Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-25, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. januar 2006síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Vandu í kolaminu Tað var ein heldur óvanliga venjing á skránni hjá týska felagnum Schalke 04 í farnu viku. Spæl­ararnir fóru inn í eina kolaminu í Gelsen­kirchen, og teir vóru 1200 metrar inni í minuni til eina venjing. Lagið tóktist vera gott á spælarunum, hóast teir vóru sendir inn í kolaminuna. Um vikuskiftið byrjar týska fótbólts­ kapp­ingin aftur eftir vetrarsteðgin, og so er spurn­ingurin, um Schalke 04 hevur fyrireikað seg betur enn hini feløgini til dystirnar. Filmur um Lennon-dráp Í hesum døgum verða upptøkur gjørdar í New York til nýggja filmin um drápið á enska tónleik­ ar­an John Lennon. Filmurin kallast Chapter 27, og í farnu viku vóru upptøkur gjørdar við drápsmanninum Mark David Chapman, sum í filminum verður spældur av Jered Leto. Upp­ tøk­ur verða gjørdar kring Central Park og við Da­kota-bygningin, har drápið varð framt. Spice Girls hittust Tað er ikki heilt vátt í reiðrinum hjá teimum fyrr­verandi Spice Girls songkvinnunum. Mynda­ menn tóku í síðstu viku myndir av Victoriu Beck­ham og Geri Halliwell, sum høvdu verið og fingið sær ein bita á eini matstovu í Los An­geles í USA. Spice Girls vóru tað stóra nav­ nið í bretskum popptónleiki eitt skifti í 90’unum, men tær hava ikki famført saman í nógv ár. Bretskir fjølmiðlar vilja nú verða við, at sangarin Will Young hevur boðið sær til at koma upp í popp­bólkinTake That fyri Robbie Willi­ams, sum einki vil hava við sín gamla dreingjabólk at gera. Take That ætlar sær á eina nýggja konsertferð, og tað verður uttan Robbie Williams, sum hevur ovmikið at gera við sínari egnu yrkisleið. Tí hevur Will Young bjóða seg fram. – Eg hevði við gleði verið ein partur av Take That og tikið við eftir Robbie Williams, sigur Will Young. Ein talsmaður fyri Take That hevur svarað kurteisliga aftur, at Take That áður hevur spælt uttan Robbie Williams, og at hetta eisini er ætlanin á konsertferðini í ár. Hann sigur tó, at bólkurin kanska fær høvi at arbeiða saman við Will Young einaferð í framtíðini. Take That fer á eina styttri kon­ sert­ferð í apríl mánaðir. Fyrsta kon­sertin verður í Newcastle tann 24. apríl, og 11 dagar seinni verður tann seinasta konsertin – helst uttan Will Young. Young vil við í Take That Tónleikararnir í Take That fara á eina konsertferð í Bretlandi í 11 dagar í apríl og mai mánaði Will Young vil fegin taka við eftir Robbie Williams í Take That (Mynd: Scanpix) (Mynd: Scanpix) (Mynd: Scanpix)