mikudagur 25. januar 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 18 - 25. januar 2006
Fríggjadagin í síðstu viku segði Høgni Hoydal á Fólka
tingi, at hann als ikki tók undir við donsku luttøkuni
í Irak krígnum. Hann segði seg at hava trupult við
at skilja, hví danska stjórnin ikki boðar frá, at Irak
kríggið var eitt mistak, og at danska stjórnin tí ikki
longur ynskir at luttaka í sokallaðu samgonguni,
sum hevur hersett Irak. Víðari gjørdi Høgni Hoydal,
fólkatingsmaður, vart við, at danski staturin er farin
inn í eitt kríggj, sum hevur kostað tíggjutúsundavís
av sivilum mannalívum á einum beinleiðis skeivum
grundarlagi og við einum sera lítlum meiriluta. Hann
metti hetta at vera ein trupulleika, sum danska Fólka
tingið og danska fólkaræðið átti at viðgera. Høgni
Hoydal segði eisini, at Føroyar og Grønland vórðu
drigin inn í eitt kríggj, sum londini bæði eru ímóti.
Vit kunnu ikki annað enn taka undir við fólkatings
manninum í hesum máli. Vit ávaraðu frá fyrsta degi
løgtingið ímóti at stuðla danska luttøku í krígnum
í Irak. Vit hava her fleiri ferðir gjørt vart við, at
tað er meira enn løgið, at Danmark fer upp í eitt
kríggj í Miðeystri. Hetta hevur einki at gera við
stuðul til Saddam Hussein. Vit hava ferð eftir ferð
ávarað móti hesum ræðuliga einaræðisharra, men
vit hava samstundis víst á, at innrás í Irak var ikki
loysnin at sleppa av við hann. Danmark hevur als
ongar siðvenjur fyri at føra kríggj, og tað virkar
heilt margháttligt, at hetta lítla, dámliga og friðarliga
landið er farið at senda herfólk til annað land í einum
heilt ørðum heimsparti.
Hetta, at Danmark er farið í hernað, uttan at Danmark
ella nakar annar partur av ríkisfelagskapinum eru
álopin ella hótt er eitt so álvarsamt brot á tann uttan
ríkis- og verjupolitikk, sum Danmark hevur rikið
í meira enn hundrað ár, at tað sjálvsagt er rætt at
mótmæla. Føroya løgting átti sjálvsagt eisini at nýtt
høvið, nú Fólkatingið skuldi gera av, um danska
stjórnin skuldi fáa loyvi at halda fram við at hava
danskar hermenn í Irak. Kríggið í Irak hevur við
sær stórar líðingar fyri tjóðirnar, ið har búgva. Sum
í øllum kríggjum eru kvinnur, børn og gomul offrini.
Hartil eru stórir partar av mannaættarinnar felags
mentanararvi týndir av krigsatgerðum. Ein onnur
fylgjga er, at Irak nú er vorðið eitt reiður hjá altjóða
yvirgangskroppum- og felagsskapum. Kríggið í Irak
er við at gerast ein sorgarleikur eisini fyri USA og
Bretland og hartil verður tað ein politisk vanlukka
fyri Bush og Blair. Her gevst eingin hernaðarlig
loysn. Tað er bert ein politisk loysn, sum kann fáa
enda á tí ræðuligu støðuni í Irak. Hesa loysn má
altjóða samfelagið við ST á odda finna. Tað hevði
sømt seg betri fyri eitt land sum Danmark at virka
á altjóða pallinum fyri eini politiskari loysn í Irak
enn at sent ungar danir út til ræðuleikarnar í Irak.
Mótmæli fólkatingsmansins var tí skilatala, sum øll
demokratisk hugsandi og friðarhugað fólk sjálvsagt
eiga at taka undir við.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Skilatala á Christiansborg
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónssekreterur:
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl‑an
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Í bløðunum leygardagin
roynir omanfyrinevndi
at prógva, at í sakini
um serrættindi til tey
»samkyndu« er talan um
tað bera bluff frá »nei-
síðuni«. Hetta byggir
hann á eina hugsan, sum
eisini onnur hava róð
framímóti, tó at ongin
áður hevur roynt at
grundgivið stórvegis fyri
hesi hugsan, sigur Jenis
av Rana
Harafturat skuldsetur hann
Bill Justinussen fyri at vill
leiða í sama máli, tá hesin
førir fram at málið í veru
leikanum viðvíkur homo
sexualiteti.
Orðarætt sigur Heini.:
... tað verður lagt fram
sum um, at samkynd nú
skulu takast fram um allar
aðrar samfelagsbólkar, og
um tú endurtekur eina lygn
nóg ofta, gerst hon til seinast
sannleiki...
Høvdu Finnur og Anita
ongar viðmerkingar fest
við lógaruppskot teirra, var
greinin hjá Heina ( og tøkkin
frá Finni ) tann beri sannleiki.
Men í viðmerkingum teirra,
frá byrjan og til enda, gera
tey aftur og aftur greitt, at
málið snýr seg um at vinna
teim “ samkyndu” ávís rætt
indi. Bert einstakar ferðir
verða aðrir samfelagsbólkar
nevndir, og tá bert sum
generellar viðmerkingar.
Til sammetingar verða tey
“ samkyndu” nevnd umleið
20 ferðir í greinini, og tá í
sambandi við royndir upp
skotsstillaranna at sannføra
um hvussu neyðugt er við
serverju fyri hesi.
