mikudagur 25. januar 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 18 - 25. januar 2006
11
− Tøkk til Leiv Hansen,
fjølmiðlamann og
listamenninar Oddfríð
Gergersen og Aksel
Hansen, skrivar Jógvan
við Keldu
Seinastu sunnukvøldini eru
tvinnar sendingar farnar av
stáplinum av trimum, sum
fjølmiðlamaðurin Leivur
Hansen, hevur loyst úr lagdi
og kallar »Slóðarar«.
Hesi áhugaverdu søgu
brot eigur hann tøkk fyri.
Hann gevur okkum við
hesum eina fatan av vinnu
lívsins veruleikum við
upp- og niðurgongdum,
framgongd og bakkøstum,
við innløgum og tá neyðugt
var at seta ognir og alt ein
átti í veð, so væl sum tá ljós
ir dagar og hóttafall komu
á leiðina.
Meðan eg sat og hugdi,
sá eg fyri mær ymisku lista
verkini, har vit mangan
skilja so lítið, tað veri seg
í tónleiki, málningaverki
ella í vinnuni.
Allir træðrir, litir, tóna
samansetingar og avgerðir,
teir dimmu, ljósu eins og
ymisklittu sum trilvandi
koma úr dýpinum, fara
spælandi upp móti flatuni
og út móti havsbrúnni. All
ir hesir samfeldir skapa full
komna mynd.
Hægra eindin
Hvør skilir til fulnar eitt
vinnulívsins listarverk
uttan hann, sum farin er
ígjøgnum tað frá byrjan til
enda, bert tann sum av og
á var um at geva upp, men
tók aftur í aftur, og bardi seg
uppundan aftur. Hugsaði
bæði um seg sjálvan og tey
hann breyðføddi.
Peningaupphæddir, kensl
ur, fagnaður um framgongd,
øvund, sosialistiskur hug
burður, droymarí og »betri
vitan«, alt gongur vanliga
upp í hægri eind, bæði hjá
teimum sum skaptu og hjá
hinum sum við sjálvsnøgd
sótu og funnust at.
Eina hjartans tøkk eigur
Leivur Hansen, fjølmiðla
maður fyri hesar sending
ar, nú hann sjálvur sam
an við stjóranum á SEV
fær tápuliga og óverduga
viðferð og er úti í ódnar
veðri.
Sum Bjarti Mohr tók til
í SVF, so var SEV skúta,
sum sigldi vandasjógv,
tá Klæmint Weihe fór á
brúnna, meðan hon ídag
einki er minni enn stoltleiki
við tryggum veitingum út í
hvønn krók í Føroyum og
frá einum eginpeningshalli
til ídag einum eginpeningi
upp á 300 mió. krónur.
Hetta kanska hoyrir ikki
upp í greinina – og tó!
Lítið er at siga til, at
orðatakið millum danir
veruliga í løtuni gongur
sína sigursgongd: »Nej,
de færinger«!
Men Leivur, tøkk fyri at
tú hevur víst okkum á ein
lítlan men virðismiklan
part av føroyska vinnulív
sins listaverki og tøkk til
listamenninar báðar Odd
fríð Gregersen og Aksel
Hansen.
– Lat tað vera eina
góða byrjan at innføra
klippikortsskipanina.
Tað snýr seg fyrst um
upplæring og motivasjón,
og ikki um straff, skrivar
Heri Simonsen
Vit vóru nøkur sum um
aldarskiftið vístu á, at
tað vóru fleiri lond her
vestanfyri, sum høvdu eina
klippukortsskipan innan
ferðsluøkið, m. a. Ísland.
Víst var á tann góða moralin
við einari klippukortsskipan
har akfarsførarar í einum
3-ára tíðarskeiði hava
møguleikan at bøta upp á
skeivar gerðir í ferðsluni.
Ein kann blíva nullstillaður
í
klippikortsskipanini/
stigaskipanini eftir trimum
árum, um ein skikkar sær
væl í ferðsluni í hesum 3-ára
skeiðnum! Men m. a. nógvir
tingmenn sóu seg illar inn á
hesa »poengskipan« og hesi
»bonusklippini«, sum onkur
núverandi floksformaður
málbar seg á sinni. Tað
kom eisini undan kavi, at
Danmark ikki hevði hesa
klippikortsskipanina, og
tí var sjálvsagt, at vit í
Føroyum ikki áttu at hava
hana heldur. Tað var einasta
poengið teir høvdu!
