mikudagur 25. januar 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 18 - 25. januar 2006
19
Handilskvinna
fær 1/2 dagspláss, seinnapart.
Pf. Hjá Eli
tlf. 313731
Bioanalytikarar
Í tíðarskeiðnum 1. mai til og við 30. september 2006
eru nøkur feriuavloysarastørv leys at søkja. Størvini
kunnu verða alt tíðarskeiðið ella styttri tíð, um áhugi
er fyri tí.
Rannsóknarstovan umfatar
• kliniska biokemi
• kliniska immunulogi
• kliniska mikrobiologi
• kliniska fysiologi
• patologi
Blóðroyndir verða tiknar á bygd eina ferð um
vikuna.
Førleikakrøv:
• bioanalytitikaraútbúgving
• góð samstarvsevni
• fleksibilitetur
Lønar – og setanarviðurskiftini eru smb. sáttmála
millum Bioanalytikarafelagið og Fíggjarmálaráðið.
Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna við vaktskyldu
(vakt frá heiminum).
Nærri upplýsingar fáast við at seta seg í samband
við leiðandi bioanalytikara Ivy Hansen, tlf. 304500,
lokal 5601, e-post ivyh@lsh.fo
Umsóknarfreistin er 24. februar 2006 kl. 12.00.
Skrivlig umsókn í brævbjálva merktur »umsókn
til starv« við CV, autorisatión, avrit av prógvum og
viðmælum e.l. skal sendast til
Landssjúkrahúsið
Lønar- og Starvsfólkadeildin
FO-100 Tórshavn
Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst meira um
størv við at klikkja á leinkjuna ”starvsfólk”
Landssjúkrahúsið
Fo 100 Tórshavn
Dagstovnurin
í Hósvík
søkir eftir fólki, ið kann átaka sær at gera mat
á stovninum og kann byrja sum skjótast. Eingin
beinleiðis útbúgving er kravd, men tú skal hava áhuga
fyri matgerð og sunnum kostvanum, harafturat er
ein treyt, at tær dámar børn. Arbeiðstíðin er 25 tímar
um vikuna.
Eisini verður søkt eftir vikarum, ið kunnu byrja
beinanvegin. Áhugað kunnu venda sær til leiðaran
Gitte Jørgensen tlf. 212220.
Umsóknin skal sendast til:
Dagstovnin í Hósvík
Áarvegur 3
420 Hósvík
Freistin at søkja størvini er úti 10. februar.