Niðanfyri loyvi eg mær
at endurgeva tvey brot úr
viðmerkingum uppskots
stillaranna:
... 1987 varð samtykt á
Fólkatingi, at mannamuns
greinin (antidiskriminasjóns
greinin) 226 b skuldi víðkast
soleiðis, at hon eisini fevndi
um “kynsliga orientering”.
Tað var ikki fjalt fyri nøkr
um, at høvuðsorsøkin til
broytingaruppskotið var
støðan hjá samkyndum í
Danmark tá.
... uppskotsstillararnir
meta í einum og øllum, at
málið snýr seg ikki um nakað
kynsligt sum so, ella um hvør
kynshugur er rættur ella
skeivur, málið snýr seg um
at tryggja einum bólki nøkur
mannarættindi. Málið snýr
seg um, at vit í Løgtinginum
eiga at verja ávís fólk móti
mannamuni og happing. Nú
eru tey nógv, sum siga, at tey
samkyndu í Føroyum eru ikki
fyri ágangi, tey verða ikki
happað, og at mannamunur
verður ikki framdur mótveg
is teimum. Hesum eru upp
skotsstillararnir ikki samdir
í. Og kann millum annað
vísast á ymist, sum hendi í
samband við, at samkynd
skipaðu fyri ráðstevnu í Havn
í august í ár. Um danska
versjónin av grein 226 b í
revsilógini var galdandi
í Føroyum tá, vóru fleiri
enn eitt av átøkunum, sum
vórðu framd móti teimum
samkyndu, revsiverd...
Eg fari at heita á áhugaði
um at fara inn á heimasíðu
Løgtingsins − www.logting.
fo − og har undir tingmál
lesa uppskot nr. 21- og allar
viðmerkingarnar til hetta.
Viðmerkingar, sum siga eina
aðra søgu enn ta, sum nøkur
nú royna at boða.
Viðmerking til blaðgrein hjá Heina í Skorini
Løgtingsmaður
Jenis av
Rana
Tað kenst eitt sindur løgið:
Júst áðrenn eg fór undir at lesa
Sosialin, hevði eg sæð ein
Hamas leiðara í SvF hildið
uppá, at Hamas fór aldri at
góðtaka Ísrael ella at liva
lið um lið við ísraelar. Men
inni í Sosialinum stendur at
lesa: Hamas tykist sinnaður
at viðurkenna Ísrael!
Riad Welwel, Hamas tals
maður, sum lýsir seg sjálvan
sum ein modernaðan vinnu
lívsmann sigur tað, sum
Hamas í veruleikanum sigur:
− Allar avtalur við Ísrael eru
eitt mistak og skulu ógildast.
Vit í Hamas eru ímóti hesum
avtalum!
So, hvør hevur rætt? Árni
Joensen í Sosialinum ella
Hamas talsmaðurin í SvF
og Hamas talsmaðurin, Riad
Welwel?
Tað er ikki fyrstu ferð, at
vesturheimurin letur seg tøla
av, at m. a. Hamas borðreiðir
við einum heldur borðbarari
boðskapi vestureftir, meðan
boðskapurin í Palestinu er
egghvassur: »Vit viðurkenna
ikki Ísrael!« Ja, so greiður
og fíggindasinnaður er
boðskapurin hjá Hamas, at
Fatah rørslan, sum Arafat
var ein av stovnarunum av,
tekur frástøðu frá Hamas
tí teir óttast fyri, at Ham
as fer at beina fyri friðar
samráðingunum fyri tíð og
ævir!
Ikki tí, sama boðskap sum
Sosialurin ber, stendur at
lesa í Politiken, sum endur
gevur The Guardian. Men,
tað er eingin loyna – og tað
sigur Welwel sjálvur – at
Danmark altíð hevur stuðlað
palestinum treytaleyst. Wel
wel sigur m.a.: − Eg koyri
bil og surfi á internetinum
eins og øll onnur. Hamas er
ein nýmótans felagsskapur,
sum vesturheimurin ikki
skal ivast í at stuðla. Tí eggi
eg m.a. Danmark at halda
á við at stuðla palestinska
fólkinum, eisini um Hamas
vinnur valið!
Eg kann minna á, at hóast
stjórnarskipanarlógin hjá
PLO hevur eina »vesturlenska
útgávu«, har grein 10 er
strikað, so hevur PLO í
Palestinu ikki strikað grein
10 í stjórnarskipanarlógini.
Í grein 10 stendur millum
annað, at Ísrael ikki er eitt
land, at ísraelar ikki eru eitt
fólk og, at PLO gevst ikki
fyrr enn Ísrael er rikið í hav
ið.
Trupulleikin við okkum
vesturlendingum er, at vit ikki
kenna so frægt til arabiska
mentan, at vit skilja, at tað í
arabiskum – og serliga mus
limskt stýrdum – londum ikki
er skeivt at lúgva, tænir tað
antin arabiskum ella islamsk
um áhugamálum. Sjálvur
Muhammed sigur, at tað er
rætt at lúgva fyri vantrúnum,
tá tað tænir Islam!
So kann Sosialurin meta
um, hvørt tað er Sosialurin
ella The Guardian, sum
siga sannleikan ella tað eru
teir báðir talsmenninir hjá
Hamas.
Keldur: SvF; Politiken;
Kristeligt Dagblad, The
Guardian, Viðmerkingar til
Koranina
jonel@kallnet.fo
Jón
Ellendersen
Hamas viðurkennir IKKI Ísrael