Men danir gera tað, sum
vit føroyingar ikki gera! Teir
hyggja nevnliga eftir, hvussu
gjørt verður í øðrum londum
enn bara í Danmark. Og
danir hava m. a. hugt eftir,
hvussu teir gera í Íslandi! Og
nú hava danir sjálvir innført
eina klippikortsskipan, sum
eru ógvuliga lík tí íslendsku.
Og
sum
formaðurin
í
»Rådet
For
Større
Færdselssikkerhed« segði
við eitt føroyskt tíðindablað
í síðstu viku: »Med stor
succés«. Og nú tá danir
hava hesa klippikortsskipan
skuldi væl verið møguleiki
fyri, at vit fáa eina líknandi
skipan lógarfesta í Føroyum.
Annars
er
Danmark
undangonguland tá tað kemur
til súkklubreytir. Danmark
er óiva besta súkkluland í
heiminum. Haraftrat hava
danir gott útsýni við nærum
allar krossvegir. Har hava
føroyingar ikki fylgt dønum
serliga langt, fyri ikki at
siga: als ikki! Men lat tað
vera eina góða byrjan at
innføra klippikortsskipanina.
Sofus Hansen, fólksins
maður í ferðslumálum
vísti so staðiliga á í
Sjónvarpstjakinum, at tað
snýr seg fyrst um upplæring
og motivasjón, og ikki um
straff! Og rætt hevur hann!
heri.simonsen@postur.fo
Lurtaði eftir áhugaverda og
– fyri meg - viðkomandi práti
num, ið teir báðir Kára’arnir
– yngri og eldri, sum teir
rópa seg, – høvdu við teir
tríggjar Petur Mohr Reinert
frá VikuBlaðnum, Inga Sam
uelsen frá Dimmalætting og
Jan Müller frá Sosialinum
í morgunsendingini hós
morgunin í síðstu viku. Teir
tosaðu serliga um lesaratalið
hjá hesum trimum bløðum
við støði í kanningum, sum
Gallup Føroyar ger og reglu
liga hevur gjørt.
Eg hevði ongar ambitiónir
at blanda meg í hetta kjakið,
men sum prátið gjørdist í
sendingini, kann eg ikki
lata vera við at lata fleiri
av útsøgnunum – serliga
hjá Jan Muller, blaðstjóra
á Sosialinum - fara framvið
borðinum ósvaraðar.
Hví vísa dagbløðini
ongantíð til lesaratølini?
Fyri tað fyrsta er tað alment
kent í grannalondum okk
ara, at dagbløðini við jøvn
um millumbilum vísa til
lesaratøl, sum t. d. Gallup-
stovnurin ger. Hetta gera
føroysku dagbløðini ikki.
Hví kanst tú so spyrja? Eg
veit ikki, men út frá kjaki
num í morgunsendingin hós
morgunin, eru ábendingarnar
týðiligar.
– Tølini geva IKKI tær
ábendingarnar, sum dag
bløðini vilja hava! Tølini
hjá Gallup vísa nevniliga,
at VikuBlaðið er tað blað
ið, sum flest føroyingar
»hyggja« ígjøgnum.
– Onnur orsøk kann
vera, at bløðini IKKI hava
álit á regluligu lesarakann
ingunum, sum Gallup ger,
har teir spyrja umleið 520
fólk, um tey hava »hugt ígjøg
num seinastu útgávuna
av..«..Dimmalætting, Sosial
inum, VikuBlaðnum, SMS
blaðnum, Trúboðanum og
øllum hinum bløðunum,
sum verða givin út.
Í samrøðuni hósmorgunin
setti Jan Müller, blaðstjóri
á Sosialinum, beinleiðis
spurnatekin við trúvirðið á
kanningunum hjá Gallup, tí
tær verða gjørdar týsdag, og
harvið eru til fyrimuns fyri
VikuBlaðið, sum kemur út
hendan dagin, meðan stóra
blaðið hjá Sosialinum, er
leygardagsblaðið. Hesin pá
standur er beinleiðis skeiv
ur, tí umleið 10 spyrjarar
frá Gallup klára ómøguliga
at ringja til fleiri enn 520
fólk upp á ein dag/kvøld.
