mikudagur 25. januar 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 18 - 25. januar 2006
Týskvøldið varð
skipað fyri almennum
fundi um autismu
í Miðlahúsinum
í Vágsbotni. Ein
sálarfrøðingur og ein
pápi vóru komnir úr
Danmark at greiða
frá teirra royndum
á økinum haðani, og
harafturat tóku Hans
Eli Dahl og Hans
Pauli Strøm lut
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Týskvøldið skipaði Lands
felagið fyri fólk við autismu
fyri almennum fundi í Miðla
húsinum í Vágsbotni. Heitið
á fundinum var Autisma og
visjón 2015: Hava fólk við
autismu tað líka gott sum tú
og eg í 2015 – og hvat gera
vit, meðan vit bíða?
Húsið var stúgvandi fult
- eini 120 fólk vóru kom
in oman í Miðlahúsið – og
til at svara hesum spurn
ingum hevði felagið boð
ið fýra luttakarum at sita
við pallborðið. Hesir vóru
Lennart Pedersen, sálar
frøðingur og fakligur ráðgevi
hjá Center for Autisme i
Danmark, Morten Carlsson,
foreldur og formaður í
Landsforeningen Autisme
í Danmark, Hans Pauli
Strøm, landsstýrismaður í
almanna- og heilsumálum,
og Hans Eli Dahl, leiðari á
Sernámsdeplinum.
Byrjað varð við einum
umfari, har teir fýra luttak
ararnir løgdu sínar metingar
og sjónarmið fram. Av tí
at tveir teirra vóru danir,
var alt orðaskiftið hetta
kvøldið á donskum. Eftir
ein kaffisteðg, varð fund
urin tikin uppaftur, og eft
ir eina framløgu afturat
slapp fundarfólkið at sína
hugsan og skifta orð við
pallborðið.
Diagnosan
týdningarmikil
Jón Brian Hvidtfeldt, útvarps
maður, var orðstýrari, og
hann kom væl frá uppgávuni
at skipa kjakið. Tá hann
við fundarlok um hálvgum
ellivutíðina týskvøldið kundi
taka samanum, staðfesti
hann, at nógv positivt
var komið fram. M.a. at
tað er týdningarmikið, at
diagnosan autisma verður
sett fyrr í lívinum nú, enn
gjørt varð fyri nøkrum
árum síðani; at fáa betri
diagnosumøguleikar, menn
ing av fakliga førleikan, og
hvussu umráðandi tað er at
seta seg inn tíðliga, miðvíst
og fakliga við fakligum
toymum.
Orðstýrarin endurgav eis
ini landsstýrismannin fyri
at hava sagt á fundinum, at
sjálvandi skulu autistar eisini
fáa ágóða av visjón 2015,
at tørvur er á búplássum,
ekspertisu, og at ætlanir eru
um at byggja vitananrdepil
upp. Eisini varð víst á, at
sambært hagtølum eru 300
autistar í Føroyum, og hesi
eru spjadd um alt landið,
og tí er eisini neyðugt við
ráðgeving kring alt landið.
Eisini varð víst á tørvin
á at stuðla familjunum hjá
autisyum við skeiðum og
ráðgeving.
At enda takkaði Lea Wolles,
forkvinna í Landsfelagnum
fyri fólk við autismu fyri
ta góðu undirtøkun hetta
kvøldið. Danirnir fingu eitt
føroyakort til minnis um ferð
ina og sum tøkk fyri at seta
autismu á kortið. Hans Pauli
Strøm og Hans Eli Dahl
fingu ávikavist eitt modell
av nýggja Smyrli og eitt
modell av Norðoyatunlinum,
sum eina áminning um, at
tað sum ein setur sær fyri
politiskt, kann fremjast í
verki.
Lennart Pedersen, sálar
frøðingur, hevur arbeitt við
autistum í 25 ár, harav fleiri
ár í Føroyum. Sjálvur metti
hann, at um vit skulu hyggja
10 ár fram til 2015, er fyrst
neyðugt at líta 10 ár aftur í
tíðina, tá lítið av vitan var um
hetta evnið. Nógv er broytt
hesa tíðina, tí í dag eru vit
munandi dugnaligari til at
seta diagnosuna. Fyrr kundu
børn verða heilt upp í 8-10
ára aldur, áðrenn staðfest
varð, at tey høvdu autismu,
og tí vóru nógv, sum onga
diagnosu fingu.
