Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-25, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. januar 2006síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 18 - 25. januar 2006 – Okkurt skal eg jú gera, sigur Heine Fer­ nandez, sum er blivin venjari í einum felag í lægru deildunum í Dan­mark. Felagið heldur, at Fernandez kann hjálpa teimum ungu spælarunum við at menna seg Fótbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Nú fer fyrrverandi HB-venj­ arin Heine Fernandez í holt við eina nýggja uppgávu sum venjari. Felagið Skovshoved IF hev­ur sett hann í starv sam­ an við venjaranum Steff­ an Pock tað næsta árið. Skovs­hoved hoyrir heima í Klampenborg á Sælandi og spælir í tí, sum danir rópa kvalifikationsrækken – ein deild undir Dan­marks­ seriuni. Felagið ætlar, at 39 ára gamli Heine Fernandez við sínum drúgvu royndum sum spælari skal standa fyri menningini av teimum ungu spælarunum á besta liðnum í felagnum. Felagið hevur nógvar ungar spælarar, og roknað verður við, at teir kunnu læra nógv av Fernan­ dez. – Við bakgrund í teimum drúgvu royndunum hjá Heine sum spælari á hægsta stigi og seinast sum venjari í Føroyum bjóða vit honum vælkomnum til felagið, sigur leiðslan í Skovshoved. Royndirnar telja Heine Fernandez var í hálvt annað ár venjari í HB. Fyrra árið gekk alt upp á stás, og HB vann føroyameistararheitið. Seinni árið gekk meira mis­ javnt, og Fernandez varð sagdur úr starvinum, áðrenn kappingin var av. Hann flutti tá aftur til Danmarkar at búgva og hevur arbeitt sum íløguráðgevi í felagnum Focus. Hetta starv hevur hann framvegis, men verður nú venjari í frítíðini. Avtalan millum Heine Fer­nandez og Skovshoved fekk gildi frá 9. januar, men fyrsti arbeiðsdagurin hjá Fernandez í felagnum var tann 17. januar. – Eg havi spælt eitt sind­ur av oldboys-fótbólti í Skovs­ hoved, og tá ið teir spurdu meg, um eg vildi hjálpa teim­um, helt eg, at tað kundi verða stuttligt. Okkurt skal eg jú gera, sigur Heine Fer­ nandez við Forza. VÍF og StÍF eru greiðir favorittar til finaluplássini. Men tey mugu kortini spæla seinna dystin móti teimum báðum mansliðunum hjá Kyndli Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Seinnu hálvfinalurnar í CocaCola-kappingini hjá monnum verða spældar í kvøld. Men spenningurin und­an hesum er tó ikki so stórur, sum hann onkra tíð áður hevur verið. Størst sannlíki fyri einum spennandi dysti finna vit helst í Havn, har Kyndil tek­ur móti StÍF. Hjá Kyndli hevur ikki gingið eftir vild seinastu tíðina, og eitt nú var tað dyggur smeitur, tá teir í fyrru hálvfinaluni fingu bank á Skála. Til tann dystin mátti StÍF enntá vera fleiri lyklaspælarar fyriuttan, men kortini vunnu teir við fimm málum. Hesin munurin, sam­­an við teirri sannroynd, at eitt fullmannað StÍF sunnu­dagin vann trygt á Kyndli í landskappingini. Sam­an við teimum fimm mál­­unum, burdi hetta givið strandingum ein sálarligan fyrimun. Stórt trýst Hinvegin er tað eisini ein sannroynd, at trýstið á Kyndil er ógvusligt í løtuni. Tí vita spælararnir, at hetta er kanska seinasta útkall at reisa seg, og tí kann væl hugsast, at Kyndil megnar at vinda seg upp í kvøld. Gera teir tað – og fáa teir eina góða byrjan – so er ikki óhugsandi, at talan verður um ein dyst av teimum heilt spennandi. Ein dyst, har strandingarnir við rygginum móti múrinum fara at berjast av øllum alvi at halda fast um leiðsluna, sum teir hava vunnið sær. Hin hálvfinalan tykist ás ongan hátt eins spennandi. VÍF vann á útivølli uttan stórvegis