Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-25, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. januar 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Charles Bukowski, 1920-1994 Bukowski er tann ultimativa rødd­in. Hann er taparin, bums­urin sum er sannleikin. Eg haldi, at hann er ekt­ aður og erligur, Hann hevur ikki nakran pá­tiknan stórleika, og hann hat­ar sentimentalitet. Senti­men­ tal­itetur er eitt ræðuligt banni­orð fyri Bukowski. Men tá hann var fullur og veru­ liga var uppi at koyra, so gjørdist hann sjálvur øgi­ liga melodramistkur. Hann lýs­ir øgiliga væl tað, sum sam­felagi heldur vera tað ljóta. Hansara skaldskapur er øgiliga persónligur, hann dyrkar alla tíðina seg sjálv­an í skaldskapinum. Franz Kafka, 1883-1924 Eg var 14 ár, tá eg læs Kafka. Hann rakti meg við tanka­num um fremmandagerð og isolatión av individinum í einum andlitsleysum bur­eu­ kra­tiið, sum er úti eftir tær, uttan at tú veist hví. Hetta er totalt paranoia. Eg var bara ein smádrongur, tá eg læs hetta, og eg var rakt­ur hart av tí. William S. Burroughs 1914-1997 Kanska serliga í Naked Lunch og Junkie fer Burroughs inn í skuggasíðirnar av lívi­­num. Hetta eru lýsingar av tí, ið samfelagið hevur av­­gjørt er vemmiligt. Hann lýs­­ir hetta ótrúliga væl, og vís­­ir hjarta og humanitetin í tí. Hann gav eina bók sum Junkie út í tíðini, tá Mc­ Carthy veiddi kommunistar í USA, tí var time’ingin ótrú­lig. Burroughs dreygar tank­­arnar inn á tað, sum fólk forkasta ella elska ella bæði. Hann fortelur tað nakið. Burroughs brýtur frá Bukowski, við at hann er av ríkari familju og er ein luksus njótari. Hann dyrk­­ar heldur ikki seg sjálv­an á sama hátt sum Bu­kowski, men lýsir heldur eitt heilt fólkaslag. Fjodor Dostojevskij, 1821-1881 Eg fái ikki sagt nokk um Dostojevskij. Hann er tann størsti. Hetta er eis­ini ein rithøvundur, ið eg læs alt ov ungur. Eg hevði lisið samlaðu verkini hjá Dostojevskij, áðrenn eg skrivaði Ongin sól er til. Hann hevur ávirkað meg meira enn nakar annar rit­ høvundur. Hann hevur ávirk­ að mína tankagongd og mítt menn­iskjasýn. Hann tekur tra­ ge­diuna bæði tí persónligu og tí samfelagsligu og lýs­ir hana rørandi. Hann er so fantastiska menn­iskja­ s­ligur. Mær dámar eisini væl, mátan hann skrivar. Hann hevði stenograf, og tú merk­ir í brotum í bókunum, hvussu hann gongur og stun­ ar á gólvinum, meðan hann skriv­ar. Tað dámar mær væl. Ernest Hemming­ way 1899-1961 Ernest Hemmingway er kanska tann av teimum rithøvundunum, sum mær dámar, sum rørir meg minst. Men listarliga í útrykki og stíli er hann fan­tastiska ótrúligur. Ser­liga stuttsøgurnar eru væl skrivaðar. Hann er inni­ligur og nærverðandi, men hann fær ikki ordiliga hjarta hjá mær at buka. Men tað kemst ikki uttan um, at hann skrivar heilt fan­tastiskt. Orð, ið fáa hjartað at buka Petur Pólson yrkjari, rithøvundur og tónleikari dámar list, ið rørir hann og fær hjartað at buka. Men honum dámar eisini væl gott handverk Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Petur Pólson er fjøl­broytt­ ur listamaður. Hann hevur vunn­ið Prix Før­oyar við Click­haze og luttikið í Prix Før­oyar finaluni við Vis­i­ble Fish. Hann hev­ur giv­ið tónleik út við báðum hes­um bólkum, og í fjør gav hann fyrstu fløguna út sum ein­staklingur. Fløgan “Koma” varð sera væl mót­ tik­in av ummælarum og er í uppskoti til pla­netina fyri bestu fløgu. Fyrst og fremst yrkjari Men Petur er fyrst og fremst yrkjari. Átta ár eru liðin, síðan Petur vann M.A. Jacobsens heið­ urslønina fyri fagr­ar bókmentir við yrk­inga­ savni­num Ongin sól er til (1997). Hann hevur um­framt hetta savn givið trý onn­ur yrkingasøvn út, Aft­urvendandi end­ur­spegl­ ing­ar av komandi drey­um (1994), Guru (1999) og Per­sona non Grata (2001). Pet­ur hev­ur eisini skriva leik­­rit til sjónleik og er á heimasíðu síni virk­in klummu­skrivari. Á fløgunum, ið Petur hev­ur luttikið á, hava tekstirnir al­tíð týdn­ing­ ar­miklan leik­lut. Bókmentir hava ment hann Bókmentir hava ein týdn­ing­ ar­miklan leiklut í lívi­num hjá Peturi. Hann hev­ur frá ungum árum lis­ið nógv, og bókmentir hava verið við til at skapa hansara lívs- og menn­iskjaáskoðan. Petur sigur, at fyri hann er eitt standard kri­­terii fyri at dáma list, at hon rørir hann onk­­ursvegna. Hetta er gald­ andi fyri tónleik eins væl og bókmentir. Men Petur er eisini greið­ur yvir, at hetta kann gera, at hann missur nógvar góðar list­arlig­ar uppliving­ar, tí tað kann gott vera væl skrivað uttan at røra ser­liga nógv. Ja, tað kann vera øgiliga gott uttan at røra. Fimm teir bestu Vit hava spurt Pet­ur hvørj­ ar fimm rit­høv­undar, hann met­ur vera teir bestu. Hann svar­aði næstan uttan at umráða seg, og var kvik­­ur at finna tey fimm nøvn­­ini. Petur hevur valt fimm rithøvundar, all­ir eru mannfólk, all­ir eru deyð­ir og allir hátt­vird­ ir í øllum førum eft­ir deyða sín.