Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-25, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. januar 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Hjá kvinnum skulu gallaklæðini sita stromm, ryggurin, hálsurin o.a. vera ber, samstundis sum litirnir skulu vera sterkir. Hetta metir skraddarin Beinta Vilhelmsen. Lív Horsdal horsdal@sosialurin.fo Beinta Vilhelmsen er útbúgvin skrad­ dari, ger handgjørd klæði eftir máti og hevur egnan snotiligan handil í Niels Finsensgøtu í Havn. Mótarák somuleiðis í gallaklæðum Rák er í gallastási eins og í móta­klæð­ um. Júst nú er tað t.d. inn at vera í klæð­um, ið leggja seg at kroppinum, so sum korsagur og strammir kjólar. Flestu kjólarnir, Beinta seymar til viðskifta­fólk síni í løtuni, hava eitt sokallað hav­ frúgva­snið. Tá ein niðurdeilur hevur hav­frúgvasnið, situr hann at niður eftir bein­unum og flánar síðan út í neðra: “Tíðin er farin frá at vera í prinsessukjól­ um, ið fara út frá miðjuni. Men tó eru kor­sagurnar sum fyrr, har bondini verða tátt­að, so kropsskapið kemur fram. Eis­ ini hava nógvir kjólar sleip. ” Kunnu tó fara í buksur Korsagur eru rættiliga inn sum gal­ lastás: “Men vit kunnu saktans fara í eina korsagu saman við flottum buksum og framvegis vera ordiliga fín. Tað er jú sanniliga eisini tilhoyrið, ið avger, hvussu endaliga úrslitið verður – t.d. ørðvísi skógvar, perlur, taskur, glitur, hárið o.s.fr. So í høvuðsheitum kunnu klæðini vera einføld, men allíkavæl síggja avbæra gott út.” Men um Beinta sjálv hevði farið á Planet Galla, hevði hon fegin latið seg í okkurt vilt: “Korsagu, stórt tyllskjúrt, kanska reytt ella grønt og onkrar smartar skógvar.” Litríkt, men kortini svart Gallaklæðir eru ofta litríkari enn klæðini, vit lata okkum í til vanligar veitslur. Tó er svart altíð ein siðbundin og vældám­ dur litur: “Nógv ynskja sær sterkar litir so sum reytt, sterkt ljósareytt, grønt o.a. til gallaklæðini. Og eg haldi, hetta kemst av, at vit ofta nýta nógvan pening til klæðini, og so skal hetta gjarna vera litríkt og síggjast aftur.” Mary og Sex in the City Nógv ynskja sær ofta vakra kjólan, jakkan ella toppin hjá yndisstjørnu síni. Og hjá Beintu hendir tað seg oftani, at onkur kemur á gátt við myndum úr bløðum av kendum og víðagitnum fólkum. Og so ynskja tey at bíleggja sær júst hesi klæðini. Hetta kunnu vera alt frá kendu filmsstjørnunum í Hollywood, prinsessa Mary ella kvinnurnar í sjón­ varpsrøðini “Sex in the City”. Vit eru so ymisk Tað er reiðiliga skiftandi, hvat før­ oy­ingar flestir halda vera gallastás. Summi halda, tey eru ovurhondsfín, bara tey lata seg í ein vanligan niður­ deil, meðan onnur lata seg í onkran ser­stakan gallakjóla við øllum tilhoyri fyri at kenna seg fín: “Tað er sjálvandi alt eftir, hvat vit eru von við til dagligt. Men eg haldi føroyingar meira nú enn bara fyri 4-5 árum síðani eru farnir at ganga uppí, hvussu teir klæða seg. Eg havi fingið ógvuliga nógvar bíleggingar frá fólki, ið ynskja at vera serliga fín til ymiskar stórar veitslur og brúdleyp.” Eitt handgjørt gallasett hjá Beintu kostar úr 1500 upp í 6000 kr alt eftir toygóðsku, sniði o.ø. Ein korsaga kostar um 1800- 2500 kr. Hóast best er, um bílagt verður í góðari tíð hjá Beintu, hevur hon tó onkrar kjólar, niðurdeilar og kor- sagur á goymslu í handli sínum. Must-haves hjá Beintu: Korsaga Sleip á kjólanum Silki Liturin reytt Gull- ella silvur- skógvar Glitur t.d. á klæðum, prýðislu- tum, kroppi o.s.fr., men tó ikki á øllum støðum í senn. Stromm og ber gallaklæði til kvinnur