mikudagur 25. januar 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Tá hugsað verður um galla,
ræður um at tora. Nú skal tað
vera elegant, men tó samstundis
dramatiskt. Planet.fo hitti
Image - & Fashion stylistin og
Image Consultantin, Hans Fróða
Hansen.
Lív Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
Hans Fróði Hansen er so við og við
vorðið eitt kent navn bæði í Føroyum,
Íslandi og longur úti í heimi. Hann
arbeiðir innan mótaheimin og hevur úr
at gera við at ráðgeva innan móta, stíl...
- ja, alt, ið hevur við útsjónd at gera.
Og alt hevur til endamáls at fáa fólk at
kenna seg væl, samstundis sum tað sær
gott út og sendir røttu tekinini.
Ósiðbundið
Stutt og greitt er besta ráðið, Hans
Fróði gevur okkum, sum í næstum ætla
at klæða okkum til Planet Galla, at tað
ikki skulu vera siðbundin klæðir – t.e.
ikki bara ein vanligur klædningur saman
við eini vanligari skjúrtu: “Maðurin,
ið heldur, hann í eina gallaveitslu bert
kann fara í tann siðbundna klædningin
og mest praktisku skógvarnar, ið viðko-
mandi møguliga keypti til brúdleypið
hjá ommuni, hevur misskilt eitthvørt. Í
gallagildi skal tað vera meira enn tað
vanliga, tí her er tað ikki nóg mikið bara
at vera siðbundin og praktiskur. Meira
skal verða gjørt burtur úr designinum.”
Munur á galla- og brúdleypsveitslum
Klædnastílurin til galla er ikki tann sami
sum í brúdleypsveitslum. Í brúdleypi
lata vit okkum sum oftast í eitt rími
liga afturhaldandi ella vanabundið
klædnasett, tí tá er tað jú brúðurin og
brúðgómurin, ið vit skulu veita ans. Er
tað harafturímóti ein gallaveitsla, skulu
klæðini ikki longur vera vanabundin
– tvørturímóti – nú er alt loyvt, og
mótsetningarnir í litunum nógv størri.
Elegant og dramatiskt
Klædnastílurin til galla skal vera ele-
gantur, men tó somuleiðis dramatiskur.
Megna vit at vera hesi bæði hugtøkini
í einum, er tað óført. Men hvat er tað,
bæði at vera elegantur og dramatiskur
samtíðis? “Jú, tað er at seta klæðini
saman á rættan hátt. Tað er tó ikki
soleiðis, at vanligi klædningurin ikki
kann brúkast longur. Tí um bert tilhoyr
ið er í lagi, ber alt hetta til. T.d. hóskar
tað sera væl at vera í einum vanligum
svørtum klædningi saman við einari
skjúrtu og slipsi í onkum øðrum ster-
kum liti. So hóskar tað sjálvandi eisini
væl við onkrum smørtum belti, uri o.ø.
tilhoyri. Og at tora at spæla við litirnar
er at kalla eitt must, men tað skal tó
vera á ein elegantan hátt og ikki ónos-
sligt. So við at spæla við litirnar lyftir
tú tað eleganta, og tástani verður tað
eisini dramatiskt,” leggur Hans Fróði
afturat.
Galla ikki à la grýlustílur
Eitt annað gott ráð frá Hans Fróða er,
at tað, vit lata okkum í, skal vera gjø-
gnumhugsað. Kjarnin til galla er, sum
áður nevnt, at tora at klæða seg í meira
enn tað vanliga siðbundna, men tó ikki
eins og til eina grýluveitslu, tí so er tað
kiksað: “Vit, ið hitta teg, skulu hugsa,
at tú hevur hugsað teg meira enn eina
ella kanska tvær ferðir um, áðrenn tú
fórt júst í handa klædnabúnan... Tað er
sjálvandi ein løtt loysn hjá monnum,
bara at fara í tað siðbundna, men so
leggur eingin merki til tín.”
Hans Fróða’sa puss til Planet Galla 2006
Eftir øll hesi góðu ráðini var eg sjál-
vandi alspent eftir at vita, hvat Hans
Fróði sjálvur hevði farið í, um hann fór
á Planet Galla. Eg varð eyðvitað tikin á
bóli, tá hann segði frá, at gallaklæðini
til Planet Galla sjálvsagt liggja klár at
fara í: “Eg fari í hvítan klædningsjakka,
hvíta skjúrtu, hvítt slips, svartar klæd-
ningsbuksur og einar hvítar skógvar við
onkrum smávegis grønum á. Síðan ætli
eg mær í eitt ur í grønum liti, ið hóskar
sera væl til skógvarnar og samtíðis
broytir frá tí svart-hvíta settinum. Hetta
er kanska ikki ein stílur, nakar føroy-
ingur hevði farið í, men eg haldi tað
er kuul og frískt. Júst hetta við at fáa
sterkar litir at renna saman við teimum
siðbundnu litunum er elegant, men
samstundis dramatiskt,” sigur Hans
Fróði við einum brosi.
Leggjast kann afturat, at skógvarnir
hjá Hans Fróða eru ein blandingur av
rotuskóm og ítróttaskóm – tílíkir, ið
Hans Fróði væl kann nýta dagliga til
kovboybuksustíl, men samstundis eisini
til heilt fínt stás.
Tað siðbundna
er “yt”
til galla
5 tey bestu ráðini
til mannfólkini frá
Hans Fróða Hansen
– “Not must-haves”
Ikki kovboybuksur,
tí tað lækkar støðið
munandi.
Um tú ert í
svørtum buksum
og svørtum skóm,
eru hvítar hosur
avgjørt “yt”.
Ógjørt, nývaskað
hár er ikki eitt
gott hugskot, men
heldur skal tað
vera lív og spæl í
hárinum. Og um
tú hevur latið teg í
fínasta pussið, og
hárið samstundis
er steindeytt, er alt
til fánýtis.
Ikki skitnar ella
stórar neglir.
Minst til, vit hava
tveir reyvabøllar
og ikki ein. Tað er
forboðið at hava
mappu í reyvalum-
manum.
Tað skulu vera tvær
eygnabrýr og ikki
ein. Hárvøkstur skal
ikki ganga út í eitt
oman fyri eygað,
men glopp skal
vera ímillum.