Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-25, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. januar 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 18 - 25. januar 2006 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Myndin er av konfirmantunum sum blivu fermdir tann 5. oktober 1913 í Havnar kirkju. Nøvnini á konfirmantunum eru: Jo­hannes Julstrup Johannesen, Olaf Petræus Reinert Joensen, Zakarias Christian Joen­sen, Andreas Vilhelm Magnus Pauli Johansen, Johan Christiansen, Andreas Frits Jensen, Peter Frederik Rasmussen, Jacob Olsen, Hans Christ­offer Hansen, Hans Jakob Matras Joensen, Axel Martin Johansen, Arne Gunnar Arnesen, Elisabeth Margrethe Arge, Elsebeth Katrine Christiansen, Herborg Mohr, Nina Sophie Arge, Pouline Cecilie Mørkøre, Kathrine Sofie Hansen, Susanne Ida Davidsen og Winny Karen Rosalia Andreasen, hesi øll vóru úr Havn. Ùr Nólsoy vóru tað: Mads Vads Anders Thomsen og Jacobine Helene Marie Susanne Jacobsen. Hini vóru: Johan Eli Soph­us Mikkelsen (?), Viggo Debes (Borðan), Karen Elisabeth Petersen (Hestur), Anna Colbjørna Rosamunde Colbjørnsen (Hestur) og Jakoba Sus­ anne Margrethe Elvira Jacobsen (Sumbø Fyr). 30 vóru konfirmantarnir 5. oktober 1913, 16 dreingir og 14 gentir. Á mynd­ ini eru 14 dreingir og 9 gentir. Drongurin aftast t.v. er Mads Vads Anders Thomsen (Nólsoy) og av teimum 7 gentunum sum sita fremst, kenna vit bert tær 4 og eru tær: Nr. 2) Julie Josefine Susanne Thomsen (Nólsoy), Nr. 4) Jakoba Susanne Margrethe Elvira Jacobsen (Sumbø Fyr), Nr. 5) Jacobine Helene Marie Susanne Jacobsen (Nólsoy) og Nr. 7) Jakobine Marie Petersen (Nólsoy). Vit heita á lesararnar um at hjálpa okk­um við at seta røttu nøvnini á røttu persónarnar. Vinarliga ringið til Birgar Johannessen á tlf. 314647 ella 214647. Tórshavnar alfrøði: Konfirmantar í 1913 Dagurin í morgin 26. januar. Polycarpos, deyður umleið ár 155. Var biskupur í Smyrna og høgt mettur kirkjumaður í Lítluásia. 86 ára gamal verður hann píndur og tikin av døgum. Navnið hevur enntá í nýggjari tíð verið brúkt sum mansnavn í Føroyum, Karpus. Sika Danmark A/S hevur sett føroyingin Árna Laksáfoss í starv sum sølustjóri. Við hesum nýggja starv­ inum styrkir fyritøkan um sína kundatænastu og sølu í bæði Danmark, Føroyum og Íslandi innan ídnað og báta- og bilproduktir. Árni Laksáfoss, ið er klaks­ víkingur og 48 ára gamal, kemur frá einum starvi sum søluverkfrøðingur í somu fyritøku og hevur altjóða søluroyndir frá m.a. miðeystri og eysturevropeiska markn­ að­inum. Árni Laksáfoss: Sølustjóri hjá Sika Danmark A/S VIÐMERKINGAR Fyri at fáa eina ferðslu­ mentan mugu vit ala fólk upp og geva teimum eina mentan frá barnsbeini av. Tí mugu tit orsaka meg, at eg meti, at peningurin var betur farin til eina koyri­ breyt enn til at fáa ser­ frøðingar at fortelja okk­ um nakað, vit øll eiga at vita frammanundan, sigur Sofus í Horni Hansen At fáa koyrikort er ikki ein mannarættur, men eini framíhjárættindi. Vit skulu hava uppiborið at fáa koyrikort, og samfelagið setir nøkur krøv til okkum í hesum sambandi. Og tað er fyrisovítt í lagi. Men í Føroyum hava vit sum vant fingið fatur á skeiva endanum, og ístaðin fyri at eggja fólki til ávísan innsats og løna teimum fyri gott avrik, so velja vit longu frá byrjan at seta forboð og at revsa. Eingin hugburðsbroyting kann broyta ynskið hjá stór­ um parti av unga fólkinum at fáa koyrikort. Eitt koyrikort er neyðugt og ein sjálvfylgja í einum landi, har tørvur dag­ liga er at flyta seg frá einum staði til annað. Líka so stór sjálvfylgja átti tað at verðið, at skipað varð soleiðis fyri, at hesi, sum verða slept út í ferðsluna, hava fingið bestu ferðsluuppalingina, og at tey veruliga dugdu at koyra bil, tá tey fingu loyvi at koyra bil. Men vit byrja við