Í dag ber til at seta diag
nosuna longu í 3-5 ára aldri.
Fyri 10 árum síðani var
vanligt, at børnini vórðu
eygleidd heilt upp til eitt
ár, áðrenn nøkur diagnosa
varð sett. Hetta kundi vera
strævið hjá børnum og for
eldrum, tá tey noyddust
niður á Bispebjerg Hospital
í so drúgva tíð. Í dag ber
hinvegin til at gera royndir,
har úrslitið er klárt rættiliga
skjótt, greiddi Lennart Peder
sen m.a. frá.
Eisini er vitanin í dag
rættiliga spjadd, so at hon
nú er líka stór og jøvn á
teimum ymsu psykiatriksu
deplunum, og diagnosurnar
eru javnari, fyrri og greiðari.
Enn vanta tó fólk í Føroyum,
sum eru før fyri at gera
hetta.
Lennart Pedersen segði seg
eisini skilja, at støðan eisini
var nógv batnað í Føroyum,
sum dúva upp á fakliga
ekspertisu úr Danmark.
Um man framyvir vil vil
byggja upp egna ekspertisu
ella brúka danska, verða
føroyingar noyddir at taka
støðu til.
Hyggja vit aftur í sjeyti
árini, hvussu autistar klár
aðu, sá myndin ikki góð út.
Tey flestu kláraðu seg ikki
væl í samfelagnum. Í dag
er støðan øðrvísi og fleiri
autistar klára seg hampiliga
væl sum vaksin. Lennart
Pedersen metti, at í mun
til støddina á Føroyum, er
gongdin á hesum økinum
eisini rættiliga jalig.
− Men hvussu við teimum
næstu 10 árunum, spurdi
Lennart Pedersen.
Av tí at fleiri fáa eina diag
nosu sum autistur ásetta,
fáa eisini alt fleiri fakfólk
vitan um autismu. Tí veks
ur tørvurin á ráðgeving og
sokallaðari supervisjón ella
umsjón. Sum er, er hetta
virksemið tó ov spjatt í
Føroyum. T.d. nevndi Lenn
art Pedersen, at hann sjáldan
hevði ráðgivið somu fólkum
um somu børn í meira enn
tvey ár á rað her í Føroyum,
og tað metti hann vera óhepp
ið.
Tí tað er neyðugt at stuðla
foreldrum og familjum ann
ars fakliga, men tað er sera
avmarkað, hvussu skeiðs
útboðið higartil hevur ver
ið.
Autisma
lokkaði
nógvar
áhoyrarar
Vitanin nógv økt
seinastu árini
Autisma viðgjørd í Miðlahúsinum
Mett verður, at 0,6 % av fólkatalinum, tvs. at eini 300
føroyingar, hava autismu.
Í stuttum orðingum ber til at siga, at fólk autismu hava
framúr góð evni at sansa, men sera vánalig evni at fata.
Nøkur teirra kunnu sansa alt, ið hendir rundan um tey,
hvørja evarska lítla broyting. Men tey eru ikki før fyri at
skipa tað, tey sansa, og og skapa heildir, ið geva meining.
Ofta fata fólk við autismu ikki tað, tey sansa, og megna
ikki at sálda óviðkomandi ljóð o.a. frá. Børn við autismu
kunnu tí fáa tað trupult, um rútman í gerandisdegnum
skiftir ov nógv.
Tað finnast nógv stig innan autismu, og ógvuliga misjavnt
er, hvussu hart rakt fólk eru av hesum. Ein grein innan
autismu kallast Asbergers syndrom og varð staðfest
sum diagnosa í 1992. Hesi eru ofta ment eins og onnur
sokallað normal fólk, t.d. er førleikin at tosa púra vanligur,
men ymisk frávik í menningini kunnu vera, t.d. í sosialum
viðurskiftum við onnur.
FAKTA UM AUTISMU
Autisma