mikudagur 25. januar 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sminkan hjá
Barbaru:
Legg fyrst ein lættan
consealara, har tørvur er
til tess.
Smyr síðan brúnt krem
javnt á.
Tekna við svartari kolstift
¾ undir eyganum og allan
vegin uppi yvir eyganum
– kanska eitt sindur tjykkri
við endan.
Legg síðan eygnaskug-
gar á. Her hava vit nýtt
tríggjar ymiskar lilla-litir:
ein dimman, ein miðal
og ein ljósan. Nýt fyrst
tann dimma úti við eygað
í at kalla ein hálvmána,
ið stendur upp eftir kanti.
Legg síðan miðal litin frá
hálvmánanum og út ímóti
eygnakrókinum. At enda
verður tann ljósi lagdur
við eygnakrókin og heilt
uppi við eydnabrúnna.
Síðan verður vátur
eyelinari teknaður allan
vegin á eynalokið fram
við eygnavippunum
– breiðari útivið.
Marka eygnabrýrnar við
einum brúnum blýanti til
brýr.
Legg kámt kinnareytt á
kinnbeinið.
Glitur í eygnakrókin og
undir eygnabrýrnar og út.
Legg maskara á vippurnar
– koyr ríkiligt á (minst
tvey løg).
Legg gyltan eygnaskugga
á tey bein, tú ynskir at
draga fram, t.d. nasa-
beinið, mitt á høkuna,
mitt á pannuna o.s.fr.
Varrarnar: Legg fyrst tann
miðal lillalitta eygnaskug-
gan mitt á varrarnar,
legg síðan natúrligt
gylt lipgloss við glitri í
frá miðkringinum og út
báðumegin.
Eftir hetta verður gjøg-
numskygt lipgloss lagt
yvir báðar varrarnar.
Sminkan hjá
Sólgerð:
Legg fyrst consealara
Síðani brúnt krem
Legg síðan eygnaskug-
gar á. Her vórðu nýttir
tríggir brúnir litir: ein
myrkabrúnur, ein miðal
bronsu (effekt putur) og
ein ráhvítur. Nýt somu
grundreglurnar sum hjá
Barbaru. Men koyr tó
hesa ferð eisini tann gylta
bronsulitta eygnaskuggan
undir eygað. Hetta hóskar
sera væl til blá eygu, tí
tey verða drigin fram og
ger tey nógv bláari.
Svarta kolstift allan vegin
runt eygað.
Vátan eyelinara allan
vegin á lokið.
Bæði matt og reytt kin-
nareytt á kinnbeinið.
Varrarnar: Rosa varrali-
neara runt um, lipgloss
við glitri omanyvir.
Maskara við nógvari fyllu
– ríkiligt.
Legg glitur undir brýrnar,
og lat stroya niður eftir
andlitinum.
“Must-haves” frá
make-up artistunum
í Cosméto:
Gliturdust – t.e. bæði til
eygu, varrar, kinnbein,
bringu, ja alt...
Vælrættaðar eygnabrýr
Consealara, so tú kanst
káva út yvir alt, tú ynskir
at fjala.
Kinnareytt
Eygnablýant
Maskara við nógvari fyllu
ella eftirgjørdar eygnavip-
pur
Lipgloss + góðan lineara.
4
Tá vit skulu sminka okkum til eina
gallaveitslu, kunnu vit næstan
gera alt, okkum lystir. Vit kunnu
nýta máttmiklar litir, gera ymisk
serdrøg, ið eru øðrvísi enn tað
vanliga, ja, rætt og slætt snýr
tað seg bert um at vága nakað.
Tað siga make-up artistarnir Laila
Hansen og Eva Gregersen.
Lív Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
Í vakurleikastovuni, Cosméto, hava tey
serliga fittar hendur til andlitssmyrsl. Har
arbeiða dagliga tveir make-up artistar
– Laila Hansen og Eva Gregersen – og
vóru tær beinanvegin fúsar at koma við
góðum ráðum, tá Planet.fo eitt kvøldið
kom á gátt í hugnaliga handlinum í Niels
Finsensgøtu 38 í miðbýnum í Havn.
Einki er “yt”
Í sminku er einki tíðar- ella staðbundið á
sama hátt sum við mótarákum/klæðum
o.ø. Í smyrsli er tað meira, hvør tú ert
sum persónur, og hvat hóskar best til
tann einstaka. Tessvegna kunnu vit seta
júst tað saman, vit ynskja.
Gallasmyrsl
Til gallaveitslur kunnu vit væl sminka
okkum meira, enn vit eru von við dagliga.
Smyrsl við vøkrum og kraftamiklum litum
verður ofta nýtt saman við gliturdusti,
eftirgjørdum vippum o.ø. veitslukendum:
“Tað ræður um at tora at koyra nóg mikið
á av øllum, men tó skal tað samtíðis
hóska til klæðini og sjálvandi til andlits-
brøgdini hjá einstaklinginum”, mæla tær
báðar, Eva og Laila, til.
Laila á galla
Laila Hansen sjálv hevði sminkað sær
sjálvari við fullari ferð, um hon hevði
farið á Planet Galla 2006: “Eg hevði farið
út í æsir við smálutum á andlitinum.
Hevði gjørt eitthvørt, ið veruliga dróg
fram, at eg eins og onnur havi eitt andlit,
ið man kann spæla við. Til dømis hevði
eg kanska lagt dent á eyguni við nógvum
veitslukendum litum og glitri. Men tá
eg sigi nógvar litir, meini eg tó ikki við
reytt, gult, lilla og blátt alt í einum, men
harafturímóti okkurt, ið hóskar til tað,
ið eg hevði latið meg í. Um eg kanska
hevði farið í grønt og svart, ja so hevði
eg sjálvandi eisini farið eftir litum á
hesari leiðini – t.d. hevði eg nýtt svart
sum grund og víðkað hetta við onkrum
brúnligum ella grønum litum, og síðani
ikki at gloyma, hevði eg nýtt gliturdust at
enda.”
Make-up artistarnir í Cosméto eru vanar
við at leggja andlitssmyrsl á til sermerktar
veitslur. Og fingu vit á Planetini eisini
høvi til at síggja hetta saman við góðum
ráðum á modellunum báðum, Barbaru og
Sólgerð, sí mynd. So um tú hevur fingið
íblástur, men tó ikki rættiliga heldur teg
vera føra fyri at leggja slíka sminku á teg
sjálva, er tað ikki ov seint at bíleggja tíð
hjá Cosméto til nú leygarkvøldið.
Andlitssmyrsl
til gallaveitslu?