forboð­ um. Vit seta forboð fyri, at tey ungu sleppa at royndarkoyra áðrenn tey eru 18 ár. Vit seta for­boð fyri, at mamma og babba og onnur vaksin kunnu royndarkoyra við teimum, áðrenn tey fylla 18. Vit eru full­­komiliga blind fyri tí veru­­leika, at longri tey hava vant og meira tey hava roynt, betri duga tey at koyra. Tá tey eru 18 fáa tey koyrikort eftir nakrar koyritímar og eina fullkomiliga høpisleysa te­or­ etiska roynd. Her er prís­urin ein revsing í sjálvum sær. Onkur, sum júst hevur fing­ ið koyrikortið, ger tað stóra mistak at koyra framum háva­­tenn. Koyrikortið hong­­ur í klønum tráð, og revs­­ingin er m. a. at skula uppaftur til nýggja ástøðiliga (teoretiska) roynd, har tann brennandi spurningurin er ein jarnbreytaskering ella ein motorvegaflætting. Til hvat ólukkans nyttu? Hvat lærdi ólukkudýrið av slíkari revsing? Dugdi hann nú betur at koyra? Gamli úr Sundalagnum, sum hevði koyrt millum Eiði og Kollafjørð í hálvtrýss ár, dittaði sær ein einasta ólav­ søkutúr til Havnar, koyrdi 25 centimetrar framum háva­tennirnar og skal upp til »orienterandi koyriroynd«. Hvat í Guds garði lærdi hann av tí? Einki, tí revsingin er ikki relevant. Ungi klaks­ víkingurin, sum gjørdi sama mistakið, fór til skips, tók koyrikortið av nýggjum, tá hann kom aftur. Revsingin var ikki relevant á nakran hátt - tí revsingin hevði onki tilknýti til misbrotið! Hevði tað ikki verið bet­ ur fyri allar partar, um løg­reglan tók í nakkan á viðkomandi og hevði heim­ild til at siga: Hoyr her gamli, kom til Havnar og ven teg at koyra móti hávatonnum í krossvegum og rundkoyringum fríggja­ dag í myldritíðini og koyr runt um SMS minst hálvan leygardagin! Tað hevði hann lært nakað av - eini bót og eini irrelevantari ori­ enterandi koyrroynd lærir hann onki av! Skulu vit revsa, so má revsingin falla beinanvegin og vera relevant, t.v.s. at revsingin má hava tilknýti til lógarbrotið, og tann, ið hevur brotið lógina, má læra nakað av tí, sum hevur við sjálvt lógarbrotið at gera, so hann ikki ger sama mistakið umaftur. At knalla koyribókina og kapittulin um motorvegaflættur í heysin á einum, sum koyrdi hálvan metur ov langt uttan fyri posthúsið tænir yvirhøvur ikki nøkrum endamáli. Vit eru líka steinbýtt í kjakinum um nullhugsjónina. Høvuðsendamálið við eini nullhugsjón má vera, at tá ein vanlukka er hend, so forða vit fyri, at sama van­ lukka kann henda aftur. Tað vil siga, at um neyðugt, so broyta vit fysisku um­støð­ ur­nar soleiðis, at sama van­ lukka rætt og slætt ikki kann henda aftur. Sum frálíður vil tað føra til, at vit fáa eitt munandi tryggari veganet. Men tað nyttar alt einki við einum tryggum og góðum veganeti, um fólk ikki duga at koyra. Og mín sannføring er, at vit mugu byrja fyrr, vit mugu læra tey ungu at kenna og brúka akfarið, vit mugu eggja teimum til ein góðan innsats og løna teimum fyri gott avrik. Og koyr so ir­relevantu revsingina á vest­ fallið, vit skapa bara ónøgd - og vit fáa als ikki betri bilførarar á henda hátt. Tað nýggjasta er, at vit skulu seta serfrøðingar at kanna føroysku ferðslu­ment­anina. Teir koma at leita leingi, tí vit hava onga ferðslumentan. Tað einasta, ser­frøðin finnur, er ein ung­dóm, sum av tilvild er føddur í einum landi, har tørvur er á bilum fyri at flyta seg úr einum staði til eitt annað. Summi av hesum eru kanska drukkin, tá tey flyta seg frá A til B. Men tað hevur nakað við bilin sum sosialt fyribrigdi og drykkjuvanar at gera. Fyri at fáa eina ferðslu­ mentan mugu vit ala fólk upp og geva teimum eina mentan frá barnsbeini av. Tí mugu tit orsaka meg, at eg meti, at peningurin var betur farin til eina koyribreyt enn til at fáa serfrøðingar at fortelja okkum nakað, vit øll eiga at vita frammanundan. Revsing, revsing & revsing Biláhugaður Sofus í horni hansen