Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-25, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. januar 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Jón kappast um DM Jón Rosenblad fer um vikuskiftið at kappast um meist­araheitið í innandurarógving í Danmark. DM-kappingin verð­ur hildin í Kerteminde, og Jón skal kappast við fleiri enn 500 rógvarar Rógving Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Leygardagin og sunnu­ dagin verður kappast um DM-heitið í innan­ dura­rógving. Sterkasti føroyski rógvarin í hes­um ítrótti er 27 ára gamli Jón Rosenblad úr Lamba, og hann verð­ur við í kappingini um vikuskiftið, skrivar heima­síðan hjáHavnar Róðrarfelag. 500 rógvarar bjóða seg fram í DM-kappingini, og kappast verður í ym­iskum bólkum. Jón Ros­en­blad skal verða við í kappingini á 2000 metrum fyri mans, sum viga meira enn 75 kilo. Tað varð eisini í hesari kappingini, at Jón í fjøg bleiv numm 5 í DM. Síðani hevur hann betra munandi um tíðina hjá sær, og tí kann úrslitið gerast enn betri hesaferð. Innleiðandi kapping­ arnar verða leygardagin, og 10 teir bestu rógvar­ arnir fara víðari til final­ urnar, sum verða hildnar sunnudagin. Tað ber til at lesa meira um DM-kappingina á heima­síðuni www.modest-sport.dk Ári heldur fram sum formaður Nevndin í FS Vágum 2004 hevur skipað seg eftir aðalfundin í farnu viku. Allir teir fimm menninir, sum hava sitið í nevndini seinastu tíðina, vóru afturvaldir, og Albert Ári Thomassen heldur fram sum formaður. Atli Gregersen er peningarøkil, Heðin Jørgensen skrivari, og Heini Holm og Bjarni Prior eru nevndarlimir. FS Vágar 2004 spælir í næstbestu føroyski deildini, og Bill McLeod Jacobsen heldur fram sum venjari hetta kapp­ ingarárið. Málið hjá FS Vágum er uppflyting til bestu deildina. Fyrrverandi lið­ for­maðurin hjá enska stórfelagnum Chelsea er nýggjur jokari í felagnum Coventry. Føroyski landsliðsspælarin Claus Bech Jørgensen fegnast um, at Dennis Wise er komin til felagið Fótbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Seinasta vikuskiftið spældi fyrrverandi enski lands­ liðs­spælarin Dennis Wise sín fyrsta dyst fyri felagið Coventry, har eisini føroyski landsliðsspælarin Claus Bech Jørgensen spælir. Venjarin Micky Adams hevur áður samstarvað við Dennis Wise, og nú hevur hann fingið gamla stór­spæl­ aran til felagið at hjálpa Claus og teimum í eitt hálvt ár. – Dennis Wise er ein kend­ ur og royndur spælari. Tað er gott at hava fingið ein slíkan styrk á liðið, og vit aðrir kunnu læra nógv av einum slíkum spælara, sigur Claus Bech Jørgensen. Hann stúrir als ikki fyri, at Dennis Wise skal forða fyri, at hann fær spælitíð á besta liðnum hjá Coventry. – Vit mangla spælarar á sentrala miðvøllinum, tí tveir av teimum, sum vanliga spæla har, eru skaddir í longri tíð, og tí er tað gott at fáa Dennis Wise afturat, sigur Claus Bech Jørgensen, sum sjálvur hevur spælt nógv á júst sentrala miðvøllinum í hesum kappingarárinum. Legenda í Onglandi Dennis Wise er næstan at rokna sum ein legenda í ensk­ um fótbólti. Hann byrj­aði yrkisleiðina í Southampton, men flutti longu sum 18 ára gamal til Wimbledon, har hann var partur at tí nógv umrødda Crazy Gang. Í 1990 flutti Dennis Wise til Chelsea at spæla, og upphæddin á slakar 20 milliónir krónur, sum Chelsea lat fyri hann, var størsta keyp hjá felagnum tá – nógv er broytt síðani tað. Dennis Wise spældi í 11 ár í Chelsea, og hann var fleiri ár liðformaður á liðnum. Hann tók millum annað í móti FA Cup steypinum í 1997 og 2000, og hann var ársins spælari í Chelsea í bæði 1998 og 2000. Í 2001 flutti hann til Leicester at spæla, og síðani hevur hann spælt fyri fleiri feløg. Claus var skaddur Nú er tann 39 ára gamli mið­ vallarspælarin liðfelagi við Claus Bech Jørgensen, og tað gekk strúkandi í fyrsta dystinum hjá Wise við Coven­try. Teir spældu ímóti Derby og vunnu heili 6-1. Dennis Wise spældi við, men honum ikki heilt ólíkt, hevur hann longu fingið leik­ bann til næsta dystin. Venj­ arin hjá Manchester Uni­ted, Sir Alex Ferguson, segði einaferð um Dennis Wise, at hann kundi byrja ein bar­ daga í einum tómum húsi. – Jú, hann hevur framvegis temprament, men enn kenna vit hann so lítið, tí hann hevur vant við í minni enn eina viku, sigur Claus Bech Jørgensen. Føroyski landsliðsspælarin spældi ikki við Coventry farna vikuskiftið, tí hann hevði ein minni skaða, men hann er komin fyri seg aftur og roknar við at spæla aftur um vikuskiftið í ensku steypakappingini. Fyrrverandi spælari hjá norska felagnum Start heldur, at felagið skyldar honum 1,3 milliónir krónur, og nú hóttir hann við at krevja felagið koyrt á heysin, um teir ikki gjalda honum upp­ hæddina Fótbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Donatas Vencevicius er ein misnøgdur maður. Fót­bólts­ spælarin, sum eina tíð spældi saman við Toda Jónsson í FC Keypmannahavn, hevur eisini spælt fyri núverandi felagið hjá Toda, Start í Noregi. Har steðgaði samstarvið fyri tíð, og nú heldur Donatas Vencevicius, at Start skyldar honum 1.3 milliónir krónur fyri sáttmálan, sum hann hevði fyri felagið. – Vit ælta okkum als ikki at oyðileggja nakað fyri Start, nú tað gongur væl hjá teimum ítróttarliga, men teir skylda okkum pengar, og tað skulu teir gjalda, sig­ur umboðsmaðurin hjá Vencevicius, Stan Stancheff, við eitt norskt blað. Um tað er neyðugt ætlar hann at krevja Start koyrt á heysin. Alt er í lagi Dagligi leiðarin í Start held­ur, at felagið hevur øll viður­skifti við Donatas Vencevicius í lagi, og hann sigur seg einki kenna til hóttanina um at koyra felagið á heysin. – Eg stúri ikki fyri hesum, tí vit hava borið okkum rætt at. Vit hava goldið Donatas Vencevicius 600.000 í end­ur­ gjalda, og harvið fullu all­ar aðrar avtalur burtur, sig­ur Harald Andersen við Nett­ avisen. Nr. 18 • mikudagur • 25. januar 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo Hóttir við at koyra felagið hjá Toda á heysin Gomul Chelsea-stjørna skal hjálpa Claus og teimum – Dennis Wise er ein kendur og royndur spælari. Tað er gott at hava fingið ein slíkan styrk á liðið, og vit aðrir kunnu læra nógv av einum slíkum spælara, sigur føroyski landsliðsspælarin í Coventry, Claus Bech Jørgensen Mynd: Álvur Haraldsen