trupulleikar móti teimum næstbestu hjá Kyndli. Og hóast vestmenningar neyv­an rulla seg heilt út í kvøld, so er ikki væntandi, at teir skulu hava nakrar trupulleikar yvirhøvur, nú leiðslan skal verjast. Seinnu hálv­ finalurnar: Kyndil I-StÍF (20-25) VÍF-Kyndil II (22-16) Felagið hjá Suna Olsen og Jón Róa Jacobsen hevur gjørt sáttmála við ein nýggjan málmann, sum skal verða eykamálmaður hjá Jimmy Nielsen Fótbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tá ið AaB fór undir venj­ ingarnar aftur tann 4. januar var ein nýggjur málmaður við til venjingina. Tað var fyrrverandi Viborg, AGF og Hobro málmaðurin Casper Jacobsen. Hann skuldi roynd­ arvenja í felagnum, og tað spældi so væl av, at AaB nú hevur gjørt eit sáttmála við hann fyri næsta hálva árið. Fyrsti málmaðurin í fe­lag­num hjá Suna Olsen og Jón Róa Jacobsen eitur Jimmy Nielsen, og hann telist millum teir bestu mál­ menninar í Danmark. Nýggi málmaðurin í felagnum er tí fyrst og fremst at rokna sum eykamálmaður á besta liðnum. Skaði broytti ætlan Ætlanin var annars at tann ungi og lovandi málmaðurin Kenneth Stenild skuldi verða eykamálmaður í AaB í vár, men ein álvarsamur skaði hevur forðað fyri hesum. Nú skal Casper Jespersen røkja hesa uppgávuna, og millum dystirnar, sum hann hevur spælt fyi feløg í Danmark, hevur tann 26 ára gamli málmaðurin eisini spælt ein landsdyst á U21 landsliðnum hjá Danmark. B71 fingið nýggjan venjara VB fór við venj­ar­ anum hjá B71 í fjør, og nú hevur B71 sett fyrrverandi VB-venjara í starv hjá sær Fótbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Sandoyingar hava í eina tíð leita eftir nýggjum venjara til 2. deildarliðið hjá sær, og nú hevur eydnast at fáa ein jugoslaviskan venjara, sum áður hevur roynt seg í Føroyum B71-venjarin í fjør, Ole Andersen, er farin til Vágs at vera venjari, og nú fær B71 venjara, sum tvær ferðir áður hevur ver­ ið venjari í VB. B71 og Dragan Kova­ cevic hava gjørt av­talu um samstarv fyri kapp­ ingarárið 2006, skrivar heimasíðan hjá B71. Eisini venja ungdóm Dragan Kovacevic kem­ur til Føroya ein av fyrstu døgunum. Um­framt venjarastarvið hjá teimum vaksnu skal hann eisini taka sær av smádreingjum og dreingj­ unum í felagnum. B71 hevur havt nógvar útlendingar síðani 1986. Í flestu førum hava tað verið póllendingar, men eisini danir, rumeni, belgiu­maður, gambiari, bulgari, eingilskmenn, brasiliu­menn og so nú tann fyrsti jugoslavin. Firmakapping í fótbólti ÍF skipar um viku­skift­ ið fyri stórari inn­an­ durakapping í firma­fót­ bólti, og spælt verður ikki bara til stuttleika, tí vinningar fyri meira enn 20.000 krónur eru at vinna í kappingini. Høvuðsvinningur er ein vikuskiftisferð til Ísland, og harafturat ber eisini til at vinna tvey hugnakvøld á Hotel Føroyum. ÍF bjóðar øllum fyri­ tøkum og virkjum at gera lið til hesa kappingina. Fimm spælarar eru á hvørj­um liði, og av­­ mark­ing­ar eru fyri spæl­ ar­ar, sum hava spælt í Formuladeildini og 1. deild seinasta árið. Tilmeldingarfreistin er mikukvøldið 25. januar, og meira fæst at vita um kappingina á heimasíðuni www.if.fo Føroyingar fáa nýggjan málmann Mansfinalistarnir finnast Gamli HB-venjarin fingið nýtt starv Heine Fernandez hevur nú fingið eina nýggja uppgávu sum venjari. Hesaferð er tað í felagnum Skovshoved IF, sum heldur til í Klampenborg VÍF og StÍF hava beina kós ímóti finalunum í steypakappingini, men í kvøld skulu tvey Kyndla-lið royna at koma afturíaftur, eftir at tey taptu teir fyrru dystirnar greitt Mynd: Álvur Haraldsen