mikudagur 25. januar 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 18 - 25. januar 2006
15
Tað krevur nógv av
foreldrum, sum eiga
børn við breki, men
systkin, ommur og
abbar hava eisini
brúk fyri upplýsing
og stuðli, segði
Morten Carlsen,
ið er formaður í
Landsforeningen for
autisme
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Morten Carlsson, ið tók lut
á fundinum sum umboð og
formaður í Landsforeningen
for autisme í Danmark,
greiddi m.a. frá soni sínum,
sum er 14 ára gamal. Tá
sonurin var 4 ára gamal,
var hann sera ringur at fáa
fáast við, av tí at hann rópti
og skríggjaði nógv og dugdi
ikki at tosa.
Um hetta mundið vistu
Morten og mamman lítið
um autismu, men stutt eftir
varð ein diagnosa sett.
Eftir at hava fingið miðvísa
hjálp, lærdi drongurin at tosa
danskt, eitt sindur av enskum
og rokning.
Morten Carlssen vísti á,
at seinastu árini er diagnosti
seraða talið av autistum tví
faldað, og landsfelagið í
Danmark hevur í dag 4000
limir. Felagið hevur sostatt
møguleika at skipa fyri
fleiri tiltøkum. M.a. góvu
21 bøkur og bóklingar út í
fjør, og harafturat eru nakrar
heimasíður latnar upp, m.a.
HYPERLINK ”http://www.
autizme.dk” www.autizme.
dk (gev gætur: stavað við z)
og www.autismeportalen.dk.
Tann fyrra er ein sokallað
systkinasíða, meðan tann
seinna er ein síða fyri bæði
foreldur og fakfólk.
Morten
Carlssen
greiddi sum avvarðandi
frá, at tað krevur nógv av
familjulívinum at eiga eitt
barn, sum er autistur. Eitt
nú eru hjúnaskilnaðirnir
sambært hagtølum fleiri
í familjum, har brek og
autisma er, enn í øðrum
familjum. Tí er neyðugt
at hugsa um familjuna
og systkin. Eisini nevndi
hann tvørfaklig toymi sum
alneyðuga hjálp hjá eitt nú
lærararum, ið kunnu tykjast
heldur einsamallur í slíkum
greiðsluevnum.
Nevndir vórðu m.a. ergo
terapeutar, psykoterapeutar,
lærarar og sálarfrøðingar,
sum kunnu arbeiða saman í
slíkum bólkum, tí royndirnar
aðrastaðni við tílíkum eru
jaligar.
Føroyingur áttu
at granskað
Morten Carlsson hevði
eisini eina framløgu eftir
kaffisteðgin, har hann aftur
nam við viðurskiftini hjá
familjunum. Hann metti, at
tað vera týdningarmikið at
leggja dent á foreldraskeið
og at kanna, hvørjir menn
ingarmøguleikar eru í
familjunum og at hugsa um
viðusrskiftini hjá systkjum,
ommum og abbum, tí hesi
eru týðandi tilfeingi hjá
familjum og tí, sum hevur
autismu.
Morten Carlsson vísti
eisini á, at loysnunarorðið
í dag er miðspjaðing ella
desentralisering.
Hetta
byrjaðu finnar við fyri nøkr
um árum síðani. Síðani tóku
norðmenn og danir við, og
nú eiga føroyingar tørn.
Formaðurin í danska lands
felagnum greiddi frá, at tey
høvdu spurt seg fyri hjá
finnum um teirra royndir við
hesum, og har brúkar finska
landsfelagið seg brúka stóra
orku til at ráðgeva familjum
um, hvørja kommunu tey
skulu flyta til fyri at fáa ta
bestu hjálpina.
Í Noregi er tað ein stórur
trupulleiki, at fakligi før
leikin flytur, og í hesum sam
bandi segði Morten Carlsson
seg stúra fyri gongdini í
Føroyum, nú stuðlar verða
uppsagdir, og legði eitt álvar
samt “puha!” afturat hesi
ávaring.
Hann ráddi samstundis
føroyingum til at halda fast
við tann fakliga førleikan,
føroyingar longu hava.
Gongdin í Danmark sein
astu árini hevur víst, at fólk
við autismu hava eitt sokallað
hægri funktiónsstøði í dag
enn fyri nøkrum árum
síðani, og sjálvur væntaði
Morten Carlsson, at sonur
hansara fór at verða førur
fyri at røkja eitt arbeiði – tó
við nakað av stuðli.
Harafturat legði hann
dent á týdningin av einum
vitanarmiðdepli, ið skip
aði fyri útgávum og doku
mentatión. Møguliga kundi
hetta arbeiði farið fram í
samstarvi við danska Center
for autisme.
Somuleiðis nam danski
formaðurin við, at nógvir
granskingarpengar eru í
umfari, tá talan er autismu, og
m.a. hava íslendingar dugað
væl at útvegað millónir av
krónum til slíka gransking.
Her kundu føroyingar eisini
verið við, segði Morten
Carlsson.
Krevur nógv
av familjuni
Meðan Lennart Pedersen var í Føroyum, hava ymsir
stovnar biðið hann um ráðgeving. Henda ráðgeving er fyri
ein part grundað á videoupptøkur av fólki við Autismu
ella Aspergers syndromi, sum hann hevur fingið sendandi
frammanundan.
Tað er LFA – Landsfelagið fyri fólk við autismu – ið skipar
fyri fundinum og skeiðunum, meðan ráðgevingin er
avtalað beinleiðis við Ce
RÁÐGEVING
Autisma
Savnsmynd