mikudagur 25. januar 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Hvat fara
genturnar í
Poppkorn í ?
Planet.fo hevur verið og forvitnast hjá teimum fimm gentunum í tónleikabólkinum
Poppkorn fyri at vita, hvussu tær ætla at klæða seg til Planet Galla 2006
Lilian:
Lilian fer í ein silkikjóla, ið gongur heilt
niður á hælin. Kjólan hevur hon bílagt frá
eini sjálvlærdari seymikonu, Fríðgerð Løkjá,
ið vanliga seymar klæði fyri fólk. Lilian
hevur tó sjálv fingið hugskotið til kjólan frá
myndum úr ymiskum bløðum. Kjólin hevur
opnan rygg, har stropparnir eins og krossa
aftan, gongur niður í ein odd á hálsinum
og verður helst grøn- ella turkislittur.
Smúkkurnar, Liljan fer at hava til kjólan,
eru nakað hippie-kendar og av merkinum
“Pilgrim”. Og hárið fer ein vinkona, ið er í
læru til frisør, at seta, men Lilian væntar, tað
fer at vera leyst við krúllum.
Rannvá:
Kjólin, Rannvá ætlar sær í á Planet Galla, er
brúnur, hevur klænar stroppar og ymiskar
gulltræðrir seymaðar á. Skógvarnir eru svar-
tir, hava høgan hæl og eru eins og spískar
sandálir. Hárið væntar Rannvá, hon fer at
slætta. Og um hálsin fer hon at hava eitt
hálsband, hon fekk frá eini vinkonu á jólum,
við diamantperlum.
Elin:
Tá Planet.fo prátaði við Elina, hevði hon enn
ikki heilt avgjørt, hvønn kjóla hon fór í, tí hon
hevur tveir í at velja. Ein hevur mamma hen-
nara seymað: hann er svartur frá bringuni og
niður á miðjuna, men skiftir síðan til vínreytt
og hevur eitt net útyvir, ið skyggir reytt. Hin
kjólin, Elin hugsar um at fara í, er ljósareyður
við tunnum stroppum og pailettum. Í hári-
num fer Elin sjálv at gera sær krúllur, og av
tilhoyri væntar hon, tað fer at verða okkurt
hálsband, armband og kanska eitt ur, ið
hóskar til kjólan.
Maiken:
Maiken ætlar sær í ein svartan silkikjóla
við stroppum, ið mamma hennara hevur
seymað. Kjólin er ógvuliga síður – heilt
niður á hælin – men annars er hann sera
einfaldur. Tó ætlar Maiken sær kanska at
seyma nakrar perlur á kjólan og at hava eitt
sjál um herðarnar. Skógvarnir hjá Mailken
eru eins og lakkskógvar, hava ein lítlan fittan
hæl, spenni og eru svartir. Hvat hon fer at
hava í hárinum og av tilhoyri, hevur hon ikki
avgjørt enn: “So langt havi eg ikki hugsað.”
Jóhanna:
Jóhanna ætlar sær í ein svartan síðan kjóla.
Kjólin hevur klænar stroppar og gongur eins
og út í eitt “V” á rygginum. Skógvarnar,
Jóhanna, hevur valt sær til kjólan, hevur hon
keypt sær í Danmark. Teir eru svartir á liti,
hava ein lítlan fittan hæl og eru prýddir við
diamantperlum. Jóhanna ætlar sær til frisør
í vikuni, har hon hevur í kvittan at fáa ráð
um, hvussu hon skal hava hárið til Planet
Galla. Men tó væntar hon, at hárið verður
leyst. Onkran prýðislut fer Jóhanna eisini at
keypa til klædnasettið í vikuni.
Lív Horsdal
horsdal@sosialurin.fo