrsta lagi verða verkstaður við litografiskari pressu og koparprentspressu. – Aftrat hesum er so al­ rúmið, sum eitt nú kann nýt­ast til framsýningar og undir­vísingarhøli, sigur hann. Tað er gamli handilin hjá Lenu og Sámal Jákupi Lamhauge í Søldarfirði, sum listamaðurin hevur latið seta í stand. Hóast húsini, sum liggja við høvuðsvegin í Søld­ar­ firði, ikki tykjast so stór við fyrsta eygnabráð, eru tey kortini einar 60 fer­ metrar til støddar. Tey eru ljós og kennast rúmlig og hugnalig. Virkin listamaður Oggi er útbúgving sum list­ grafikari við lærda háskúlan í Reykjavík í 1997, og hann hevur verið virkin á listarliga økinum seinastu árini, bæði her heima og uttanlands. Hann hevur gjørt hópin av serprentum fyri stovnar og virkir, og hann hevur eisini undirvíst bæði børnum og vaksnum í tekning, máling og grafikki. Kendasta verkið hjá Ogga Lamhauge er ivaleyst altartalvan í Hattarvíkar kirkju, sum hann læt kirkjuni í 2001. Bátar, sum vóru á útróðri í gjár, lógu millum 200 og 250 pund á línuna. Tíðliga í góðveðrinum í morgun loystu bátarnir aftur Útróður Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað er stuttligt at vera út­róð­ rarmaður í hesum døg­um, nú veðrið er so gott, og streymurin er góður. Týsdagin var fínasta veð­ ur, og soleiðis er eisini í morgun. Veðurfrøðingurin, Petur Skeel Jacobsen, sigur, at veðrið framvegis verður gott í morgin, men síðan fáa vit eitt lot upp í einar 10 metrar av útsynningi og vestri. Hjá bátunum, sum royna eystanfyri og ikki eru ov smáir, kann tískil væntast, at tað framvegis verður royn­ andi, um hann frískar vindin nakað. Nógvur fiskur Men tað er ikki bara veðr­ ið, sum hevur verið gott sein­astu dagarnar. Tað hev­ ur fiskiskapurin hjá út­róð­ rarbátunum eisini verið. Bátar, sum vóru á útróðri týsdagin, høvdu sum heild nógvan fisk. Sosialurin hevur frætt av Toftum, bygdum norðanfyri á Eysturoynni og úr Nólsoy, at fiskiskapurin hevur verið góður. Hjá teimum, sum hava roynt eystanfyri, hevur meginparturin av veiðini verið hýsa, meðan bátarnir norðanfyri hava fingið væl av tosk. Góðar setur Fleiri av bátunum lógu í gjár millum 200 og 250 pund á línuna, og tað má sigast at vera góður fiskiskapur. Útróðrarbátar, sum í gjár vóru við góðum 20 línum, hava soleiðis fingið upp í eini 5.000-7.000 pund. Best dámar útróðrar­ monn­um, sum egna gággu, at gággan er fesk – og ikki hevur verið fryst, men nú uppiløgur hevur verið leingi, stendur línan egnd við frystum agni. Spennandi verður at síggja, hvussu dagurin í dag fer at roynast hjá bátunum. Oggi Art í Søldarfirði latið upp Útróðrarmenn rokast á útróðri Tað er stuttligt at vera útróðrarmaður í hesum døgum, nú veðrið er so gott, og nógvur fiskur er at fáa Mynd: Vilmund Jacobsen Oggi er útbúgvin list­ grafikari og er virk­in lista­ maður. Við móttøkuna í Søldarfirði í gjár vóru nógv fólk inni á gólvi­num og heilsaðu listamanninum, f.v.: Hans Jacob Lamhauge, Petur Alberg Lamhauge og Oggi Lamhauge Myndir: Vilmund Jacobsen