Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-25, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. januar 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 18 - 25. januar 2006 Høvuðsuppgávan verður tí, at leggja dent á ta fakligu menningina innan verandi stovnar og tiltøk, segði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Hans Pauli Strøm luttók á fundinum sum avvarðandi landsstýrismaður. Hann segði, at eins og vit gera nú, so fara vit eisini at dragast við trupulleikar í 2015, men tá skulu vit vera før fyri at bjóða fólki við autismu ta viðgerð, sum krevst, fyri at eisini á tí øki­ num skulu vera væl við. Hann vísti á, at av tí at autisma er eitt fjøltáttað fyri­brigdi, finnast ongar ein­ faldar loysnir, tí fólk eru so ymiskt fyri. Her kann talan vera um bæði tvørrandi um­lætting og bústaðir, men eisini sernámsfrøðilig út­búgving og stuðul. Harafturat helt hann at tað vantaði “ein hurð, sum ein kundi banka uppá”, tí Almannastovan einki hevur at vísa á. Sum er, hava vit trupulleikar við samskipan millum tey ymsu ráðini og stovnarnar, og helst fer okkum altíð at tørva serkunn­ leika uttanífrá. Hans Pauli Strøm nevndi eisini stuðulsskipanina til børn, sum byrjaði 1. januar í ár. Talan er um eina sentrala skipan, har ávísir persónar verða tilknýttir. Endamálið við hesum er at byggja upp ein fakligan førleika, tí fyrr hevur “gjósturin”í skipanini verið so nógvur, at fakligi førleikin ikki er hevur fingið møguleika at menna seg. Høvuðsuppgávan verður tí, at leggja dent á ta fakligu menningina innan verandi stovnar og tiltøk. Í Klaksvík hevur eydnast at byggja eitt sindur av ein­um tílíkum fakligum um­hvørvi upp. Kanska er tað av tilvild, at tað júst er hent har, men møguliga kann hetta umhvørvi mennast til eina vitanarmiðstøð, har til ber at knýta ráðgeving og supervisjón til hetta um­hvørvið. Harafturat nevndi landsstýrismaðurin møguleikan fyri at supplera vitanarumhvørvið við ser­ ligum fakpersónum, sum kunnu veita supervisjón, og á hendan hátt virka sum ferðandi ráðgevar á øki­ num. Hans Pauli Strøm segði, at tørvurin á stovnsplássumog umlætting er stórur, og í seinastuni hevur verið arbeitt við at víðka útboðini í Klaksvík, og á fíggjarlógini 2006 eru 2,6 milliónir játtaðar til økta umlætting í Klaksvík. Hava eisini trupul­leikar í 2015 Autisma Okkum tørvar enn fakfólk, segði leiðarin á Sernámsdeplinum Hans Eli Dahl, leiðari á Ser­ námsdeplinum, byrjaði við at greiða eitt sindur frá tí søguliga perspektivinum. Í 1964 byrjaði Spesialskúlin í Havn við deyvum børnum. Tá tey vóru flest, gingu 90 næmingar á skúlanum. Av tí at møguleikarnir hjá avvarðandi av bygd at vitja á skúlanum vóru avmarkaðir, var ráðgevingin til heimini eisini avmarkað. Í dag eru tey 45 næmingar á skúlanum. Í áttatiárunum tók kjak seg upp um “skúlan fyri øll”, og við nýggjari fólkaskúlalóg kundu for­eldur krevja, at betri skúla­tilboð komu í teirra bygdum. Hans Eli Dahl greiddi frá, at hóast serfrøðin í Før­oy­um er vaksandi, so tørvar okkum enn fakfólk, sjálvt um vit fáa nógv “for­ erandi”, sum hann tók til, frá dønum, og samstarvið er gott. Eitt úrslit av kanningum í Føroyum er, at talið av autistum her heima er lut­­falsliga tað sama sum í okk­ara grannalondum, men Hans Eli Dahl spurdi retor­iskt, hvar hesi børnini eru. Svarið var, at vit í Føroy­ um hava 6 skúlar við ein­ um autiskiskum barni, tveir skúlar við tveimum autistiksum næmingum, ein skúla við fýra, ein við trimum og so sjálvandi spesisalskúlan í Havn, har fýra autistiskir næmingar ganga. Við Asperger er líkn­andi støða, nevniliga 31 næmingar tilsamans. Leiðarin á Ser­náms­depli­ num staðfesti, at sjálvandi fær ein einsamallur næm­ ing­ur á einum lítlum bygd­ ar­­skúla ikki sama tilboð sum ein næmingur á spesial­ skúla í Havn. Fyri nøkrum fáum ár­um síðani kom ein ar­beiðsbólkur fram til eitt úrslit, ið vísti, at tað hevði verið skilagott at farið undir at fyrireikað fimm tænastueindir, har fólk frá øllum avvarðandi myndugleikum skulu ar­beiða saman, men forð­ ing­arnar í hesum sambandi eru tí ikki so fáar, vísti Hans Eli Dahl á. Sernámsdepilin setir ein sálarfrøðing og ein samskipandi serlærara, með­an kommunurnar seta skrivstovufólk og rinda skrivstovuhald. Hesi skulu so skipa fyri fundum við sosialráðgevarar o.o. Ætlanin er, at tann fyrsta av hesum sertænastueindum skal byrja í Eysturoynni í næstum, og skal hon ráð­ geva skúlum, foreldrum o.ø. Skúlin fyri øll?