Jan og onnur starvsfólk á
Sosialinum hava fleiri ferðir
áður víst mær á hendan
pástand, og havi eg eins og
Gallup Føroyar eisini víst
teimum á, at kanningarnar
verða gjørdar yvir fleiri dag
ar og ikki bara týsdag.
Nýtið hagtølini
konstruktivt!
Síðani Gallup Føroyar fór
undir at gera sínar spurna
kanningar í apríl mánaði í
2002, havi eg óivað starv
ast í teimum báðum fyri
tøkunum, sum hava gjørt
flest Gallup-kanningar í
Føroyum. Hetta eru báðar
fyritøkur, sum eftir míni
metan eru mest sjónligar og
mest málvitaðar á føroyska
lýsingamarknaðinum. Í tøtt
um samstarvi við Gallup
Føroyar og seinast eisini við
teirra analytikarum, gera vit
smærri og størri kanningar og
greiningar av tølunum. Veit
eisini, at onnur, sum starv
ast í lýsingarvinnuni, nýta
Gallup at gera kanningar
fyri seg.
Í sambandi við lesaratølini
eru vit serliga áhugað í demo-
og geografiska býtinum av
lesarunum og hvussu lesara
profilurin (aldur, kyn, áhuga
mál, inntøka v. m.) á teim
um ávísum miðlunum er, og
hetta nýta vit aftur í okkara
strategi og planlegging av
lýsingarherferðum v. m.
Hetta fyri at fáa sum mest
burtur úr okkara lýsinga
krónum. Vit vilja stutt sagt
lýsa har, VIT meta ávirk
anina vera størsta.
Tí vil eg siga við Jan, at
ístaðin fyri at harta Gallup
Føroyar fyri ikki at seta røttu
spurningarnar og at siga, at
teir samanbera lesaratølini
fyri dagbløðini Sosialin
og Dimmalætting, við eitt
nú tølini fyri VikuBlaðið,
Kvinnu, Trúboðan og líkn
andi bløð, átti Sosialurin
heldur at farið í samstarv
við Gallup og funnið fram
til »røttu« spurningarnar;
ALTSO teir spurningarnar,
hann og teir á Sosialinum
meta vera teir røttu. Í Íslandi
verða lesaratølini fyri
ókeypis bløðini, Frettablaðið
og Blaðið, alment saman
borin við dagbløðini DV
og Morgunblaðið. Hví skal
hetta verða trupulleiki her
hjá okkum?
Hvørki vit - ella nøkur
onnur fyritøka ella stovnur
– nýtir Gallup-kanningar at
greiða frá nøkrum, vit vita
frammanundan. Hinvegin
hyggja vit kritiskt eftir kann
ingunum og nýta tær til at
STAÐFESTA. Meta vit,
at aðalsetningurin í ávísari
kanning vísir, at vit ikki
røkka málsetningum, tillaga
vit møguliga okkara strategi
eftir hesum
Tí kanst tú spyrja, um
dagbløðini ikki tora ella tola
at fáa ta STAÐFESTING, at
flest føroyingar »hyggja« í
VikuBlaðið! Heldur áttu tit,
sum varða av, at nýtt hesi og
onnur tøl og kanningar frá
Gallup konstruktivt í tykkara
menning av bløðunum og
tykkara virksemi annars.
Vil at enda bera dagbløð
unum báðum, Dimmalætting
og Sosialinum, rós fyri, at
tey royna at betra seg og
tillaga seg øktu kappingina
og harvið gerast enn meira
attraktiv hjá okkum lýsarum
at lýsa í. Tøkk til VikuBlaðið
fyri at hava verið við til at
økja um útboðið av lýsingar
miðlum, og tøkk til Gallup
Føroyar fyri at hava tikið
stig til at bjóða tænastur
fram, sum – um rætt atborið
– kunnu hjálpa føroyskum
fyritøkum at menna seg og
leggja ætlanir.
rogvi@kall.fo
VIÐMERKINGAR
Nýtið tølini frá Gallup konstruktivt?
Løgtingsmaður
Jógvan við
Keldu
Sølustjóri
Rógvi
Róin
Nú hava danir klippikortskipanina,
so nú er lag á manni!
Heri
Simonsen
Vínnulívsins listarverk
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
Sosialurin
Tíðindi
Ítróttur
Viðmerkingar
Nøvn
Skráir
Tiltøk
Sosialurin
Lýsingar
Bilar
Veðrið
veitst tú ikki tað?